Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 15. desember 2010 · Nr. 172 Sosialurin Triði partur Hetta er so trygt og álítandi at byggja á. Paulus sigur í 1. brævi sínum til Timoteus 1. Kap.: ”Tað er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar”. Vers 15. Hetta er av sonnum so. Vit hava sæð, at Jóhannes sigur: ”Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu, og hendur okkara numu við – tað er Orð lívsins, vit tala um.” 1. Jóh. 1,1. Teir upplivdu hetta, læri­ sveinar Harrans Jesusar, at ferðast saman við honum í 3 ár av foldarlívi hansara. Teir hoyrdu, hann tala, teir numu við hann og sóu miklu undurverk hansara, sum prógvaðu, hvør hann var. Teir upplivdu eisini, at síggja hann doyggja á krossinum. Jóhannes stóð undir krossinum og sá hann doyggja har. Um hetta sigur hann soleiðis: ”Hermenninir komu so og brutu beinini, fyrst í øðrum, sum krossfestur var saman við Honum, og síðani í hinum. Men táið teir komu til Jesus og sóu, at Hann var longu deyður, brutu teir ikki beinini í Honum. Men ein av hermonnunum stakk Hann í síðuna við spjóti, og við tað sama rann út blóð og vatn. – Tann, ið hevur sæð tað, hevur vitnað tað, og vitnis­ burður hansara er sannur; hann veit, at hann sigur satt, fyri at eisini tit skulu trúgva.” Jóh. ev. 19,32­35. Teir upplivdu eisini upp­ reisn hansara. Hann var í fjøruti dagar saman við teimum og vísti seg livandi við mongum prógvum, við tað at hann í 40 dagar læt teir síggja seg og talaði um tað, sum hoyrir ríki Guds til. Hetta sigur Lukas, eitt sera trúvert vitni, vit skulu koma aftur til hann seinni. Pætur er ógvuliga væl kendur. Saman við Jóhannesi og bróðir Jóhannesar, Jákupi livdi hann serliga nær Jesusi, teir høvdu eitt serligt forhold til Jesus, frammum hinar lærisveinarnar. Jákup doyði tíðliga í samkomutíðini. Longu í 12. kap. í Ápostla­ søguni lesa vit, at hann var dripin við svørði. Pætur, sum Heródes kongur ætlaði at drepa um somu tíð, slapp undan ta ferðina. Pætur sigur í 2. brævi sínum 1. kap. soleiðis: ”Tí ikki var tað snilt upphugsaðum ævintýrum, vit gingu eftir, táið vit kunngjørdu tykkum kraft og komu Harra okkara Jesu Krists; nei, vit vóru eygna­ vitni til hátign Hansara – táið Hann fekk heiður og dýrd frá Gudi Faðir, og slík rødd ljóðaði til Hansara frá hini hátignarligu dýrd: „Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.“ Hesa rødd hoyrdu vit ljóða av Himli, táið vit vóru við Honum á hinum heilaga fjalli. So mikið meiri staðfest hava vit hitt profetiska orðið, sum tit gera væl í at akta eftir – eins og eftir ljósi, ið skínur á myrkum staði – inntil lýsir av degi, og morgunstjørnan rísur í hjørtum tykkara. Fyrst og fremst mugu tit vita tað, at einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing. Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.” Versini 16­21. Summir siga, at Bíblian er skrivað av monnum um Gud, at hon er tankar manna, tað vil siga ævintýr. Men so er ikki. Pætur ápostul sigur júst tað mótsetta. Tað fara vit at hyggja eitt sindur eftir í seinasta parti á hesum sinni. Framhald Richard Danielsen Tað, sum var frá upphavi Leingi hevur verið øllum greitt, at støðan við búplásum til eldri í Havn hevur verið sera trupul. Bíðilistin hevur verið langur, og mong eldri og avvarðandi teirra hava kent støðuna púra vónleysa. Hesum kunnu vit sum samfelag als ikki liva við. Eldrarøkt er landsuppgáva fult og heilt, men landið megnar tó ikki at røkja hesa skyldu. Gjøgnum eina stuðulslóggávu hevur landið slept endanum og latið kommunurnar um at byggja ellis­ og røktarheim. Tórshavnar kommuna hevur í eina tíð fyrireika bygging av stórum ellisheimi, sum kann nøkta meginpartin av tí bráðneyðuga tørvinum. Drúgvu fyrireikingarnar eru nú loksins lidnar, og fyri meg sum forkvinnu í sosialu nevnd var tað ein stórur dagur, nú spakin varð settur í fyri Boðanesheiminum. Boðanesheimið Boðanesheimið er eitt fram­ komið ellisheim til 64 búfólk. Talan er um stóran bygning, men sum í sínum byggilist­ arliga skapið kennist heim­ ligur og fjálgur. Heimið er skipað so, at lætt er at leggja deildir saman ella at gera tær minni. Eisini bú­ rúmini, sum eru stór og rúmlig, kunnu leggjast saman. Ein serstøk demensdeild er eisini partur av heiminum, og serligur dentur er eisini lagdur á uttanumøkið bæði við gøtum, sansaupplivingum og trivnaði. Eisini starvsfólkini fáa sera góðar umstøður. Har koma at starvast eini 80­90 fólk dagliga. Avbjóðingar fyri framman Vit nærkast jólahátíðini, og um góðar 22 mánaðir er klárt at flyta inn. Hetta er long tíð at bíða hjá teimum, sum hava alstóran tørv á búplássi. Men hetta er stutt tíð hjá myndugleikunum til at loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri framman á eldraøkinum. Tí tað er ein sannroynd, at Boðanesheimið loysir ikki allar avbjóðingarnar í Havn ella Suðurstreymoy. Talið av eftirløntum fólki fer komandi árini at vaksa munandi, og krøv teirra til eldratilveruna eru eisini í broyting. Og tað er eisini ein sann­ roynd, at fíggjarligu karm­ arnir eru avmarkaðir. Neyðugt er tí at menna tilboð, sum kunnu stuðla undir, at eldri fólk varðveita eitt gott og virkið lív so leingi sum gjørligt í egnum heimi, sum hóskar til teirra. Her hevur tíverri gingið øvugtan veg í Føroyum. Ein orsøk er, at heimarøktar­ tænastan hjá Nærverkinum er so nógv skerd. Onnur orsøk er, at landið hevur ikki skipað nakað grundarlag fyri bygging av eldrabústøðum øðrum enn røktarheimum. Avleiðingin av hesum er, at skundað verður undir tørvin á røktarheimsplássum. Alt er tó ikki negativt, tí Tórshavnar kommuna hevur í nøkur ár gingið á odda við heilsufakligari ráðgevingar­ tænastu til allar borgarar eldri enn 75 ár. Vælumtóktu rørsluvenjingarnar í Bad­ mintonhøllini og Fimi er partur av tænastuni. Henda tænastan røkkur út til øll okkara eldru, og er við til at skapa betri grundar­ lag fyri framhaldandi virkn­ ari tilveru í egnu heimi, og harvið útseta tørvin á røktarheimsplássum. Í egnum heimi Tí tað er í egnum heimi, at øll vilja búgva sum longst. Tað vísa allar kanningar. Men tað er ikki altíð, at heimið, sum man hevur búð í síni vaksnaár, er tað best egnaða til eldratilveruna. Og her má tíverri ásann­ ast, at verandi bústaðar­ samanseting í stóran mun manglar eldrabústaðir. Vit síggja í londunum kring okkum ymsar skipan­ ir á hesum øki bæði við sethúsum, íbúðum og depl­ um, har bústaðarkostnað­ urin er til at bera hjá eftir­ løntum fólki. Tað er fyrsta fortreyt, skal tað hava nakra meining. Harumframt eru eisini skipanir, har røktarstarvsfólk eru knýtt at eldrabústaðnum alt eftir tørvi, men sum fyri búfólkini og myndugleikan eisini er ein væl skynsamari loysn fíggjarliga. Hetta er sostatt til fyri­ munar fyri allar partar. Nýggj átøk ávegis Samstundis sum endaliga avgerðin um Boðanesheimið varð tikin, hevur sosiala nevnd í Tórshavnar komm­ unu avgjørt at seta í gongd arbeiði at útvega fleiri eldra­ bústaðir, sum eru ætlaðir til tann stóra bólkin av eftir­ løntum, ið ikki hevur tørv á røktarheimsplássi, men á einum eldrabústaði – eitt nú íbúð á einum eldradepli við atknýttum starvsfólki til lætta røkt. Hetta er gongd leið, men kommunan kann ikki gera hetta einsamøll. Tað er framvegis so, at landið hevur ábyrgdina av eldrapolitikkinum, herí­ millum eisini, hvussu fíggjar­ ligu fortreytirnar fyri bygg­ ing av eldrabústøðum eru skipaðar. Her manglar landið at gera neyðugu lóggávuna, so at til ber at útvega hóskandi eldrabústaðir. Tað skal vera mín áheitan á landið nú beinanvegin – og gjarna saman við kommun­ uni, at fáa hetta í lag, so at kommunan, so skjótt sum Boðanesheimið stendur lið­ ugt, kann fara undir nýggj­ ar verkætlanir at útvega fleiri eldrabústaðir og eldra­ deplar. Tí tað skal verða púra greitt, at útbyggingin og menningin av eldraøkinum í Havn steðgar ikki við Boðanesheiminum. Gleðilig jól, øll somul Halla Samuelsen býráðslimur og forkvinna í sosialu nevnd Tórshavnar býráðs Eldraøkið í Havn mennast