Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. desember 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. desember · Nr. 171 30 Sosialurin Kjak Eitt føroyskt Málráð skal stovnast. Helst er hetta fínt, so leingi talan er um eitt Málráð, sum virðir teir fýra málførleikarnar: at tosa, at lurta/skilja, at lesa og at skriva. Aftur at hesum skal Málráðið arbeiða út frá, meini eg, tí veruleika, at føroyskt er eitt miðskandinaviskt mál. Í hesum liggur fylgjandi. Tey norðurlendsku málini verða flokkað í oyggja­ skandinavisk og fastlands­ skandinavisk mál. Her verður sagt, at føroyskt er oyggjaskandinaviskt, tí tað hevur ymiskt syntaktiskt felags við íslendskt. Hini norðurlandamálini, danskt, svenskt og norskt eru fastlandsskandinavisk. Men føroyskt er ikki eitt oyggjaskandinaviskt mál. Flokkingin er skeiv, og tað er tí, tað stundum hevur bæði oyggjaskandinaviska syntaks, stundum fastlands­ skandinaviska og stundum bæði. Eitt dømi um hetta síðsta er tann ópersónliga, passivkonstruktiónin: Í gjár varð dansað umborð á skipinum. Henda setningin hevur føroyskt felags við íslendskt, men um eitt tað er í setninginum: Í gjár varð tað dansað umborð á skipinum, gongur føroyskt saman við teimum fast­ landskandinavisku málun­ um. Hetta eina dømið fer at duga. Tað vísir, at før­ oyskt loyvir bæði oyggja­ skandinaviskari og fastlands­ skandinaviskari syntaks. Tað er tí ymiskt er niðurarvað, annað er lænt sum úrslit av tvímælisstøðuni. Úrslitið er, at føroyskt er í vissum førum kompleksari enn danskt t.d. og íslendskt, har komplekst merkir, at tað tekur longri at lýsa; sbr. tvær ópersónligar, passivar konstruktiónir í føroyskum, ein í hinum. Føroyskt skal flokkast sum eitt miðskandinaviskt mál, og tað er ikki bara syntakt­ iskt, at føroyskt best flokkast sum eitt miðskandinaviskt mál. Eisini tá ið talan er um málrøktina; hugburðin til lán og hvussu nógv lán eru í málinum. Og hetta skal endur­ speglast í endamálsorðingini til Málráðið. Sum er, ger tað tað ikki. Neyvari sagt. Tað, sum skal endurspeglast í enda­ málsorðingini er: (1) at teir fýra málførleikarnir at tosa, at lurta/skilja, at lesa og at skriva verða virdir; (2) at føroyskt er eitt mið­ skandinaviskt mál, bæði syntaktiskt, men eisini viðvíkjandi lánum; (3) at málrøktin ikki er so stang í Føroyum sum í Íslandi og (4) at føroyingar eru tvímæltir, fleiri enntá fleirmæltir (føroyskt, danskt og enskt). Hetta alt førir m.a. við sær, at stavsetingarorðabókin, ætlanin er at gera, ikki bara skal skráseta nýkomin føroyskt orð. Málráðið og tað/tey fólk, sum har fara at arbeiða, skulu ikki skráseta nýkomin føroysk orð. Skrásetast skulu NÝKOMIN ORÐ Í FØROYSKUM og málilskur, nýggjar bendingar og syntaks. Dømi um eitt nýkomið orð í føroyskum er: uppmerksemi, sum eg sá á Vágaportalinum fyri stuttum. Eitt annað er so wikileaks. Eitt triðja (ikki so nýtt) er: fjeppari. Dømi um nýggja syntaks, sum er í ferð við at taka seg upp, er nýtslan av koma í framtíðarmerking, t.e.: eg veit ikki, um hann kemur at spæla aftur fyri: fer at spæla aftur. Dømi um ein annan bendingarflokk er: ein mýra, sum bendist sum kona í eintali, men sum hurðar í fleirtali; t.e. talan er um eina blandbending. Annað dømi er blandbendingin av hobby. Bundið í eintalið er tað hobbyið = barnið. Óbundið í eintali bendist tað sum dømi = hobby. Eyðvitað kann Málráðið vera við at útvikla eitt yrkismál, men tað skal ikki vera so forgjørt og langt frá málveruleikanum, sum fleiri dømi hava verið um í Føroyum sum úrslit av einari forstokkaðari málrøkt. Her er tað, at eg aftur vísi til, at teir fýra málførleikarnir skulu respekterast. Allir teirra. Og flokkingin av føroyskum ímillum norðurlandamálini. Tað nyttar ikki at gera eitt yrkismál sum tað, sum er í alisfrøðibókum ella koyri­ bókini og onkrari læknabók og sum mangan endur­ speglast í Føroysk orðabók. Her er talan um eitt mál, sum fólk ikki skilja, tí tað er fylt við fremmandum orðum. Hesi fremmandu orðini síggja út sum føroysk, t.d. ástig fyri pedalur (Føroysk orðabók), men tað groteska er, at málrøktin hevur megnað í hesum føri at skapa eitt fremmant orð, meðan tað innlænta orðið ikki er fremmant. Eg skilji tá eitt fremmant orð sum ‘eitt orð sum málbrúkarin ikki skilir’. Og tá er tað, at mann aftur fer at hugsa um málførleikarnar, har ein er: at lurta/skilja. Tó er tað ikki altíð, at málrøktin er so óheppin sum omanfyri. Nýorð verða brúkt, sum eitt nú bókmentir vísir og fleiri onnur, sum J. Jacobsen gjørdi. Ansast má eftir, at skil er í lóggávuni. Málið er eitt tól, sum skal brúkast og Málráðið skal virka fyri, at fólk sleppa at brúka eitt flótandi mál, ikki eitt stirvið grótføroyskt mál. Sum sagt, skil skal og má vera í lóggávuni. Hon má ikki vera so fullkomiliga høpisleys sum Navnalógin, ið fullkomiliga, í strangasta formi sínum, sá burtur frá gomlum uppkallingarsiði í Føroyum og yvirhøvur før­ oyskari navnagávu, tí hon varð gjørd eftir viljanum hjá teimum fáu. Fer Málráðið at arbeiða soleiðis, er tað betur ókomið. Fer tað at arbeiða eftir einum leisti, har tað virðir føroyskt sum miðskandinaviskt við tí, sum tað inniber, fer tað at fungera. Og um ymisk­ ar áskoðanir fáa rúm í Málráðnum. Eitt Málráð – Nakrar viðmerkingar Hjalmar P. Petersen Richard Danielsen Annar partur Eg nevndi seinast at Bíblian vísir á orðið, sum nakað ið hevur ógvuliga stóran týdning. Sálmur 138,2 sigur: ”Eg tilbiði, vendur móti heilaga templi Tínum, og meir enn øllum prísi eg navni Tínum fyri náði og trúfesti Tína; tí dýrt hevur Tú gjørt orð Títt, meir enn alt navn Títt.” Orðið hevur altíð verið, og orðið er Gud. Men orðið var eisini hjá Gudi. Orðið er Kristus, Sonurin. Í Honum var lív, og lívið varð ljós menniskjana. Her er alt, sum hevur týdning: Gud hin ævigi, sum skapti heimin við orði sínum. Her er Sonurin hin ævigi identiskur við Gud. Her er lívið, og her er ljósið. Doyparin sigur: ”Hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin.” Jesus segði sjálvur: ”Eg eri vegurin, sannleikin og lívið.” Er tað ikki júst hetta, okkum menniskjum tørvar. Okkum tørvar ein veg at ganga eftir, okkum tørvar at hoyra sannleikan, og okkum tørvar lív. Hesi trý gevur Harrin Jesus Kristus okkum við orði sínum. Síðani kemur skriftin við einum vitnisburði frá Jóhannes doyparanum: ”Hesin er Hann, sum eg segði um: Tann, ið kemur eftir meg, er komin undan mær, tí Hann var, áðrenn eg. Av fylling Hansara hava vit øll fingið, og tað náði yvir náði. Tí lógin varð givin við Mósesi; náðin og sannleikin eru komin við Jesusi Kristi. Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; hin einborni Sonurin, sum er í fangi Faðirsins, hevur kunngjørt Hann.” Jóh.1,18 .Nei, eingin hevur nakrantíð sæð Gud. Hesin veldigi Andin, sum onga byrjan hevur og ongan enda, hvør kann fata hann, men, sum eg byrjaði við, orð Guds loysir hetta mysterium, við tí opinbering tað gevur okkum og frelsir okkum úr vegloysi, lygn og deyða. Um vit ikki áttu orðið, trúðføstu lyfti Guds, høvdu vit verið illa stødd. Og tey, sum vraka skriftirnar, eru illa stødd. Tey hava onga kós, tí tey hava ongan veg, tað er av sonnum ein døpur tilvera. Tey eiga ongan sannleika, sum tey kunnu byggja á, og byggja tí lív sítt á lygn, og tey eiga einki veruligt lív og stevna tí ímóti ævigum deyða. Tað er ræðuligt. Eg takki Gudi fyri, at eg kann byggja lív mítt á sannleika, ikki tí eg eri so klókur, men tí Gud elskaði meg so høgt, at hann boygdi seg niður og opinberaði sannleikan fyri mær við orði sínum um Harran Jesus Kristus, sum er Vegurin Sannleikin og Lívið. Framhald Tað, sum var frá upphavi