Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 15. desember 2010 · Nr. 172 Sosialurin við u - Vit tóku fráboðanina í álvara, tá maður segðist hava hótt við at skaða seg sjálvan. Men hetta gjørdist einki mál, og her var einki kriminelt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun Vilmund Jacobsen Síðan virkini hjá Faroe Sea food í Runavík og á Toft um vórðu stongd, eru fleiri av limunum í ar beið­ arafeløgunum í økinum vorð­ in arbeiðsleys. Harry Benjaminsen, for ­ maður í Tofta Arbeiðs manna­ felag, sigur, at tey ætla at taka stig til ein almennan fund, har fólk og vinnulív í økinum fáa høvi at geva til kennar, hvussu saltfiskavirkið, sum Faroe Seafood átti og rak á Toftum, kann reisast á føtur aftur. – Eg havi tosað við ymisk­ ar partar, eitt nú bústjóra og onnur, sum hava innlit og áhuga í vinnuni í økinum. Nú skulu vit bara finna út av, hvussu fram skal farast, soleiðis at vit kunnu koma í gongd. Harry Benjaminsen sigur, at Tofta Arbeiðsmannafelag avgjørt hevur áhuga fyri at verða við í eini endurreisn av fiskavirkinum. – Eg veit ikki, um vit kunnu gerast nakar primus­ motorur í eini møguligari endurreisn, men vit eru í øllum førum sinnaði at verða við. Við í LMF Formaðurin í Tofta Ar­ beiðs mannafelag vísir á, at felagið eigur part í Land­ ingarmiðstøð Føroya, og at hetta ikki hevur verið nøkur ring íløga. – Vit mugu hava virkið á Toftum í gongd aftur, og vit vilja gjarna, at hetta virk­ semið ikki liggur ov leingi lamið. Harry Benjaminsen sigur seg í løtuni onga hóming hava um, hvussu ein møgulig endurreisn kann koma at síggja út, men leggur aftrat, at tað er júst tí, at felagið nú arbeiðir fram ímóti, at ein almennur fundur verður hildin, har fólk og vinna í øk­ inum kunnu tosa saman um ymiskar møguleikar. – Vit vilja í hvussu er gera okkara til, at virksemið á saltfiskavirkinum kemur í gongd aftur sum skjótast, sigur formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag. vilmund@sosialurin.fo Saltfiskavirkið á Toftum var eitt av fimm virkjum, sum læt aftur, tá Faroe Seafood endaði í Skiftirættinum Mynd: Vilmund Jacobsen Vilja gjarna verða við til endurreisn ENDURREISN Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðsmanna felag, sigur, at felagið avgjørt er sinnað at verða við til at endur reisa saltfiskavirkið á Toftum Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag Mynd: Vilmund Jacobsen