Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 13. desember · Nr. 171 Sosialurin Kjak Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna í mentamálum Samgongan satsar upp á hægri útbúgving á Fróð­skap­ arsetrinum. Stórsta íløgan í útbúgving nakrantíð­ verð­ur í Marknagili, og bæð­i skips­ førara­ og maskinmeistaraút búgvingarnar verð­a verandi í Havn, og harafturat verð­a hesar útbúgvingar munandi mentar. Tað­ er gott at síggja, at Havnin hevur ein borgmeist­ ara, sum roynir at verja sína egnu borg. Tað­ skal ein lokal­ politikkari, sum er góð­ur við­ sín bý, eisini gera. Men eg ivist ikki í, at tá borgmeistarin og býráð­ið­ hevur sett seg betur inn í tær landspolitisku út­ búgvingarætlanirnar, so fer eisini hann at ásanna, at Havnin onga orsøk hevur til stúran. Risaíløga í Marknagili í Havn Kann kanska eisini loyva mær at minna á, at bæð­i eg sjálv og nógvar góð­ar kreftir hvønn einasta dag arbeið­a við­ størstu skúlabygging í Føroya søgu, og sum skal liggja í Marknagili í Havn. Ùti við­ 1.300 næmingar fara at hava sína dagligu gongd her, umframt 200 starvsfólk.. So tað­ skal góð­ur vilji til at koma til ta nið­urstøð­u, at landsstýrið­ ikki ger íløgur í útbúgvingarkarmar í Tórs­ havnar Kommunu, og at Tórshavnar kommuna er við­ svið­u soð­, tá umræð­ur íløgur í útbúgving. Tí tað­ passar snøgt sagt ikki. Stór tilgongd til miðnáms- og hægri útbúgvingar í Havn Ongantíð­ áð­ur eru so nógv ung fólk byrjað­ upp á eina mið­námsútbúgving og eina hægri útbúgving, sum í júst hesum ári – eisini í Havn. Og tað­ er sjálvandi ein gongd, sum er komin fyri at vera. Uml 1.200 ungfólk ganga á yrkis­ og mið­námsskúla í Havn. Tilsamans uml. 200 lesandi byrjað­u hægri lestur á Fróð­skaparsetrinum á heysti 2010. Í dag eru yvir 800 heiltíð­arlesandi á okkara hægru lærustovnum, í 2007­ 08 var talið­ uml. 600. So tað­ gongur avgjørt framá. Bygnarðarbroytingar og rationaliseringar Til tess at menna samlað­a útbúgvingartilboð­ið­ í øllum Føroyum enn meira, er av­ gerð­andi neyð­ugt at fremja bygnað­arligar broytingar og rationaliseringar. Tá ið­ bygnað­arligar broyt­ ingar skulu fremjast, eisini á maritima útbúgvingarøkinum, ræð­ur um at taka nógv fyrilit. Og vit hava veruliga arbeitt mið­víst við­ at finna eina loysn, sum bæð­i tryggjar hægstu dygd í útbúgvingunum, eitt skilagott útbúgvingarbýti millum Havnina og Norð­urøkið­, einari loysn, sum tryggjar fjølbroytni innan útbúgvingartilboð­ini á stað­num, og sum tryggjar, at vit brúka pengarnar skilagott, sum Løgtingið­ játtar. Broytingar í maritimu útbúgvingunum Bæð­i Vinnuháskúlin og maritima útbúgvignarráð­ið­ hava í fleiri ár strongt á Menta­ málaráð­ið­ at bera so í bandi, at útbúgvingarnar til skipsførara og maskinmeistara verð­a lyftar upp á bachelor stig. Tað­ er hetta, sum nú verð­ur framt í verki. Og tá ið­ henda týdningamikla upp­ rað­festing av maritimu út­ búgvingunum er veruleiki, verð­ur upptøkukravið­ sum útgangsstøð­i ein mið­náms­ útbúgving, og krøvini til læraraførleikarnar verð­a á universitetsstøð­i. Ein náttúr­ lig avleið­ing av hesum verð­ur, at skiparaútbúgvingin, sum er upp á 1,5 ár, ikki longur verð­ur fyrri partur av skips­ føraraútbúgvingini. So her er als ikki talan um at slíta nakað­ sundur. Her er talan um at menna og fjøltátta útbúgvingarnar á maritima økinum sum heild. Økt og mennandi virksemi í maritimum depli í Klaksvík Skiparaútbúgvingin verð­ur tá ein sjálvstøð­ug útbúgving, ið­ ikki náttúrliga hoyrir heima innan karmarnar á einum universiteti, og tað­ sama er galdandi fyri maskinistútbúgv­ ingina. Tá er ætlanin, at skipara­ útbúgvingin verð­ur í Klaksvík burturav, har skipað­ur verð­ur ein maritimur depil í samstarvi við­ Tekniska Skúla. Sostatt fáa vit eina skipara­ útbúgving í einum spennandi útbúgvingarumhvørvi, sum fevnir um skiparaútbúgving, maskinist og onnur maritim skeið­ og trygdarútbúgvingar, umframt yrkisútbúgvingar, mið­námsútbúgvingar, mat­ vøruútbúgvingar og að­rar út­ búgvingar. Henda samskipan fer væntandi at leggja lunnar undir eitt sterkt, fjøltáttað­ og áhugavert útbúgvingar­ virksemi í Klaksvík, har vit gagnnýta betur tær íløgur, sum eru gjørdar, tryggja ein rationellan rakstur. Økt og mennandi virksemi á Fróðskapar- setrinum í Havn Samstundis eri eg vís í, at ein upprað­festing av skipsførara­ og maskinmeistaraútbúgvi ngunum innan karmarnar á Fróð­askaparsetrinum í Havn, fer at draga til sín góð­ar mið­­ námsskúlanæmingar, sum í dag velja hesar útbúgvingar frá, tí tær eru “blindvegir” og ikki geva bachelorprógv. At vit so í framtíð­ini fáa nógv fleiri bachelorar á Setrinum innan hetta øki, fer so væntandi at slóð­a fyri enn fleiri útbúgvingum á økinum t.d. innan shipping, búskap og management, soleið­is at okkara Fróð­skaparsetur í framtíð­ini í størri mun kann laga seg eftir og nøkta tann tørv á útbúgvingum, vit hava í Føroyum. Eitt fjar­ lesturssamstarv við­ onnur universitet kann førka okkum skjótari rætta vegin. Sum frá líð­ur fer hetta at at breið­ka og fjølltátta útboð­ið­ av hægri útbúgvingum á Fróð­skaparsetrinum og skapa betri granskingarumstøð­ur, við­ denti á og við­ útgangs­ støð­i í okkara egna samfelag og høvuð­svinnum okkara. Henda gongdin fer at draga fleri ungdómar til Setrið­ og harvið­ til Havnina, og vil vera við­ til at forð­a fyri, at so nógv fara av landinum. Vit skulu minnast til, at ein av okkara allar stórstu avbjóð­ingum er, at av teimum, sum fara undir hægri lestur, eru tað­ framvegis uml. 60%, sum lesa uttanlands, og bert umleið­ helvtin at teimum koma heimaftur til Føroyar. Hetta kann vónandi eisini vera við­ til at fáa fólkatalið­ í Føroyum at vaksa aftur, og forð­a fyri framhaldandi “brain drain”, og vónandi eisini eggja útlendskum studentum og granskarum at koma hendanvegin. ­ Hetta fer eisini at fjølga um Havnina. Broytingar krevja samstarv Eg eri vís í, at tær avgerð­ir, sum nú eu tiknar, fara at menna úrbúgvingarvirksemi bæð­i í Havn og í Klaksvík. Avbjóð­ingarnar verð­a nógvar, og tørvur verð­ur á fram­ haldandi góð­um og ikki minst sakligum samskifti og sam­ starvi við­ báð­ar borgmeist­ ararnar og bæð­i býráð­ini. Hóast stórt hall fíggjarlógini, hevur eitt samt løgting rað­fest útbúgving og gransking, og eg haldi at lands­ og kommunalir myndugleikar nú skulu taka lógvatak saman, soleið­is at vit í felag berja okkum burturúr kreppuni . Havnin onga orsøk til stúran Tað­ er gott at síggja allar tær íløgur og játtanir fyri 2011 hjá Tórshavnar kommunu. Serliga hugaligt er síggja á fíggjarlógini, at ungdómurin í kommununi fær fleiri tilboð­ at velja í millum, og ungdómsmentanin er komin í hásæti. Hetta stendur eitt samt Tórs­ havnar býráð­ aftanfyri, og tað­ er at fegnast um, at hetta verð­ur rað­fest so ovarliga hjá býráð­slimun. 555.000 kr til KLUBB 188 í Hoyvík Tórshavnar kommuna hevur havt royndartíð­ við­ ungdómshúsinum í Hoyvík ”KLUBB 188”, og tað­ er somikið­ væl vitjað­, at nú er avgjørt at leggja raksturin í eina fasta legu, og 555.000 kr eru settar av raksturin í 2011. 1,5 millión til ungdómsvirksemi í Kollafirði Umframt hetta hevur Tórshavnar kommuna avgjørt at innarætta loftið­ í ítróttarhøllini í Kollafirð­i fyri 1.5 millión til ungdóm og annað­ skapandi virksemi hjá KÍF. Telducafé á Norðasta Hornið Tað­ er eisini eitt spildurnýtt tilboð­ sum skal opnast á Norð­asta Hornið­, har kommunan hevur boð­að­ frá, at Býlingshúsið­ á Norð­asta horni skal opna eina telducafé fyri teimum ungu, har opið­ verð­ur 2 til 3 ferð­ir um vikuna. Hetta er sera átrokandi mál, tí tað­ er langur vegur frá Norð­asta Hornið­ til eitt nú Margarinfabrikkina hjá teimun ungu. Ungdómtilboðini er fyribyrgjandi og fyriganga í rúsfríum umhvørvið Tað­ er sera umráð­andi, at tey ungu hava eitt stað­ at fara til og føla at hetta er teirra stað­. Ungdómhúsini eru eisini við­ til at styrkja identitetin og felagsskapin hjá teimum ungu. Somuleið­is er tað­ ein styrkur, at tey ungu sjálvi seta dám á virksemi. Tilboð­ini eru eisini við­ til at syrkja um tað­ umhvørvið­, har tey ungu sjálvi koma frá, og tað­ liggur eisini eitt fyribyrgjandi arbeið­i í hesum. Tey ungdómstilboð­ini sum Tórshavnar kommunan hevur, fyriganga øll í rúsfríum umhvørvi, og tað­ er eisini endamálið­ og endámilið­ er eisini eitt fyrbyrgjandi arbeið­. Næsta stigið má vera ungdóms­ virksemi á Argjum Nú eru fleiri tilboð­ á veg, og tað­ er framanundan skapandi virksemi fyri teimum ungu í Nolsoy, á Margarin­ fabrikkini og í KLUBB 188 í Hoyvík. Næsta stigið­ verð­ur á Argjum. Tað­ er sera umráð­andi at fáa skapndi ungdómstilboð­ í allari kommununi, men nú er sett hol á, og enn er nakað­ eftir á mál. Tað­ er eisini neyð­ugt, at tað­ verð­ur okkurt ungdómstilboð­ á Argjum. Hetta er eisini stemningur fyri í býráð­num, so tað­ má verð­a næsta stigið­. Tað­ er sera umráð­andi at fáa skapandi ungdómstilboð­ í allari kommununi, men nú er sett hol á og enn er nakað­ eftir á mál. Tað­ er eisini neyð­ugt, at tað­ verð­ur okkurt ungdómstilboð­ til tey ungu á Argjum, so tað­ má verð­a næsta stigið­. Ungdómurin í Tórshavn fær fleiri tilboð í 2011 Levi Mørk býráðslimur