Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. desember · Nr. 171 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Birita Debes er fyrsta føroyska kvinn an, sum hevur vunnið gull í junior norður landa meist­ ara kapp ingini. Hon var fyrst á málið seinna partin leygardagin í 100 metra rygg. Hon svam teinin við tíðini 1.01.04. Tað er nýtt før oyskt met. Hon skavaði gott og væl tvey sekund av gamla meti­ num, sum hon eisini átti. Rókur í Jákupsstovu er næstformaður í Svimji sam­ bandi num. Hann sigur við Kring varpið, at hann er ovfarin av Biritu Debes. ­ Eg standi spyrjandi. Hon svam nógv skjótari enn eg hevði væntað, og hon setir bæði junior­ og seniormet. Ein ótrú lig ur viljastyrki, sigur Rók­ ur í Jákupsstovu. Land Gull Silvur Bronsa 1 Danmark 19 9 8 2 Svøriki 4 18 10 3 Finnland 4 8 4 Ísland 2 3 1 5 Noregi 1 2 4 6 Estland 1 2 7 Føroyar 1 Endaliga úrsliti: 1. Danmark 365 stig 2. Svøríki 327 stig 3. Noregi 208 stig 4. Finnland 200 stig 5. Estland 118 stig 6. Føroyar 84 stig 7. Ísland 70 stig Uni Holm Johannesen Svimjisambandið er errið av føroysku úrslitunum. ­ Saman um tikið eitt avbera flott úrslit í kapping móti svimjarum, sum í stóran mun vóru so mikið sterk, at tað kundi vera trupult hjá føroyingunum at halda seg til sína egnu ætlan. Har vóru onkrir svipsarar, sum tó fyri stóran part skyldast at svimjarar hava verið sjúkir stutt upp undir stevnuna. Men saman um tikið flott at fáa eitt lið heim aftur, har øll hava betrað seg. Har ein vann gull, og har tey har til settu eina rúgvu av metum, skrivar Svimjisambandið í tíðindaskrivi. Metini: Cecilia Eysturdal, Ægir, setti nýtt juniormet á 800 frí við tíðini 9:20.65. Birita Debes, FLOT, setti nýtt juniormet á 100 frí við tíðini 58.52. Magnus Jákupsson, HS, setti nýtt juniormet á 200 firvald við tíðini 2:09.12. Birita Debes, FLOT, Turið S. Christiansen, Ægir, Poula Ø. Mohr, FS, Cecilia Eysturdal, Ægir, settur nýtt junior­landsliðsmet á 4x100 blandað við tíðini 4:27.57. Cecilia Eysturdal, Ægir, setti nýtt juniormet á 200 frí við tíðini 2:08.76. Birita Debes, FLOT, fekk gull, setti føroyskt met og juniormet á 100 rygg við tíðini 1:01.46. Birita Debes, FLOT, Cecilia Eysturdal, Ægir, Poula Ø. Mohr, FS, og Jonna B. Thomsen, FS, settu nýtt juniorlandsliðsmet á 4x100 frí við tíðini 4:02.35 Birita Debes, FLOT, setti nýtt juniormet á 200 rygg við tíðini 2:20.30 Magnus Jákupsson, FS, setti nýtt føroyskt met og juniormet á 200 rygg við tíðini 2:04.82. Jonna B. Thomsen, FS, Cecilia Eysturdal, Ægir, Birita Debes, FLOT, og Poula Ø. Mohr, FS, settu nýtt juniormet, seniormet og landsliðsmet á 4x200 frí við tíðini 8:53.23. NJM var seinasta kapp ingin hjá føroysku junior svimjar­ u num hesa vetrarhálvuna, undan tikið jólakappingina, sum verður í Havn næsta viku­ skifti. Mikudagin byrjar heims­ meistara stevnan á stuttgeil í Dubai. Pál Joensen skal taka lut í 400 og 1500 metra frí svimj­ ing. Tað verður fríggjadagin 17. des em ber og 19. desember. Nú er bara Pál eftir Birita Debes vann einasta gullið Føroyar vunnu eitt gullheiðursmerki á juniormeistarastevnuni í Kastrup. Tað syrgdi Birita Debes fyri Fleiri nýggj føroysk met Samlaða úrtøkan á NJM 2010 var eitt gullheiðursmerki, tvey føroysk met, átta juniormet, trý landsliðsmet fyri juniorar og eitt landsliðsmet fyri seniornar Danmark hølvaði hini av Danmark vann greitt norður­ lendsku junior meistara kapp­ ingina í Kastrup, sum var um vikuskiftið. Danir vunnu 19 gull heiðursmerki, og Svøríki vann fýra gull. Stóri vinnarin var Victor Bromer. Hann vann heili fimm gullheiðursmerki.