mánadagur 13. desember 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. desember 2010 · Nr. 171
22
Sosialurin
Jólablaðið
Vit sungu hann sum kórsats í
barna kórinum hjá Hans Jákup Høj
gaard á eini jólakonsert í Sjónleikar
húsinum og dugdu hann sjálvandi
uttanat.
Í sálminum er tað eins og málar
yrkjarin eina klassiska jólamynd,
har tú hoyrir klokkur ringja, har
loftið er blátt, og har tað hoyrist
sús av veingjum. Farið úr barmi út
sótt og sút! Útrópstekin. Hitt myrka
vald er svunnið, ja, um ikki annað
so fyri eina stokkuta stund – eins og
hjá gentuni við svávulpinnunum –
tí sanniliga hevur tað myrka vald
ið, enn sum fyrr góðar dagar um
heimin allan, og vit menniskju
mugu royna at stríðast móti hesum
myrka valdi. Og tá hava vit brúk fyri
onkr um at trúgva uppá, onkrum at
stiðja okkum til ella lena okkum
upp ímóti. Eini »stjørnusól«, sum
kann lýsa og vísa og linna neyðina í
tí stóra ver aldarmyrkrinum.
»Tú bjart kanst okkum lýsa og vísa
á veg, so fram vit vinna sum hinir
vís menn.«
– Jú, hetta er mín yndisjólasálmur,
sigur Oddvør Johansen.
Hetta er mín jólasangur
Oddvør Johansen:
Jól hava einglaljóð
– Tað myrka valdið hevur, enn sum
fyrr góðar dagar um heimin allan,
og vit menniskju mugu royna at
stríðast móti hesum myrka valdi,
sigur Oddvør Johansen í Havn
rOYna
Tá Jesus gjørdi
nekaran hvítan:
Ein meinings-
fullur maður
Í meira enn tvey
áratíggju hevur
Sjúrður Skaale
verið virkin í
samfelags
kjakinum. Í
talum og grein
um hevur hann
viðgjørt almenn
og persónlig viðurskifti; smámál
og stórmál. Viðhvørt hevur
hann verið skemti ligur, viðhvørt
illur. Viðhvørt sakligur, viðhvørt
sarkastiskur. Og viðhvørt er hann
farin um mark til tað áleypandi
og óreina. Bókin, Tá Jesus gjørdi
nekaran hvítan, er savn við
tekstum eftir Sjúrð Skaale.
Vaknandi:
Vakrar yrkingar
til jóladagarnar
»Vaknandi« er
fjórða yrk
ingasavnið
eftir Sigri Gaini
og kanska
tað vakrasta.
Tekst irnir eru
kenslu bornir
og snúgva seg
í høvuðsheitum
um kærleika, og hvørja ávirkan
hann hevur á frásøgufólkið.
Til tey smæstu:
Stuttligi ælabogin
Ein litrík smábarnabók í røðini
Ótrúligir óvitar. Bókin er ein vøkur
pappbók, har ælabogin er skorin
niður í ein runding. Barnið fær at
hoyra um allar ælabogans litir og
sagt verður frá upp á rím.
Bókin er 16 blaðsíður og er ætlað
teimum heilt smáu.
Undir einum
lítlum træi,
liggur... ein
bóka pakki!
Allarbesta jólagávan er hørð og
fýrakantað og keypt í bókabúðini.
Sosialurin viðmælir nýggjar
føroyskar bókaútgávur í hvørjum
blað í jólamánaðinum.
– Ein tann vakrasta jólasálmin
haldi eg vera »Jól hava einglaljóð«,
sum skaldið Jógvan Nolsøe yrkti,
sigur Oddvør Johansen í Havn.
1. Jól hava einglaljóð,
øll so fró
á mikla hátíðsdegi
við gleði
vit honum prís nú syngja,
ið føddur varð í dag.
Nú jólaklokkur ringja,
gerst barnalundin glað;
djúpt sálarstreingir ljóða
í tøkk til Drottin góða;
Guðs einglar syngja við
himnaboð um frið.
2. Heilagu jólanátt
loft var blátt,
tá tók á himnaboga
at loga
ein stjørna bjørt, sum eingin
fyrr makan hevði sæð,
tað hoyrdist sús av veingjum,
eitt fagurt einglalag;
og hirðar undrast sára,
ein lýsti glæman klára
um einglarnar, ið tá,
sungu teimum hjá.
3. Farið úr barmi út,
sótt og sút!
Hitt myrka vald er svunnið,
nú runnið
er bjarta lívsins ljósið,
tí frø teg, sál, ver glað!
Í Betlehem, í fjósi,
ein frelsari í dag
er føddur tær at grøða
tey syndasár, ið bløða.
So einglaliðið kvað
við halleluja.
4. Signaða stjørnusól,
enn um jól
tú bjart kanst okkum lýsa
og vísa
á veg, so fram vit vinna
sum hinir vísmenn, tá
teir vildu barnið finna,
lat okkum Drottin sjá!
Tá himnaleið er funnin
og lívsins krúna vunnin.
Leið oss við lov og prís
inn í paradís!
J. Nolsøe.