mikudagur 15. desember 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. desember 2010 · Nr. 172
18
Sosialurin
Kjak
Forlagið
Stiðin
gav
á
ólavsøku út bókina Fólka
atkvøðan 14. september 1946.
Í hesi bók hevði Zakarias
Wang savnað saman allar tær
keldur, sum søgdu nakað um
ta stórhending, at føroyingar
tann 14. september 1946
samtyktu at land okkara
skuldi gerast eitt sjálvstøðugt
ríki.
Síðani
hevur
nógv
orðaskiftið verið um hesa
fólkaatkvøðu, og enn eru
Føroyar ikki vorðnar tað,
sum føroyingar tá ásettu. Tey
yngstu av teimum, sum tá
vóru virkin, hava nú ommu
og
abbabørn,
sum
lítið
vita um hetta undursama
summar, har Føroya fólk fekk
lagt fyri seg øll sjónarmið, og
eftir gjølla at hava hugsað
seg um, tók ta avgerð, at best
var at loysa frá Danmørk.
Hví gjørdu vit hetta?
Nú ber til hjá øllum at fáa
at vita, hvørji argumentini
vóru hjá teimum, sum vunnu,
at taka hesa avgerð, og hví
tey, sum taptu, ikki vildu
loysa.
Henda
bók
vakti
so
miklan ans, at hon skjótt varð
útseld, men nú hevur forlagið
prentað
hana
uppaftur
og nú ber aftur til hjá tí
uppvaksandi ættarliðinum
at fáa at vita hví tey sum
livdu í 1946 vóru so djørv.
Zakarias Wang
Forlagið Stiðin
Fólkaatkvøðubókin
fæst aftur!
Gleðin var ivaleyst stór hjá
sálarsjúkum,
avvarðandi,
áhugafeløgum og starvs
fólkum á psykiatriska
deplinum í apríl 2008, tá
samtykt var at gera íbúðir til
sinnisveik í Havn. Greitt er,
at stórur tørvur er á bústøð
um til fólk, sum eru liðugt
viðgjørd
á
psykiatriska
deplinum.
Løgtingslógin
sigur púra greitt, at talan
er um bygging av íbúðum
í Tórshavn til sinnisveik
– lógin bleiv samtykt fyri
smáum trimum árum síðani.
Landsstýriskvinnan hevur
verið púra kúrr um hesar
sera neyðugu íbúðirnar í
longri tíð, til vit nú brádliga
frætta, at íbúðirnar skulu
flytast til Vágarnar.
Sum skilst hevur hvørki
rímilig, nøktandi hoyring
ella politisk viðgerð verið
um málið. Tey, sum av álvara
verða rakt av broytingini
hevur eingin ómakað sær
og latið komið til orðanna.
Sinnisbati
hevur
fingið
hoyringsfreist sum er ein
vika!!
Óvirðiligt? Avgjørt
Lat meg undirstrika, at
talan er um bústaðir til
fólk, sum í mong ár ja
summi í ártíggju hava búð
á
einari
ótíðarhóskandi
sjúkhúsdeild, tí bústaðir til
teirra ikki vóru nóg ovaliga
raðfestir. Talan er um fólk,
sum øll hesi árini hava fingið
lummapening heldur enn
pensjón. Á nógvar hættir eru
tey ikki viðfarin virðiliga.
Fleiri teirra hava ivaleyst
glett seg til at fáa íbúð í
Havn – nærhendis verandi
bústaði. Í nærumhvørvi
num, har tey eru von at vera
og nógv tilboð eru. Men nú
sigur
landsstýriskvinnan
brádliga: gott er, tit flyta til
Vágarnar í staðin!
Alt gott um Vágoynna.
Sambýlunum, sum eru har,
havi eg bert gott at bera. Men
flestøll høvdu óivað talað at,
um vit høvdu grundstykki í
Havn, men brádliga fingu
at vita at vit ístaðin fingu
grundstykki í Vágum – ella
øvugt. Sjálvsagt!
Kenni ikki orsøkina til
handfaringina av málinum
hjá
landsstýriskvinnuni.
Tryggja arbeiðspláss í Vág
um? Hugsar hon: tá hini
kunnu, kann eg eisini…ella
hvussu?
Landspolitikk ella
lokalpolitikk
Mong dømi eru um, at
landsstýrisfólk
uttan
himpr,
politiska
viðgerð
ella góðum grundgevingum
leggja stovnar í heimstað
sín. Ræðir meg, at slíkt er
um at gerast siðvenja hjá
samgonguni.
Alt skal ikki vera í Havn,
men umráðandi er, at onnur
atlit verða tikin, enn hvar
landsstýrisfólkið
hevur
traðkað sínar barnaskógvar
og fær størstan persónligan
ágóða av at leggja stovnin.
Tað tænir ikki samfelagnum
á nakran hátt tvørturímóti.
Tykist at vera alt ov tilvildar
ligt og hevur lítið við lands
politikk at gera.
Rakar meint
Harafturat rakar júst hetta
málið serstakliga meint. Í
mun til eitt nú Heilsutrygd
og brúkaraumboðið snýr
hetta seg ikki burturav um
starvsfólk og viðskiftafólk.
Hetta snýr seg um búfólkini.
Fólkini sum skulu búgva
har, trívast og hava ein
ríkan gerandisdag. Talan er
her um heimið hjá fólkum,
sum í fleiri førum eru sera
viðbrekin.
Undirtøkan fyri upp
skotinum
var
stór.
Ein
samd trivnaðarnevnd tók
undir
við
uppskotinum.
Vit tóku undir við, at íbúðir
nar skuldu byggjast í Havn.
Góðtaki tískil hvørki hand
faringina ella ætlanirnar
hjá landsstýriskvinnuni.
Byggja, heldur
enn brenna brýr
Havi hug at skoyta uppí,
at
grundgevingarnar
eg
higartil havi hoyrt lands
stýriskvinnuna nýta ikki
hava sannført meg um, at
ætlanirnar eru skilagóðar
ella væl undirbygdar. Sum
politikarar eiga vit at kýta
okkum til tess kveikja og
birta vón hjá teimum sum
halda gerandisdagin vera
serliga
truplan.
Neistin
var kveiktur hjá fleiri við
ætlanunum um íbúðirnar í
Havn. Seinastu útsøgnirnar
hjá
landsstýriskvinnuni
gera hinvegin uttan iva
fólk ótrygg og óttafull.
Sjálv hugsi eg: hvat verður
tað næsta. Neyvan er tað
bara eg sum hugsi tað.
Mín vón og áheitan er, at
landsstýriskvinnan
spyr
og lurtar eftir teimum, sum
verða ávirkað av ætlanum
hennara, og teimum sum
hava fakligan førleika at
ráðgeva henni. Tey skulu
ikki bert hava eina viku at
svara. Tey skulu veruliga
hoyrast, verða tikin í álvara
og hava ávirkan. Tað er
framtíð
og
heim
teirra
vit viðgera, tískil er sera
umráðandi
at
brúkarar
og fakfólk eru við í hesari
prosessini.
Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Etikkur og virðing
óneyðug, tá talan
er um sinnisveik?
Lesið
-so eru tit við!
Í sambandi við at Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur tikið avgerð
um at flyta byggiverkætlanina av íbúðum til sálarsjúk frá Tórshavn til Sandavágs og at
menna ein depil í Vágoynni, har sálarsjúk og menningartarnað skulu tengjast saman í eina
felagsverkætlan, mótmæla vit hesari verkætlan.
Ein lítil helvt av samlaða fólkatalinum í Føroyum býr í Tórshavn, sum eisini hevur flest
tilboð í landinum at bjóða teimum sálarsjúku. Tað eru nógv fleiri tilboð til fólk við sálarsjúku
í Tórshavn enn á bygd og sostatt størri møguleiki hjá hesum bólki at fella inn í samfelagið.
Stórur fári er fyri at hesin sárbæri bólkur verður stigmatiseraður í smærri plássum og líkindin
at fella inn í samfelagið er meira avmarkaður í smærri plássum enn í høvuðsstaðarøkinum.
Sálarsjúk og menningartarnað mugu ikki tengjast saman í ein felagsdepil. Fólk, ið eru
sálarsjúk, og fólk við menningartarni koma undir tveir fullkomiliga ymiskar bólkar:
• »Sinnisbati« umbóðar fólk við »sálarsjúku« (t.d. depression, skizofreni, psykosum, ADHD,
angist, fólk við etingarólag v.m.) og avvarðandi.
• »Javni« umboðar fólk, sum eru »menningartarnað« (fólk við menningartarni) og
avvarðandi.
Sálarsjúk fólk eru ikki menningartarnað.
Vit heita við hesum á Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at broyta
avgerðina um at byggja íbúðir til sálarsjúk í Sandavági og sleppa ætlanini at samansjóða
menningartarnað og sálarsjúk í einum felagsdepli í Vágoynni. Vit mæla staðiliga til at
íbúðirnar verða bygdar í Tórshavn.
Sinnisbati
Soffi Egholm
Formaður
Javni
Sigrun Warum
Formaður
Mótmæli til
Rósu Samuelsen,
landsstýriskvinnu
í almannamálum