Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. desember 2010 · Nr. 172 10 Sosialurin Jólablaðið Snorri Brend Fyri tann ella tey sum hava áhuga fyri tíðini undir fyrra verald ar­ bardaga, er henda bókin ómiss­ andi. Bókin sigur fyrst og fremst frá, tá sluppirnar vórðu søktar, men í bókini verður eisini greitt frá tí stóra kavbátavirksemi sum var undir Føroyum í 1917. Á Suðurrás varð skrivað soleiðis, tá bókin varð løgd fram: Kanónskotini hoyrdust til lands, og fólk í Sumba, Vági og Fámjin gjørdust sera kløkk og bangin. Tey hildu, at týskurin og bretin vóru brostnir saman í einum sjóbardaga vestan fyri Suðuroynna. Einki sást, tí tað var nógvur mjørki. Veðrið var til alla lukku gott, so at manningarnar fingu bjargað sær til lands bæði her í Føroyum, Hebridunum og Hetlandi, men bátarnar vóru lítlir og teinurin langur, uppí 70 fjórðingar at rógva. Í Føroyum komu flestu mann­ ing arnar til lands í Suðuroynni, mest í Sumba, og eina tíð gingu um hundrað sjómenn í Suðuroynni og bíðaðu eftir at sleppa heimaftur. Bókin sigur frá tíðini fyri krígg­ ið, um aldaskiftið og um byrjanina av slupp fiski skapinum seint í 1800 talinum við sluppum sum bretar høvdu lagt frá sær, tí teir fóru at byggja trolarar úr stáli. Tær kasseraðu sluppirnar komu at verða álitið hjá føroyingum í næstan 100 ár. Bókin sigur frá einahandlinum og tíðini mitt í 1800 talinum, tá tjóðskaparrørslan tók seg upp í Týsklandi og breiddi seg til Suðurjútland, Føroyar og Ísland. – Ein sera áhugaverd søgubók, skrivar Suðurrás. Ikki kann sigast annað enn, at bókin ”Serstakar hendingar á sjó­ num” er væl móttikin av fólki. Eftir 10 døgum varð hon útseld frá forlagnum í Nesvík. Tað er Torleif Johannesen, sjó­ manstrúboðari, sum hevur savnað saman frásagnir frá fólki, ið hava upplivað mangt og hvat á sjónum. – Enn er hon tó at fáa í nøkrum handlum kring landið, men nú er einki eftir á goymslu hjá Heima­ missiónsforlagnum, verður upp­ lýst. Rithøvundurin sjálvur er fegin um góðu undirtøkuna, og sigur, at hann er vitandi um, at fleiri fyritøkur hava keypt bøkurnar at geva í jólagávu. Av tí at eftirspurningurin hevur verið so stórur, er ætlanin at prenta bókina uppaftur. Men hetta verður ikki fyrr enn fyrst í komandi ári. snorri@sosialurin.fo Undir einum lítlum træi liggur... ein bókapakki! Allarbesta jólagávan er hørð og fýrakantað og keypt í bókabúðini. Sosialurin viðmælir nýggjar føroyskar bókaútgávur í hvørjum blað í jólamánaðinum. Tá deyðin verður avdúkaður Vit kaga inn á sjúkrahúsið Nakrar mánaðir í 2007 ar beiddi Høgni Mohr sum doku mentaristur á lands sjúkra hús inum. Frá leiðsl uni fekk Høgni fullkomiligt frælsi at eygleiða og skjalfesta upp livingarnar, hann hevði saman við starvs fólkum, sjúklingum og avvarðandi. Tekstirnir røkka heilt frá tí, at ein genta verður fødd, til at líkið av einum bráðdeyðum manni verður skorið upp. Matur og matgerð Matur, sum vit kenna So kom 6. og eitt sindur broytta útgávan út av vælumtóktu bók­ ini hjá Óluvu Skaale og Mariusi Johannesen. Fyrstu ferð hon kom út var í 1974 og var hon tá ein góð hjálp til føroysku húsarhaldini, sum bert høvdu havt útlendskar bøkur at mat gjørt eftir. Í dag hava vit fleiri slíkar at velja ímill um, men tað sum er øðrvísi við hesi bókini er, at hon gevur okkum frágreiðing um hvussu føroyingar hava brúkt tað tilfeingið, sum teimum varð litið upp í hendi og hvussu tey gomlu hagreiddu tað og fingu nógv gott burturúr. Til tey smáu Dukkan Mimmi verður álopin Ein av klassisku søgunum hjá Astrid Lindgren er komin út sum myndabók. Søgan byrjar við, at drong urin Pætur kemur til hús eftir at hava verið úti og spælt við vinmenninar. Hann er eitt sind ur bangin, tí ongin er inni, og hann letur fram fyri seg alla tíðina, at eingir ránsmenn eru í skóginum. Knappliga kemur lív í dukkuna Mimmi, sum situr í einum stóli í dukkuhúsinum, og hon sigur, at vist eru ránsmenn í skóginum, og tá ið tey fara yvir til vindeygað, fáa tey sjón fyri søgn, tí aftan fyri trøini standa ránsmenn til reiðar at leypa á. Hvussu hetta spælir av, mást tú lesa í hesi sera vøkru, spennandi og væl skrivaðu bókini. Bókin um søktu sluppirnar ÚTGÁVA Á sjálvum 70 ára føðingardegi sínum gav Mathias Lassen, ættaður úr Vági, út bókina “Tá ið týskurin søkti sluppirnar á Føroyabanka í 1917”. Framløgan var á Seglhúsloftinum á Tvøroyri VIRKIN Mathias Lassen hevur seinastu árini latið tvær forvitnisligar bøkur úr hondum: Fyrst bókina um hollendska eysturindiafararan Westerbeek, og á 70 ára føðingardegi sínum bókina “Tá ið týskurin søkti sluppirnar á Føroyabanka í 1917” Mynd: Jens Kristian Vang Útseld frá forlagnum RAKTI PLETT Ikki kann sigast annað enn, at Torleif Johannesen rakti plett, tá hann fyrr í mánaðinum gav út bók sína ”Serstakar hendingar á sjónum” Mynd: Jens Kristian Vang