mánadagur 13. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. desember · Nr. 171
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Eftir samráðingarnar millum
strandalondini um býtið av
heildarkvotuni av makreli
slitnaðu úrslitaleysar, hava
ES og Noreg nú gjørt av,
hvussu stórar eginkvotur
av makreli londini áseta sær
fyri 2011.
Londini eru samd um, at
ES skal hava 400.813 tons av
heildarkvotuni – og Noreg
183.069 tons. Hetta gevur
583.882 tons tilsamans, sum
soleiðis er meginparturin
av tí, sum mælt verður til at
fiska í 2011.
Væntandi var, at heildar
kvotan av makreli í Norður
atlantshavi fyri 2011 í mesta
lagi fór at vera 646.000 tons.
Avtalan millum ES og
Noreg ber í sær eina lítla
øking í kvotunum hjá lond
unum, men eisini eina økta
atgongd á havleiðunum hjá
hvørjum øðrum.
Fiskeritidende í Danmark
skrivar, at samráðingar hava
verið millum strandalondini
um býtið av felagskvotuni
av makreli, men fyri umleið
tveimum vikum síðan tók
Ísland seg burtur úr hesum
samráðingum.
– Sjálvt um Føroyar vóru
við í samráðingunum í síðstu
viku, eydnaðist tað kortini
ikki Noreg og ES av semjast
við Føroyar um býtið av
heildarkvotuni,
skrivar
danska blaðið.
Ísland 17%
Ísland hevur higartil ikki
verið partur av strandalanda
avtaluni, men landið hevur í
undanfarnum samráðingum
verið við sum eygleiðari.
Síðan Ísland fór at fiska
týðandi nøgdir av makreli
í íslendskum sjógvi, hevur
verið roynt at fáa landið við í
avtaluna sum strandaland.
Ísland var soleiðis við í
samráðingunum um býtið
av felagskvotuni hesaferð,
men tá íslendingar sóu, at
ein møgulig avtala fór at
geva teimum ov lítið í teirra
part, fóru teir av fundi og
kunngjørdu yvirfyri hinum
pørtunum, ES, Noreg og
Føroyum, at teir fóru at fiska
17% av heildarkvotuni í 2011.
Føroyar 15%
Í løtuni eru Føroyar einasta
landið av hesum fýra, ið
ikki beinleiðis hevur ásett
sær sína eginkvotu, men
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum hevur bæði í
fjør og í ár hildið uppá, at
okkara partur skal liggja
rundan um tey 15%.
Tá Sosialurin í síðstu viku
tosaði við Jacob Vestergaard,
ljóðaði, at Føroyar helst
fara at taka upp politiskar
samráðingar við ES og Noreg
um býtið av felagskvotuni,
áðrenn Føroyar endaliga fara
at áseta sær sína eginkvotu
fyri 2011.
Tá hvørki samráðingar
á
embætismannastigi,
ei
heldur á politiskum stigi,
førdu á mál um kvotubýtið
í 2010, gjørdi Jacob Vester
gaard miðskeiðis í summar
av at áseta Føroyum eina
eginkvotu á 85.000 tons, sum
svaraði til umleið 15% av
heildarkvotuni.
Hóast føroysk skip komu
seint á makrelveiði í hesum
árinum, var kortini so nógv
at fáa, at øll kvotan varð
uppfiskað, undantikið tann
parturin, sum reiðaríið Thor
í Hósvík fekk til síni skip.
Athena
og
Poseidon
virkaðu sum móðurskip hjá
føroyskum ísfiskatrolarum,
og tí vórðu hesar royndir
heldur
gjørdar,
soleiðis
at finnast kundi út av,
um
møguleikar
eru
hjá
ísfiskatrolarum
at
veiða
makrel undir Føroyum.
Ísfiskatrolarar, sum vóru
á makrelveiði, landaðu bæði
til móðurskipini – og til Faroe
Pelagic í Kollafirði.
vilmund@sosialurin.fo
ES og Noreg: Taka sløk
600.000 tons í sín part
MAKRELUR Tað er nú greitt, at ES og Noreg stinga av við meginpartinum av heildarkvotuni av makreli.
Tilsamans hava londini ásett sær kvotur fyri 2011 á 583.882 tons av makreli í Norðuratlantshavi
Tilsamans hava ES og Noreg ásett sær makrelkvotur fyri 2011 á 583.882
tons. Hetta svarar til umleið 90% av tilmæltu heildarkvotuni
... avtalan millum ES
og Noreg ber í sær eina
lítla øking í kvotunum
hjá londunum, men
eisini eina økta atgongd
á havleiðunum hjá
hvørjum øðrum...
Athena og Poseidon vóru í ár við til at gera
tað møguligt hjá føroyskum ísfiskaskipum at
fiska makrel til matna undir Føroyum
Mynd: Vilmund Jacobsen