Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. desember 2010 · Nr. 171 10 Sosialurin Jólablaðið Eftir Stellu, Petur og Kezia Zachariassen, Nakuru í Kenya Kuldi er og kavi. og tað er ringt at samanlíkna jólahugnan uttanlands við tann deiliga hugnan heima í Føroyum. Tað er sera lætt at keypa ymisku prýðini heima í Føroyum, tí ein veit akkurát hvar hetta finst. Og so tað, at vera heima og baka smákakur við jólatónleiki og kava uttanfyri. - Jú, jól í Føroyum er nakað fyri seg. Gammeldags Hetta verður tó ikki nakað vit koma at uppliva í ár. Vit eru stødd í Nakuru, Kenya, har hitin nú um dagarnar veksur og gerst ótolandi av og á. Tað hevur ikki regnað í eina viku nú og støvið er ótolandi, tí meginparturin av vegunum ikki er asfalteraður. Sandstøvið ríkur alla staðni og legst alla staðni. Her má støvast av næstan fleiri ferðir um dagin og ikki kann sigast at hetta er jólaligt. Um ein er í Nairobi, so sæst tað eitt sindur á handilsbygningunum, sum hava hongt ljósperur upp og pynta inni, men her í Nakuru, sum er triðstørsti býurin í Kenya, sæst hetta ikki væl. Ein skal næstan leita upp ein handil, sum hevur prýtt til jóla og tað prýði, sum verður nýtt er so vánaligt og "gammeldags" at tað næstan oyðileggur jólahugnan, sum vit royna at skapa. Føroyskur jólamaður Heima hjá okkum hava vit prýtt til jóla og tað má sigast, at tað var trupult at finna rætta prýði, tí hvítar perur vóru so ringar at finna. Tað er so hugnaligt, nú Stella hevur prýtt uttandura eisini við livandi ljósum og jólastjørnum og grannarnir koma at hyggja at tí vit hava gjørt. Hetta hava tey ongantíð sæð áður. Hvat er so ætlanin hjá okkum í ár? Vit høvdu ynskt at hinar báðar døturnar hjá okkum vóru her á jólum í ár, men hetta kundi ikki lata seg gera. Tær vóru her á jólum í fjør. Vit hava so gjørt av at fyrireika eini ógloymandi jól fyri Piave, ein lítil bygd uttanfyri Nakuru, eitt fyribrigdi tey ongantíð hava upp- livað áður. Vit eru so smátt byrjaði at fyrireika hetta og tað kemur at ganga fyri seg nakað soleiðis: 25. desember verður prýtt oman gøtuna, har tiltakið skal verða við ballónum og ljósum á trøum. Staðið har tiltakið verður, verður prýtt, og presenningin, sum vit hava fingið, verður sett upp og har verður prýtt við jólaprýði. Klokkan 14 fer jólamaðurin, sum hesaferð eri eg, Petur, gangandi oman gøtuni við klokku í hond, har børnini ganga aftaná. Hann kemur so at seta seg í stólin, sum vit hava latið gjørt. Síðani fara børn, ung, menn, kvinnur, ommur at framføra ymiskar leikir og sangir. Børnini fara at ganga lucia og so fara øll børnini at fáa jólagávur. Vit vænta umleið 400 børn, sum vit keypa jólagávur til. Genturnar fáa dukku og dreingirnir fáa bil. Hetta er nakað tey ikki eiga, tí ráðini ikki eru til tað. Tey spæla við heimagjørdar leikur og hjól. Eingin streymur er í bygdini, so vit hava fingið ein ljós motor, sum vit koma at brúka á jólum. At enda verður so matur til øll fólkini, sum vit meta verða ímillum 500-600. Eingin av børnunum í bygdini hevur nakrantíð fingið eina jóla- gávu og tey hava ongantíð sæð jóla ljós ella jólamannin. Tey hava heldur ongantíð átt eina dukku ella ein bil og tí hava vit gjørt av at geva teimum eini ógloymandi jól. Vit ynskja tykkum øllum heima í Føroyum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsigna nýggjár og vóna at so nógv sum møguligt vilja verða við at stuðla hesum tiltaki. Stuðul Stella og Petur Zachariassen hava fingið nakað av stuðli úr Føroyum, men hava enn brúk fyri fleiri stuðlum til hetta tiltakið, sum kemur at verða ein signing fyri bygdina. Um fólk ynskja at stuðla hesum tiltaki, so ber til at seta eina peningagávu inn á konto 6460-426.093.9 í Bank Nordik. Til ber eisini at fylgja við, hvat fer fram í Piave á Facebook hjá stella. zachariassen, har myndir og annað er at síggja og lesa um. Hesi børnini kunnu í ár gleða seg til at fáa eina jólagávu, kanska á fyrsta sinni. Hana fáa tey við stuðli frá føroyskum trúboðarum og stuðli úr Føroyum afrikansk GLEÐi 600 fólk til jóladøgurða Nú vit eru komin inn í desember, so leita tankarnir heim til Føroya, har vit ímynda okkum jólaprýðini, sum hanga runt ymsastaðni í heimum og handlum. Eisini ímynda vit okkum hugnan at ganga ígjøgnum Havnina, har perur og prýði hanga uppi. Trúboðarafamiljan Stella, Petur og Kezia Zachariassen í Kenya fáa úr at gera á jólum í ár. Tey vænta at býta út einar 400 jólagávur JÓL Í kEnYa