Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 13. desember 2010 · Nr. 171 Sosialurin Jólablaðið Snorri Brend Einki kann seta fólk í rættan jólahýr sum góður jólatónleikur. Norska blaðið VG hevur sett upp ein lista við 10 løgum, sum ein bara má hoyra. White Christmas Bing Crosby gjørdi um jólini 1942 henda sangin kendan. Hann varð ikki bert eitt jólahitt, men eisini størsta hittið yvirhøvur. Sambært Guinnes Book of Records er singlan framvegis tann mest selda. Hóast nærum 70 ár eru liðin, skapar lagið framvegis tann rætta jólahýrin Jingle Bells Nógvir sangarar hava sungið sangin »Jingle Bells«, men hann er kanska fyrst og fremst vorðin kendur sum jólalag við Bing Crosby. Upprunaliga var lagið eitt klass­ iskt lag fyri piano og klarinett, men verður í dag mett sum tað mest orginala jólalagið. Blue Christmas Elvis Presley er Kongurin, og eisini ein av teimum allar størstu, tá tað snýr seg um jólasangir. Í 1957, árið eftir at hann gav fyrstu plátu sína út, gav hann út víða gitnu jólaplátuna »Elvis’ Christ­ mas Album«. Plátan rakk odda sess­ unum, og »Blue Christmas« gjørd ist síðani ein klassikkari. Santa Claus is Coming to town Hetta er kanska tað jólalagið ið finst á flestu útgávum. Í 1970 gav Motown út ársins mest seldu jólaplátu »The Jackson 5 Christmas Album«. Við ljósu og frá­ líku røddini hjá navnframa Michael Jackson, sála, gjørdist hetta eitt ser­ stakt jólahitt. Happy Xmas Árið er 1971, og John Lennon og Yoko Ono eru heimsins kendasta par. Tey samstarvaðu á mongum økjum, bæði fyri at skapa frið og gera tónleik, og skrivaðu eisini sam­ an lagið »Happy Xmas«. Merry Xmas Everybody »Merry Xmas Everybody« varð í 1973 størsta hittið hjá bólkinum Slade nakrantíð. Serliga var tað reglan »So here it is merry xmas. Everybody is having fun. Look to the future. It has only just begun!«, sum festi seg í minnið hjá fólki. Driving Home for Christmas Bretski Chris Rea kom veruliga við einum nútíðar jólalagi, tá hann í 1988 gav út hesa singluna, sum beinan vegin endaði ovarlaga á hitt­ listunum. Lagið er hóskandi til dagarnar undan jólaaftan, og riggar sera væl at lurta eftir, meðan tú koyrir bil. Last Christmas George Michael spælir sjáldan í dag, men í 80’unum var hann ein heims­ stjørna við bólkinum Wham. Í 1984 gav hann út kærleikslagið »Last Christmas«, sum seldi til gull í øllum Evropa. Við tí væl úr hond um greidda sjónbandalagnum, har bólk­ urin rokast í kavanum, festi George Michael seg sum superstjørna. Do the know it’s Christmas Bob Geldof er í dag mest kendur sum hann, ið berjist fyri einum betri heimi. Í 80’unum savnaði hann so­ leiðis allar heimsins sangstjørnur til kampanjuna »Band Aid«, í samband við hungursvanlukkuna í Etiopia. Í 1984 skrivaði hann henda sang­ in, og fekk millum aðrar U2, Sting og David Bowie at syngja saman við sær. Sangurin streyk uppá 1. plássið á hittlistunum beinanvegin. All I want for Christmas is You Mariey Carey hevur eina av heims­ ins mest serstøku røddum, sum røkk ur yvir eina tónalegu uppá fimm oktavir. Jólapláta hennara og sangurin »All I want for Christmas is You« frá 1994 seldi ótrúliga nógv kring allan heimin, og er í dag at meta sum ein klassikari. (Kelda: vg.no) 10 klassisk jólaløg Jólini eru tíðarbilið við góðum mati, drekka og tónleiki. Her eru 10 kend útlendsk løg, sum so avgjørt hoyra jólunum til Tórshavn, tel. 311311 · Klaksvík, tel. 454647 www.yndi.fo Jólagávu tilboð: Virði á kr.500,- Tilboðið er galdandi til 23. desember í YndiFitness kr.400,- gávukort 16 Sosialurin 341800