Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. desember 2010 · Nr. 172 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Seint týsdagin gjørdist mikil rokan í Funningsfirði, og bygd in varð avbyrgd eina fitta løtu. Løgregla við lumma lykt­ um og hundum og sjúkrabilur komu til bygdina. Fólk, sum ætlaðu sær gjøgnum bygdina í bili, vórðu steðgað og onkur, sum ætlaði sær til Gjáar eftir Funningsvegnum, slapp ikki inn í bygdina, men noyddist longu leiðina um Eiðisskarð. Tá fólk í Funningsfirði sóu alt hetta hóvastákið í bygdini og spurdu seg fyri, fingu tey at vita, at tey skuldu ikki fara út um, tí vápnaður maður var í bygdini. Fleiri sótu hesar tímarnar við læstari hurð. Var einki mál Tað tók sína tíð, til løgreglan umsíðir kundi boða frá, at umrøddi maður var hand­ tikin, og at hann hvørki hevði gjørt skaða á seg sjálvan ella onnur. Maðurin hevði ikki byrsu hjá sær, tá hann var handtikin. Vakthavandi á løgreglu­ støðini í Havn sigur í morgun, at tey fingu eina fráboðan frá fólki, sum standa manninum nær, um, at hesin hevði hótt við at skaða seg sjálvan. Hann sigur, at alt kortini spældi væl av, og tað vísti seg, at tá samanum kom, at hetta var einki mál. Einki kriminelt Løgreglan sigur, at sjálvandi tóku tey fráboðanina úr Funn ingsfirði í álvara í roynd ini at byrgja uppfyri, at nakað hendi. – Tí fóru vit at leita í Funn­ ingsfirði týskvøldið. Maðurin bar einki skotvápn, sjálvt um hann sambært onkrum av nærmastu hevði hótt við at skaða seg sjálvan. Vakthavandi á løgreglu­ støðini í Havn sigur í morg­ un, at einki kriminelt var við hendingini ella í aðrar mátar við manninum í Funn­ ingsfirði týskvøldið. vilmund@sosialurin.fo Byrsumaður ongari Byrsu AVBYRGING – Sjálvandi tóku vit fráboðanina í álvara um, at maður hevði hótt við at skaða seg sjálvan. Vit fóru til verka í royndini at byrgja uppfyri, at nakað hendi. Men hendingin í Funningsfirði týskvøldið gjørdist einki mál, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn Vilmund Jacobsen Síðan Faroe Seafood herfyri endaði í Skiftirættinum, og hópur av fólki vórðu søgd úr starvi, er framvegis virksemi á landingamiðstøðini Kongs­ havn í Saltangará. Tey, sum starvast hjá Kongs havn, eru ikki søgd úr starvi. Talið av arbeiðsfólki, sum starvast hjá landingar mið­ støðini, hevur táttað í 30, tá ið mest hevur verið at gera. Seks landingar Landingarmiðstøðin hevur landað tilsamans seks ís fiska­ trolarar seinastu vikuna. Týsdagin fyri góðari viku síðan landaðu partrolararnir, Jaspis og Ametyst, stívliga 140.000 pund. Seinasta hósdag landaðu partrolararnir, Heykur og Falkur og seinasta fríggjadag eisini partrolararnir, Polar­ hav og Stjørnan. Á landingarmiðstøðini siga tey, at bæði pørini høvdu umleið 170.000 pund hvørt parið. At kalla øll veiðan hjá par­ trolarunum er upsi. vilmund@sosialurin.fo Jaspis og Ametyst, sum eru millum skipini, ið seinastu vikuna hava landað í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen Kongshavn landað seks partrolarar VIRKSEMI Landingarmiðstøðin Kongshavn, sum er dóttirfelag hjá Faroe Seafood, er framvegis virkin, og fólk eru ikki søgd úr starvi