mánadagur 13. desember 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 13. desember · Nr. 171
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Dystirnir um vikuskiftið vóru
teir síðstu landskapp ingar
dystirnir í hesum árinum, og
nú kunnu liðini halda jólafrí til
eina viku inn í januar mánað, tá
landskappingin í Eikligunum
hjá kvinnum og monnum verð
ur tikin uppaftur.
Kortini halda ikki øll frí enn,
tí um vikuskiftið verður árliga
Mjølnirkappingin í Klaksvík,
har øll kvinnuliðini uttan SÍ og
øll mansliðini uttan ÍF eru við.
Har stendur ikki smávegis upp
á spæl, tí ein sigur í tí kapp
ingini kann enda við einum
plássi í steypafinaluni.
Orsøkin til, at oddaliðini
hjá kvinnum og monnum ikki
eru við, er at SÍ og ÍF longu
hava tryggjað sær pláss í
steypa finalunum.
SÍkvinn
urnar, tí tær vóru á odda í
lands kappingini eftir fyrsta
trið ingin og ÍFmenninir, tí
teir vóru á odda eftir fyrstu
tveir fimtapartarnar av lands
kappingini.
Bæði kvinnu og mans
liðini hjá Mjølnir hava góð
an møguleika at koma í
steypa final una, tí tey vunnu
Fleyrkapp ingina í oktober
mánaði. Við sigri í síni egnu
kapping, koma tey beinleiðis
í steypafinaluna, men vinna
onnur lið nú, skulu »hálv
finalur« spælast millum vinn
ararnar um síðstu atgongu
merk ini til steypafinalurnar.
kvinnur
Ternan - SÍ 0-3
(20-25, 21-25, 23-25)
KÍF - TB 1-3
(19-25, 19-25, 29-27, 18-25)
Mjølnir - ÍF 3-1
(22-25, 25-17, 25-20, 25-15)
menn
TB - SÍ 0-3
(24-26, 11-25, 14-25)
Mjølnir - ÍF 1-3
(14-25, 25-22, 17-25, 29-31)
Kappingin
í jólafrí
Flogbóltur Eingin landskapp
ingar dystur í Eikligunum hjá
kvinnum og monnum verður
aftur fyrr enn eftir nýggjár
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 SÍ
9
8
1
24
10
14
16
2 Mjølnir
9
7
2
24
8
16
14
3 Fleyr
9
7
2
23
11
12
14
4 TB
9
6
3
21
15
6
12
5 ÍF
9
4
5
15
17
-2
8
6 KÍF
9
2
7
9
24
-15
4
7 Dráttur
9
1
8
12
25
-13
2
8 Ternan
9
1
8
7
25
-18
2
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 ÍF
10
9
1
27
6
21
18
2 SÍ
10
8
2
26
7
19
16
3 Mjølnir
9
4
5
14
16
-2
8
4 Fleyr
9
3
6
11
20
-9
6
5 TB
10
0
10
1
30
-29
0
Flogbóltsúrslit:
Hilmar Jan Hansen
Nógv stóð upp á spæl í mans dyst
inum í Klaksvík í gjár, tá Mjølnir
tók ímóti ÍF. Fuglfirðingar hava
verið rættiliga suverenir tað mesta
av kappingina, og higartil hava teir
bara tapt eina ferð, so teir eru trygt
oddalið, við SÍ tvey stig aftan fyri
seg.
Mjølnir var undan dystinum
átta stig aftanfyri, so tað var alt
avgerandi fyri klaksvíkingar, at teir
fingu gjørt ein vørr, so teir eisini
kundu blanda seg upp í kappingina
um at koma í FMfinalurnar til
várs.
ÍF legði bragdliga fyri og vann
sannførandi fyrsta sett, men teir í
Mjølnir vóru raskir at svara aftur
og vinna annað sett, áðrenn ÍF
aftur var omaná í triðja setti. Nú var
sostatt sera umráðandi hjá Mjølnir
monnunum at koma afturíaftur
eina ferð aftrat og vinna fjórða sett,
so ein fimmsettari kundi sleppa at
avgera dystin.
Tað sá eisni gott út hjá Mjølnir,
sum ímóti endanum var á odda
2421, men hóast bara ein bóltur
skuldi til aftrat, eydnaðist ÍF at
stríða seg upp á 2424. Nú skiftust
liðini um at koma á odda og javna,
og Badmintonhøllin í Klaksvík
rættiliga kókaði, tí hvørki liðið vildi
sleppa hinum.
Tá støðan var 2929, servaði
Bárður Jacobsen fyri ÍF. Hann legði
fyri við at serva á netkantin, so
bólturin akkurát koppaði yvirum
og datt niður í gólvi Mjølnirmegin.
Men tá so Bárður aftur skuldi
serva, rakk dramatikkurin hædd
ina, tá dómararnir dømdu bóltin
til ÍF, tí Mjølnir hevði gjørt feil í
uppstillingini.
Hóast teir í Mjølnir mótmæltu
dúgliga,
hjálpti
eingin
góða
mamma, og sostatt kundi ÍF á sera
dra mat iskan hátt taka settið og
dystin. Sjálvandi sera keðiligt hjá
klaks víkingum, ið vóru so nær við
at yvirliva, men soleiðis eru regl ur
nar. Tí er ÍF oddalið, nú Eikligan
hjá monnum fer í jólafrí – og nú
er Mjølnir 10 stig aftan fyri fugl
firðingar.
Dramatiskur endi
mansFlogbóltur Ein netserva og ein upp
stillingsfeilur avgjørdu fjórða og avgerandi settið,
tá menninir hjá ÍF í Klaksvík vunnu á Mjølnir
Tað gjørdist sera dramatiskt, tá ÍF vann á Mjølnir í Klaksvík í gjár. Næstsíðsti bólturin var ein serva,
ið akkurát vann upp um netkantin, og síðani fekk Mjølnir dóm ímóti sær fyri feil í uppstillingini
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Drama
Hilmar Jan Hansen
Mansliðið hjá TB hevur enn nógv
eftir at læra, tí liðið er nýtt í bestu
mansdeildini, samstundis sum tað
telur ungar og óroyndar spælarar.
Enn er einki stig komið á kontuna,
og settmunurin 130 sigur eisini eitt
sindur um, hvussu tung tak tað er,
tá eitt nýtt lið skal byggjast upp
mill um tey bestu.
Men leygardagin var tað altso
um reppið, at TB spældi einum av
odda liðunum eitt ordans puss. SÍ
var á vitjan, og gestirnir máttu altso
upp um 25, áðrenn fyrsta settið var
komið til høldar.
Hóast SÍ kanska ikki byrjaði
dyst in við sterkastu uppstilling,
skal einki takast frá teimum í TB, ið
spældu fult upp ímóti sørvingum.
Lið ini fylgdust allan vegin uppeftir,
og TB hevði enntá settbólt við
støðuni 2423. Men tá síðsta takið
skuldi takast, royndist SÍ kortini
sterkari og vann settið 2624.
Í teimum báðum seinnu sett
unum var als eingin ivi, tí tá hevði
SÍ fingið ávaringina og spældi
veruliga upp til sítt besta. Í øðrum
setti servarði Ólavur Jensen sør
vingar framum 110, og so hugdu
teir annars ikki aftur um seg, men
vunnu trygt. Serliga høvdu teir í
TB trupulleikar av Rajko Petrovic,
ið ikki var inni í fyrsta setti, tí í
hinum báðum settunum blokkaði
hann dúgliga og vann annars eina
rúgvu av bóltum.
TB kløkkaði SÍ
mansFlogbóltur Tað var um reppið, at TB tók sett
frá SÍ leygardagin, men tá hvøkkurin var yvirvunnin,
sat SÍ væl og virðiliga á restini av dystinum