mánadagur 13. desember 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. desember · Nr. 171
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Eftir heimasigurin á ÍF í gjár,
hevur Mjølnir nú vunnið fýra
dystir á rað og sær veruliga út
til at hava tað, sum skal til, skal
liðið gera seg galdandi heilt
har frammi. Og í løtuni líkist
Mjølnir mest einari hóttan
ímóti oddaliðnum, SÍ.
Í gjár tóktist tað annars
frá byrjan, sum var ÍF ein
stór hóttan ímóti Mjølnir. Tað
eydnaðist ÍF at leggja gott
servutrýst
á
beinanvegin,
umframt at spælið hekk væl
saman, og tá Mjølnir ikki fekk
svarað nóg væl aftur, legði ÍF
seg beinanvegin á odda við at
vinna fyrsta sett.
Men hetta skakaði ikki
klaks víkskvinnur meira enn
so, at tær beinanvegin í øðrum
setti tóku sær um reiggj og
fingu vent dystinum. Til tíðir
koyrdi spælið sera væl hjá
Mjølnir, sum vann tey trý
næstu settini og dystin, og tí
kann Mjølnir halda jólafrí á
øðrum plássi í Eik-liguni hjá
kvinnum.
ÍF hevur nú tapt tríggjar
dystir á rað, og tað, sum herfyri
sá so lovandi út eftir fýra sigrar
á rað, peikar nú mest á eitt
heldur svingandi ÍF-avrik, ið
tó var betri í gjár, hóast úrslitið
ikki var til vildar.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Fyri nøkrum døgum síðani
vitjaði SÍ á Toftum, og hóast
talan var um topp og botn, ið
møttust, sást tað ikki so væl
aftur, tí longur tað leið út á
dystin, tóktist munurin minni
á liðunum.
Í triðja setti var um reppið,
at Ternan veruliga kom inn
í dystin, tá leiðslan var 17-12,
men so kom SÍ afturíaftur
og vann settið og dystin. Ikki
óuppiborið, men heldur ikki
serliga sannførandi.
Helst
var
hetta
ikki
tann
besti
dysturin
hjá
sørvágskvinnum, samstundis
sum Ternan enn eina ferð vísti,
at liðið er á rættari leið og ger
framstig.
Mjølnir
heldur
fast
Tætt á
Toftum
Kvinnuflogbóltur Hóast ÍF fór
avstað við fyrsta settinum, eydnaðist
ikki at gera meira við Mjølnir, ið
heldur jólafrí á øðrum plássi
Kvinnuflogbóltur Munurin
á toppi og botni sást ikki serliga
væl, tá Ternan tók ímóti SÍ
Hilmar Jan Hansen
Framvegis liggur TB aftan fyri tey
trý fremstu liðini, og leygardagin
tóku tvørakvinnur enn eitt fet rætta
vegin, tá tær í Kollafirði vunnu 3-1 á
KÍF.
Hetta var eitt slag av hevnd, kann
sigast, tí fyri hálvumøðrum mánaði
síðani gjørdi KÍF bart og vann púra
óvæntað á TB í Trongisvági.
Hesa ferð høvdu tær í TB sett sær
fyri, at hetta ikki skuldi endurtaka
seg, og tað eydnaðist eisini. Kortini,
uttan at TB spældi upp til sítt besta,
men tó hevði munin á KÍF ígjøgnum
dystin.
Eftir at hava vunnið tey bæði
fyrstu settini, kom tó slingur í valsin
hjá TB. Nú raknaði KÍF veruliga við
og fór at vinna bóltarnar, so tað
gjørdist eitt rættiliga spennandi
sett, har KÍF hevði settbólt fleiri
ferðir og TB matsjbólt ta einu
ferðina. KÍF tók settið 29-27.
Hetta var nakað, ið veruliga sá
út til at kløkka TB, tí í fjórða setti
gjørdist aftur munur á, og í løtum
vísti TB munandi betri spæl enn í
teimum undanfarnu settunum. Tað
rakk til sett- og dystarsigur, og tí er
TB framvegis við heilt har frammi.
KÍF hevur bara vunnið tveir av
tilsamans níggju dystum, so har
gongur tilveran fyri seg í hinum
endanum
á
stigatalvuni.
Men
við einari blanding av ungum og
royndum spælarum kann KÍF
saktans taka onkrar sigrar aftrat
hetta kappingarárið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Við sigrinum í Kollafirði leygardagin hildu tær í TB seg framvegis í nánd av teimum trimum liðunum frammanfyri
Mynd: Álvur Haraldsen
tb Hongur Í
TB fylgir
við hinum
Kvinnuflogbóltur Hóast TB ikki spældi upp til sítt
besta, rakk tað tó væl og virðiliga til sigur á KÍF