mánadagur 13. desember 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 13. desember · Nr. 171
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Jón
Rasmussen,
sum
er
annar
skiparin
á
verksmiðjutrolaranum
Norðborg, er ikki í iva um, at
Føroyar nú eiga at halda fast
í stríðnum við Noreg og ES
um býtið av makrelkvotuni.
-
Landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum
ásetti
Føroyum
eginkvotu
fyri
2010, tá tað ikki eydnaðist
okkum at fáa ein hampiligan
prosentpart í býti, og nú
ES og Noreg eru líka treisk
við samráðingarnar aftur
hesaferð, haldi eg, at vit eiga
at halda fast um okkara
krav, sum er umleið 15% av
heildarkvotuni.
Jón Rasmussen sigur, at
nú ES og Noreg hava ásett
sær sín kvotupart, hevur
hann í síni stillheit rokna seg
fram til, at samlaði parturin,
sum tey vildu latið Føroyum
og Íslandi, er 10%, ið er tað,
sum er eftir av kvotuni, tá ES
og Noreg hava tikið sítt.
- ES og Noreg hava
líka sum fyri ikki at taka
øll 100%, latið eini 10% av
heildarkvotuni verið eftir
til Føroyar og Ísland, leggur
hann aftrat.
Jón Rasmussen heldur
ikki,
at
Føroyar
skulu
góðtaka ein part, sum kanska
liggur um eini 8-9%, men eiga
at halda fast um upprunaliga
kravið um tey 15%.
- Nú vit eru farin út í hetta
stríðið við ES og Noreg, haldi
eg, at vit eiga at halda fast
um okkara rættindi og áseta
okkum eginkvotu fyri 2011,
sigur skiparin.
Stóran týdning
Jón Rasmussen heldur, at
ein føroyskur kvotupartur
av makreli á 15% kemur at
hava stóran týdning fyri
føroyska samfelagið í 2011.
- Vóru vit við í avtaluni,
høvdu
føroysk
nótaskip
ivaleyst fiskað meginpartin
av kvotuni í norskum sjógvi,
eins og skipini høvdu landað
meginpartin
av
veiðini
uttanlands. Nú makrelurin
verður veiddur í føroyskum
sjógvi, kemur meginparturin
upp á land í Føroyum, bæði
í Kollafirði og ein partur
í
Fuglafirði,
samstundis
sum ein fittur partur av
fiskiskipafotanum fær lut í
hesum.
Jón Rasmussen heldur
annars, at samráðingarnar,
sum
verið
hava
millum
strandalondini, hava verið
rættiliga afturlatnar.
- Vit, sum eru í vinnuni,
hava frætt lítið um, hvussu
gongd og útlit hava verið.
Vit vita lítið meiri enn tað,
sum sagt hevur verið í
fjølmiðlunum, leggur hann
aftrat.
Skiparin
ásannar,
at
makrelurin rættiliga hevur
broytt sítt ferðingarmynstur
nógv seinnu árini.
- Taka vit endan av
áttatiárunum og fyrru árini
í nítiárunum stóð rættiliga
nógvur makrelur í norskum
sjógvi heilt frá august til
jólar. Í ár fingu skip nakað
av makreli í norskum sjógvi
í
august
og
september
– so var tað liðugt, sigur
Jón Rasmussen, skipari á
Norðborg.
vilmund@sosialurin.fo
Nú eiga vit
at ganga
plankan út
MAKRELUR Jón Rasmussen, skipari á Norðborg,
heldur, at Føroyar nú eiga at ganga plankan út
í stríðnum um makrelin. – Eg haldi, at vit nú
eiga at krevja okkara rættindi – og ikki venda
aftur til gamla býtislykilin, sigur hann
- Tað hevur stóran samfelagsligan týdning, at makrelurin verður fiskaður í føroysum sjógvi, heldur Jón Rasmussen, skipari
- Nú vit eru farin út í hetta stríðið við ES og Noreg, haldi eg, at vit eiga at halda fast
um okkara rættindi og áseta okkum eginkvotu fyri 2011, sigur Jón Rasmussen
... vit vita
lítið meiri enn
tað, sum sagt
hevur verið í
fjølmiðlunum...
JÓN RASMUSSEN