Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 13. desember · Nr. 171 Sosialurin Ítróttarblaðið Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Stjørnan 11 335 256 79 20 2 Tjaldur 11 310 245 65 17 3 Neistin 11 301 258 43 17 4 Kyndil 11 272 260 12 10 5 VB 11 271 283 -12 9 6 VÍF 12 276 343 -67 4 7 StÍF 11 210 330 -120 1 Uni Holm Johannesen Tað tók sína tíð, áðrenn Neistin fór upp í ferð í høllini á Hálsi leygar­ dagin. StÍF tykist hava mist fótafestið í hesum kappingarárinum. Bara eitt stig er komið í skjáttuni higartil. Tað eydnaðist at fáa javnt móti Tjaldrinum á útivølli. Úrslitið var, at fel agið úr Runavík segði sín venjara úr starvi. Botnliðið og Neistin togaðust hin vegin um leiðsluna fyrstu longu løtuna. Tað sá ljóst út hjá StÍF, tá Fríðrún Danielsen smekkaði bóltin í netið aftaná 20 minuttir. Tá vóru gestirnir av Strondum á odda 7­6. Tað var lítið veiggj í álops­ spælinum hjá Neistanum. Heima­ liðið gjørdi fleiri mistøk í upp spæl­ inum, og tað gav gestunum neyðugu møguleikarnar. Seinastu løtuna undan steðg­ inum fekk heimaliðið heili fimm mál upp í slag. Neistin var á odda 11­7 í steðginum. Í seinna hálvleiki øktist munurin støðugt millum liðini. Stríðast við Tjaldur Umframt Stjørnuna, eru Neistin og Tjaldur bestu boðini at vinna seg í finaluna um føroyameistaraheitið. Tjaldur og Neistin renna aftaná oddaliðnum í løtuni. Tað vísir seg, at ovastu liðini missa bara stig í innanhýsis dystunum. Tjaldur hev­ ur vunnið fýra ferðir upp í slag, og Neistin hevur vunnið tríggjar ferðir upp í slag, sum støðan er. Leygardagin verður granna upp­ gerð í Havn. Tá spæla Kyndil og Neistin í høllini á Hálsi. Stjørnan og Tjaldur spæla eisini tá. Tað eru seinastu dystirnir fyri jól. Tá er kappingin hálvrunnin. VB – VÍF 28-18 (14-8) Vágshøll, Vágur Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen 10 min.: 4-3 20 min.: 10-5 40 min.: 15-10 50 min.: 20-14 VB: Justina Balzarviciute 9, Gintare Lydekaite 6 (1), Svava Vestergaard 3, Una Egilsdóttir 3, Theresa Joensen 2, Andrea Nielsen 2, Rannvá Johannesen 2, Monkia Samuelsen 1. VÍF: Liljan Djurhuus 7 (3), Torgunn Johansen 4, Tóra Seloy 2, Randi Virgarsdóttir 1, Agnas Olsen 1, Elisa Leo 1, Rakul Joensen 1, Linda Davidsen 1. Útvísingar: VB 2 – VÍF 3 Neistin – StÍF 27-16 (11-7) Høllin á Hálsi, Tórshavn Dómarar: Hanus Kúrberg og Heri Petersen 10 min.: 3-5 20 min.: 6-7 40 min.: 17-13 50 min.: 22-14 neistin: Barbara Brauer 10, Rakul Magnussen 3, Jacklin Durhuus 3, Bára Hansen 2, Marjun Danberg 2, Sandra Bakanova 2, Anja Eliasen 2, Elin Holm 1, Birita Wardum 1, Katrin á Neystabø 1. stÍF: Birna Tummasardóttir 7, Bára Berthelsen 4, Fríðrún Danielsen 2, Oddrún Danielsen 1, Birita Poulsen 1, Liljan Gregersen 1. Tjaldur – Kyndil 32-25 (15-14) Høllin í Runavík 10 min.: 4-3 20 min.: 8-9 40 min.: 19-18 50 min.: 26-20 tjaldur: Adina Petrea 10 (1), Simona Petersen 6 (1), Cornelia Rimbu 6, Annika Thomsen 5, Jóhanna í Króki 2, Benadikta Johannesen 1, Heidi Sevdal 1, Sarah Ann Thomsen 1. Kyndil: Jórun Ludvig 7, Heidi Maria Akselsen 5, Guðrun Eystberg 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Anja Heinadóttir 1, Turið Arge 1. Útvísingar: Tjaldur 2 – Kyndil 6 Hondbóltur Neistin var lítið sannførandi fyri steðgin, men í seinna hálvleiki prógvaði høvuðsstaðarliðið, at tað er stórur munur á toppi og botni í bestu kvinnudeildini Neistin Uni Holm Johannesen Tað hevur gingið strúkandi hjá Tjaldur síðan 11. november. Tá fóru kvinnurnar úr Runa vík sera vónbrotnar av vøllinum. Javnleikurin á heima­ vøllinum móti StÍF staðfesti, at Tjaldur noyddist at skifta kós. Nevndin tók skjótt av­ leið ingarnar. Bogdan Burcea var sagdur úr starvi.Trygvi Mortensen loysti hann av. Tjaldur hevur síðan koppað Neistan, VB, StÍF, VÍF og Kyndil. Kvinnurnar úr Runavík eru stórspælandi í løtuni. Um tær eru besta liðið í fremstu kvinnudeildini, sum støðan er, fáa vit eina ábend ing um næsta vikuskifti, tá odda­ liðið Stjørnan vitjar í Runavík. Tað seinasta restar í Uppflytararnir úr Kyndli hava verið drúgvar í hesum kapp­ ingarárinum. Ungu kvinnurnar eru ágrýtnar og ræðast ikki at bjóða teimum bestu av. Tað hev ur higartil givið 10 stig í skjátt una. Tað er ein sannroynd, at tað seinasta restar í hjá Kyndli. Lið ið gav Stjørnuni dygga mót­ støðu seinast, men tær dugdu illa at handfara støðuna, tá trýstið var mest. Kyndil var á odda, tá lítil løta restaði í, men drúgvu royndirnar hjá klaksvíkskvinnum var mun­ urin tá avtornaði. Drúgvu royndirnar tóktust aftur vera á muni hesaferð. Gestirnir úr Havn vóru á 18­17, tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Sjey minuttir, og trý misnýtt brots køst seinni, var Tjaldur á odda 22­18. Tað tóktist vera ein dyggur smeitur hjá Kyndil, sum ikki fekk fótin fyri seg aftur. Sjey mál vóru á muni, tá dysturin var liðugur. Tjaldur vann 32­25. Trygvi í viðgongd Trygvi Mortensen og Tjaldur hava greitt allar uppgávurnar til lítar higartil. Kvinnurnar úr Runavík hava spælt móti øllum liðunum, utt­ an Stjørnuni, meðan Trygvi Mortensen hevur staðið við róðrið. Næsta vikuskifti vitjar Stjørnan í Runavík. Kvinnurnar úr Klaksvík vunnu lætt á StÍF seinasta vikuskiftið. Tær spældu ikki hesaferð. Stjørnan hev ur tískil ikki spælt ein tor­ føran dyst í tríggjar vikur, men bara vant, áðrenn dystin móti Tjaldri. Tað verður helst ein fyri­ munur hjá Tjaldri, sum eltir oddaliðið á stigatalvuni. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen VB og VÍF eiga lítlan leiklut á stigatalvuni í løtuni. Bæði liðini hava vunnið seg burtur frá aftasta plássinum, men kvinnurnar úr Vági og Vestmanna hava langan tein upp til ovastu liðini. Tí er uppgávan hjá VB og VÍF at fáa ungu leikararnar roynd ar, og kanska gera ein vørr móti ovastu liðunum. Fremst av øllum ræður um at brynja liðið til næsta kapp­ ingar ár. Tað er ikki altíð eins stutt ligt at spæla, tá tú hevur lítið og einki at spæla fyri. Tað er støðan hjá VB og VÍF, nú kapp ingin skjótt er hálvrunnin. VB hevur fótin framman fyri kvinnurnar úr Vestmanna. Tað varð staðfest í høllini í Vági. Greiður sigur VB vann greitt við 10 málum. Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, at heimaliðið fór und an gestunum. VÍF fekk ikki mál í níggju minuttir, og so fór VB avstað. Kvinnurnar úr Vági fóru frá 4­4 til 10­4. Gestirnir svaraðu ongan­ tíð aftur, og greiða leiðsl an var ongantíð í vanda. Átta stig á muni VB hevur átt virknan leiklut í oddastríðnum seinastu kapp­ ingarárinum. Soleiðis er ikki í ár. Vágskvinnur eru átta stig frá finaluplássinum í løtuni. Tær hava sjáldan bjóðað ov astu liðunum av í innanhýsis dyst unum, og tað røkist einki fyri, at tær fara at vinna seg upp millum fremstu liðini. VB vitjar hjá botnliðnum StÍF næsta vikuskiftið. VÍF er longu farið í jólafrí. Tær spæla aftur tann 8. januar í 2011. Tá vitja tær eisini hjá StÍF. uni@sosialurin.fo Hondbóltur VB og VÍF hava lítið at skula sagt í annað hvørt oddastríðnum ella botnstríðnum í hesum kappingarárinum. Tí broytti úrslitið lítið og einki á stigatalvuni Úrslitið hevði lítið at týða Trygvi framvegis fulla úrtøku Hondbóltur Kyndil misnýtti trý brotskøst upp í slag í seinna hálvleiki. Tá vann Tjaldur sær ein greiða leiðslu, sum gestirnir ongantíð hóttu. Kvinnurnar úr Runavík hava nú vunnið fimm ferðir upp í slag Mynd: Álvur Haraldsen stÍF – VB . . . . . . . . . . . . . . fríggjadagin, 17. desember . . . . . . . . . klokkan 20.00 Kyndil – neistin. . . . . . . . . . leygardagin, 18. desember . . . . . . . . . klokkan 14.30 tjaldur – stjørnan . . . . . . . . leygardagin, 18. desember . . . . . . . . . klokkan 15.00