mánadagur 13. desember 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. desember · Nr. 171
28
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
– St. James Park, Newcastle
Tað eru tveir tímar til dysturin byrj
ar, og tað er bítandi kalt í veðrinum,
men longu eru fleiri hundrað
fanat isk Newcastle viðhaldsfólk
møtt upp, fyri at geva Mike Ashley
eini greið boð. Á odda gongur ein
stuttur, tættur og skallutur maður
um tey 30 árini. Hann geilar hini
viðhaldsfólkini upp og rópar:
»Mike Ashley – Far út úr okkara
felagið!«
Stutt undan dystarbyrjan koma
rópini úr hvørjum horni á St. James
Park. Nýggi venjarin, Alan Pardew,
fær onga móttøku. Tað er ilt at
síggja hvussu Mike Ashley, ið er á
stadium, skal koma burtur úr hesi
støðuni. Eitt korter seinni kemur
svarið. Eitt fríspark verður sent inn
í Liverpool brotssteigin og umvegis
høvdið á Andy Carroll, leggur Kevin
Nolan Newcastle á odda. Brátt
tagn aðu rópini um Mike Ashley.
Nú var bara stuðul til leikararnar
at hoyra.
Í hálvleikinum gjørdist áfast
mill um viðhaldsfólk hjá Newcastle
og Liverpool. Eitt løgreglufólk fer
umkoll í rokanum. Stutt eftir koma
fleiri løgreglufólk uppí og fáa skilt
viðhaldsfólkini at. Í seinna hálvleiki
kemur Liverpool upp á javnt, og
dysturin kann nú fara báðar vegir.
Dysturin hellur spakuliga til
fyri muns fyri Newcastle, tá nýggi
venjarin velur at skifta 19ára gamla
Nile Ranger inn í álopið. Hann
skapar Liverpool verjuni nógv ar
trupulleikar. Yvirtakið hjá New
castle umseta Joey Barton og Andy
Carroll til mál ímóti dystarenda og
tryggja Newcastle øll trý stigini.
Uttanfyri St. James’ Park er
kava kríggj millum Newcastle og
Liverpool viðhaldsfólkini, og løg
reglan má koma ímillum at skilja
partarnar, áðrenn leikur gerst ov
álvar samur.
Í løtum síggja gøturnar uttan
fyri St. James’ Park út sum ein
skúlagarður.
Á tíðindafundinum eftir dystin er
greitt, at er Liverpool venjarin, Roy
Hodgson er kroystur. Hann setur
seg í heita stólin og sær alt annað
enn fegin út. Fyrsti spurningurin
er um vánaligu gongdina á útivølli.
Liverpool hevur bara vunnið ein
dyst á útivølli, síðani Roy Hodgson
kom til í summar.
Hatta er ein einfaldur spurn
ingur, men tað er ringt at geva eitt
einfalt svar aftur. Tú má spyrja
meiri
nágreiniligt,
sigur
Roy
Hodgson heldur óður.
Soleiðis heldur tíðindafundurin
fram og ongin kann verða í iva um,
at Roy Hodgson er ein kroystur
maður í Liverpool, sum liggur á ein
um 9. plássi.
Dagurin á St. James’ Park byrj
aði við óðum Newcastle viðhalds
fólkum, men eitt gott úrslit kann
gera allan munin.
trondur@sosialurin.fo
Newcastle vann
við nýggjum venjara
Fótbóltur Í vikuni fekk vældámdi venjarin hjá Newcastle, Chris Hughton, sparkið. Uttanfyri St. James’
Park mótmæltu viðhaldafólkini avgerðini hjá illa lýdda Newcastle eigaranum Mike Ashley, men nýggi
venjarin fekk eina góða byrjan, tá Liverpool kom á vitjan. Sosialurin var á St. James’ Park leygarkvøldið.
Alan Pardew fekk eina dreymabyrjan uppá nýggja venjarastarvið í Newcastle United
Mynd: Polfoto
dreymabyrjan
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Arsenal
16
10
2
4
34-18
32
2
Manchester City
17
9
5
3
24-13
32
3
Manchester United
15
8
7
0
35-16
31
4
Chelsea
17
9
4
4
31-12
31
5
Tottenham
17
7
6
4
25-22
27
6
Bolton
17
6
8
3
30-24
26
7
Sunderland
17
5
9
3
20-18
24
8
Newcastle
17
6
4
7
27-26
22
9
Liverpool
17
6
4
7
21-22
22
10 West Bromwich
17
6
4
7
24-29
22
11 Blackpool
16
6
4
6
24-29
22
12 Stoke
17
6
3
8
21-22
21
13 Blackburn
17
6
3
8
22-27
21
14 Aston Villa
17
5
5
7
19-28
20
15 Everton
17
3
9
5
18-20
18
16 Birmingham
17
3
9
5
17-20
18
17 Fulham
17
2
10
5
16-20
16
18 Wigan
17
3
7
7
13-28
16
19 Wolverhampton
17
4
3
10
18-30
15
20 West Ham
17
2
6
9
15-30
12
Dagsins
leikari:
Andy Carroll skoraði eitt
flott mál og legði upp til
hini bæði málini. Hann var
vandamikil allan dystin
ígjøgnum. Hann kann blíva
tann næsta superstjørnan
hjá Onglandi, sum hann
hevur spælt í ár.