Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. desember · Nr. 171 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Sannur hátíðardámur var í Post­ húskjallaranum í Tórsgøtu í Havn hósdagin í farnu viku, tá Fót bólt­ samband Føroya, sum útgevari, og Suni Merkistein, sum høvundur høvdu almenna bókaframløgu. »Teir reystastu dreingir í Norðum« eitur hendan fyrsta bókin um ta føroysku fótbóltssøguna. Um upp havið til hesa spennandi, fót­ bólts søguligu verkætlanina, sig ur Suni Merkistein: – Eg haldi, at ein kann siga, at hetta er tann fyrsta sam skipaða fótbóltssøgan. Tað eru skrivaðar nógvar bøkur um fót bólt í Føroyum, men ikki ein yvir skipað bók, sum fevnir um alla søguna. Tað hevur meira ver ið soleiðis, at fótbóltsfeløgini í sam­ band við rundar merkisdagar hava givið síni minnisrit út. Fitt av fót­ bóltsárbókum eru eisini komnar út, og aðrar bøkur. Hóast Suni hevur góð orð at siga um tað, sum er givið út í fótbóltshøpi, so hev­ ur hann kortini havt ein stóran sakn: – Eg havi tó altíð saknað eina heildarkrýniku, har øll tann samlaða føroyska fótbóltssøgan verður samansjóðað, slær Suni fast. Gamal tanki Talan er um ein gamlan tanka hjá Suna. – Tankin er gamal, eg minnist ikki nær hann fór at búnast. Tað var einaferð, tá eg var leysur av bókina um HB, tíðarskeiðið 1955­2004, at eg fór at spyrja meg fyri, um tað var nakar áhugi at geva nakað út. Eg vendi mær til Fótbóltsambandið fyri góðum fimm árum síðani, fyri at spyrja meg fyri, um tað var nakar áhugi at geva út eina fótbóltssøgu. Eg hevði eitt upplegg til FSF um hvørjar ætlanir eg hevði, men gjørdi teimum greitt, at eg sá meg ikki føran fyri at geva eitt slíkt bókaverk út sjálvur. Sjálvur helt eg, at tað var sjálvsagt, at FSF gekk undan í hesari verkætlanini. Teir vóru skjótir at svara uppá fyrispurningin, og teir bóðu meg fara í gongd beinavegin, greiðir Suni frá. Fór undir at savna tilfar Suni fór so undir tað drúgva ar­ beiðið at savna tilfar. – Eg brúkti rættiliga nógva tíð uppá at savna tilfar. Eg eigi allar tær føroysku fótbóltsbøkurnar, sum eru komnar út, men tað gjørd­ ist mær tíðliga greitt, at tað mátti væl meira tilfar til. Bøkurnar eru grundarlagið, men sjálvur vildi eg hava nógv meira tilfar at byggja á, og ætlan mín var eisini at útgreina nógv av tí, sum stendur í teimum bók unum, fyri at koma víðari. So kann ingar parturin snúði seg bæði um at venda sær til fólk, sum vóru lykla persónar, og fáa meir at vita frá teimum, og bart út sagt at kanna skriftirnar nærri. Eg havi verið rættiliga nógv úti á Lands bóka­ savn inum, og har havi eg serliga ging ið gjøgnum tey gomlu bløðini, og annað skrivligt tilfar, fyri at fáa til høldar tað, sum er skjalfest. Setn­ ing urin var eisini at koma á tal við fólk, sum enn eru á lívi, fyri at fáa teirra íkast aftrat tí skrivliga tilfar­ inum. So kanningarparturin hevur mest sum gingið í tveimum sporum, og havi eg brúkt nógva tíð uppá hetta arbeiðið, staðfestir Suni. Suni metir seg hava brúkt tvey ár um arbeiðið, men hann undirstrikar, at hann hevur ikki sitið við tí javnt og samt. – Eg fór so líðandi undir at skriva. Eg havi brúkt hálvtannað til tvey ár um at skriva. Eg havi eisini skrivað rættiliga nógv niðurfyri. Tað mesta av øðrum bindi, sum fevnir um tíðarskeiðið 1960 til 1990 er skrivað, og nakað av triðja bindið, sum er um altjóða tíðarskeiðið er eisini skrivað, undirstrikar Suni eitt sindur lættur Fótbóltur Kendi rithøvundurin og kringvarpsmaðurin, Suni Merkistein legði fram ta fyrstu bókina av trimum um ta føroysku fótbóltssøguna í farnu viku. Tankin um eina samlaða føroyska fótbóltskrýniku, sum Suni nevnir verkætlanina, føddist fyrst í hesari øldini Føroyska fótbóltssøgan Eg havi tó altíð saknað eina heildarkrýniku, har øll tann samlaða føroyska fótbóltssøgan verður samansjóðað