Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. desember 2010 · Nr. 172 10 Sosialurin Seinastu 14 dagarnar var 9. flokkur í Hoyvíkar skúla í starvsvenjing. Tveir av næmingunum, Ása Østerø og Anna Poulsen valdu Miðlahúsið, og hava tær her roynt mangt og hvat av tí, sum hendir á slíkum staði: Millum annað verið við í dagliga arbeiðinum, hava skrivað tíðindi til planet.fo, einsamallar staðið fyri Ynski­ løtuni á Rás2, verið við til tíðindafundir, á reportasju­ túrum og hava sjálvar út­ vegað tilfar til Sosialin og Jólablaðið. Og mín sann, um tær ikki eisini gjørdust partur av tíðindunum á Rás2, tá úrslitið av PISA­kanningini varð al­ mannakunngjørt í farnu viku, og tær báðar vórðu spurd ar um sína hugsan í hes um sambandi. Tað seinasta teir báðir ídnu praktikantarnir fingu frá hond var at fara út at vita floksfelagar sínar, á teimum støðunum har teir vóru í starvsvenjing. Úrslitið av tí sær á hesi síðuni. Frá okkum í Miðlahúsinum skal ljóða ein stór tøkk til tær báðar, Ásu og Annu fyri teirra innsats á redaksjónini í Miðlahúsinum. Kundi meiri enn so hent, at vit sóu tær aftur eina aðru ferð sum miðlafólk, her ella á øðrum staði!! Hittu sínar floksfelagar Sudarat Niyomtham (15), Hoyvík Hvar ert tú í starvsvenjing? Í Steinprent. Hví valdi tú at fara í starvsvenjing her? Tí mær dámar væl at tekna og mála, og hetta er tað einasta grafiska verkstaðið, ið hevur nakað við list at gera her í Føroyum. Eg umhugsaði at fara til ein listamálara, men her hjá Steinprent fekk eg alt við - listamáling, myndatøku og steinprent. Hvat hevur tú ímillum annað gjørt? Eg havi verið við til at prenta nakrar málningar hjá Zacharias Heinesen. Eg havi verið úti og tikið myndir, og so havi eg havt møguleika at tekna og prenta mítt egna steinprent. Hevur hetta verið ein góð, ella ein ring tíð? Hetta hevur verið ein sera góð tíð. Eg havi lært og roynt nógv. Kundi tú hildið áfram við hesum starvi? Tað at vera grafikari er áhugavert, men eg helli nokk mest til at vera listamálari. Tó eri eg í iva. Turið Berg (15), Hoyvík Hvar ert tú í starvsvenjing? Tryggingarfelag Føroya Hví valdi tú at fara í starvsvenjing her? Tað tóktist áhugavert, tí her eru nógvar ymiskar deildir, og tí kundi eg fáa innlit í, hvussu alt fyrigongur, - hetta er jú eitt sera stórt felag. Hvat hevur tú ímillum annað gjørt? Eg havi gjørt eitt átak um Guðrun & Guðrun endurskinsvestarnar. Og so havi eg eisini fingið innlit í, hvat tey gera á hvørjari deild. Hevur hetta verið ein góð, ella ein ring tíð? Ein sera góð tíð, heilt sikkurt Kundi tú hildið áfram við hesum starvi? Á Markaðars- og bilsýnisdeildini, hevur tað verið mest áhugavert, so har kundi eg gott hildið áfram. Sigurð Poulsen (15), Hoyvík Hvar ert tú í starvsvenjing? Í Yndi fitness. Hví valdi tú at fara í starvsvenjing her? Tí at hevði kunnað hugsað mær, at lært meiri um vøddar og venjing, tí sjálvur íðki eg nógvan ítrótt. Hvat hevur tú ímillum annað gjørt? Vit hava vaskað nógv, bólka pappírir, sett ting uppá pláss. Og so hava vit vant ta tíðina ið er til yvirs. Hevur hetta verið ein góð, ella ein ring tíð? Ja, ein ógvuliga góð tíð. Kundi tú hildið áfram við hesum starvi? Ja, heilt sikkurt! Tey sum hava áhuga fyri vælveru og heilsu, burdu heilt sikkurt roynt hetta. Andor Sivertsen (15), Hoyvík Hvar ert tú í starvsvenjing? Í Yndi fitness Hví valdi tú at fara í starvsvenjing her? Tí at hondbóltskappingin byrjar, so eg kundi ikki fara til skips. Tí valdi eg at fara í Yndi. Hvat hevur tú ímillum annað gjørt? Eg havi vaskað maskinur og vektir, og vitja staðið, har Yndi skal vera aftaná jól. Hevur hetta verið ein góð, ella ein ring tíð? Hetta hevur verið ein sera góð tíð. Kundi tú hildið áfram við hesum starvi? Ja! tað er heilt vist. Hanus Bergson (15), Hoyvík Hvar ert tú í starvsvenjing? Eg eri í djóralæknatænastuni hjá pápa mínum. Hví valdi tú at fara í starvsvenjing her? Eg havi altíð viljað arbeitt við djórum, tí var tað upplagt at fara her. Hvat hevur tú, ímillum annað, gjørt? Eg havi hjálpt til, og verið í fjósum, hugt eftir neytum og rossum. Eisini havi eg verið á klinikkini og eygleitt skurðviðgerðir. Hevur hetta verið ein góð, ella ein ring tíð? Hetta hevur verið ein góð og áhugaverd tíð. Kundi tú hildið áfram við hesum starvi? Ja, vænti at eg fari at vera djóralækni ella biologur.