Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. desember 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 15. desember 2010 · Nr. 172 Sosialurin Sum nógvum av tykkum kunnugt, so hava vit føroy­ ingar veitt hjálp til eitt sera fátækt umráðið í Rumenia. Fyri tveimum vikum síða­ ni byrjaðu vit at geva børnun­ um í umráðnum heitan mat, mong av hesum børnum eru sera illa fyri vegna svongd. Við ymiskum tilfari úr Føroyum hevur tað verið gjørligt at innrætta eitt høli, har ein køkur er, og børnini kunnu sita og eta. Tað er suppa, ið børnini fáa við nógvum góðum ner­ andi tilfari í. Væl vitandi um at nógvar biðjandi hendur eru rættar út til okkum í Føroyum, so vil eg kortini venda mær til tykkum vegna hesi svongu børn um eina hjálpandi peningaliga hond til at kunna keypa tilfar til suppuna. Ein stuðul uppá 50­100 kr. ger góðan mun. Vit hava kontu í øllum pen­ ingastovnunum undir navni­ num Calarasi missiónin. Dagliga koma 200 børn at fáa sær heita máltíð. Vit ynskja tær og familju tíni eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Thomas Juul Askham Eina heita máltíð til børnini um dagin Gerhard Lognberg løgtingsmaður Hey Terji Hví hevur tí hasi ósannu tíðindini á tínum protalinum? Er tað ikki gott at eg geri vart við Sandoyartunnilin. Fyrst skrivar tú: Sandoyartunnilin kemur ikki í bræði. Síðan skrivar tú, ógvuliga óndsinnað, at Gerhard var nøgdur við svarið. Hatta er reingjan av sannleikanum, so tað sendir eftir. Eg spurdi Anniku Olsen, um hon fekk pening nú i 2011, um hon fór beinanvegin at gera prosjektið liðugt, tað segði hon ja til. Tað var tað, sum Gerhard var nøgdur við. Ósannindi geva onga meining, Terji. Kári á Rógvi Løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins Jóltíðir eru friðartíðir í Føroyum. Hesi jól eiga vit at hugsa um, hvussu vit best skipa vinnu okkara í komandi tíðum; vit noyðast at skipa betri karmar um fiskivinnu og laga støði undir øðrum vinnum Sum smádrongur fylgdist eg mangan við ommu, tá ið hon vaskaði fyri fólk. Hon var uppvaksin á bygd fyrst í farnu øld, fekk onga stórvegis formliga útbúgving uttan tey virði, sum traðarfólk løgdu í børn síni. Tvær ferðir gjørdist hon einkja, og tíðliga var hon merkt av sjúku. Men har gingu vit bæði so, hon stríddist, og eg spældi, men fekk eisini eina ómissandi virðing fyri verkafjøldini. Hon var trúgv yvir lítlum; og eg gloymi ongantíð, tá ið hon segði mær, at lánið í húsinum nú var útgoldið. Fólk sum hon bygdu hetta land við egnu hondum sínum, og vit munnu vera mong, sum merkja grátin í hálsinum, nú so mong verkafólk eru uppsøgd beint undan jólum. Mangar av samtíðarsystrum hennara fluttu av landinum undan vantandi útbúgvingar­ og vinnumøguleikum; og vit hava alsamt bløtt ung­ dóm hesa síðstu øldina, so nógv, at mong nú flyta úr Føroyum hóast góðar vinnumøguleikar, tí vinfólk, systkin og ofta barnabørn eru búsett aðrastaðni. Fyri hesar báðar bólkar, tey ið stríddust at byggja land, og tey ið kendu seg rikin burtur, vildi eg fegin gjørt alt, hvat ber til, so korini betraðust og Føroyar gjørdust bæði liviligar og lukkuligar fyri tey. Men mær kemur fyri, at politiska skipanin hevur higartil gjørt støðuna verri. Tann øgiliga vælferð, sum íðin ættarlið skaptu á virkj­ um, skipum og stovnum, er mangan søplað burtur av vánaligari fyriskipan. Gjøgn­ um allan mín uppvøkstur hoyrdist lýsing í útvarpinum við fiskaprísum, sum ráfiska­ grunnurin ásetti uttan fyrilit fyri, hvat veruliga fekst fyri fiskin. Vit fingu flakavirki í hvørji bygd, og landið veðhelt fyri alt ov stórum flota, ið gekk til grundar og tók við sær alt ið lagt var í løðurnar. Vit noyðast í hesum døg­ um at spyrja, um minni floti kundi fiskað tað sama ódýr­ ari, um færri virki kunnu fáa betri rakstur, og um fiskavirkis­, minstulønar­ og fiskidagaskipanir okkara hava ótilætlaði hjáárin, sum beina fyri vælferð og skapa títtari kreppur, hóast ætlanin var at gera væl. Til gróðrarríkar teigar Sjáldan man vera so stórt glopp ímillum hegni og ágrýtni hjá verkafólki og tingfólki sum í Føroyum. Sama er við fatan av umstøðum. Túsundtals fólk ferðast um landið alt hvønn einasta dag, úr Vágum til Vestmannar at skera fisk, ella úr Vestmanna til Havnar á skrivstovu, ella úr Havn til Klaksvíkar á skúla. Men politisku umboðini bera seg at, sum vóru ongi berghol, ongir vegir og bert hendinga mjólkabátar at flyta fólkið. Nær gongur upp fyri teim fólkavaldu, at flestu fólk búgva bert 1­2 tímar frá flestøllum arbeiðsplássum og stovnum? – og at líka stutt er úr Havn sum til Havnar? Hetta er ikki skrivað til tess at finnast at verkafólki í Føroyum. Heldur er hetta ábreiðsla á tey ið hava sitið og sita landsstýri – nú tit aftur hava stýrt okkum út í kreppu við óhepnari vinnulóggávu, ov stórum skattatrýsti at fíggja ovstóran og óhepnan almennan geira – leggið so frá tykkum! Farið og njótið fulla pensjón fyri einans átta ára starvstíð, skrivið út val og latið vera við at stilla uppaftur! Vit ið eru til reiðar taka við sum bústjórar í sp/f Føroyum, yngri og frísinnaðari kreftir í mongum flokkum, eru ikki so spent sum tit uppá veitslur, móttøkur , ferðir og pensjónir, men vit eru til reiðar at taka eitt róðurstørn fyri sakir teirra ið undan tykkum fóru og bygdu hetta land. Tey bygdu hetta land Í miðlunum hevur ta seinastu tíðina verið nógvur orðadráttur um, hvar játtaðu íbúðir­ nar til sinnisveik skulu byggjast. Uttan at leggja meg út í orðaskiftið um sjálva plaser­ ingina av nevndu íbúðum, fari eg tó at loyva mær at koma við onkrari viðmerking til nakrar útsagnir, ið frammi hava verið. Sum skilst, so er avgerð tikin um, at íbúðirnar skula byggjast á einum og sama staði. Og hertil er full semja, tykist, sjálvt um tað tykist mær nakað ivasamt. Tað er fyri langari tíð síðan staðfest, at umstøður og tilboð til hesi okkara medmenniskju hava verið og eru alt annað enn nøktandi. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur tikið avgerð um, at íbúðirnar skula byggjast í Vágum. Tað er her, ósemjan byrjar, og argumenterað verður fyri og ímóti. Áskoðan mín er, at argumentini, ímóti nevndu avgerð, hava verið í so óumhugsað og mótsigandi. Í dagliga starvi mínum kenni eg ikki aftur útsagnir um, at málbólkurin, talan er um, hevur nøkur serstøk ynski um at búgva í Tórshavn ella aðra staðir. Tað tykist mær, at hesi orð verða løgd í munn teirra. Men skuldi so verið, at ein ella onnur meiningarkanning varð gjørd hesum viðvíkjandi, so trúgvi eg, at tað høvdu verið mong ymisk ynski og svar. Tað hevur verið kastað landsstýris­ kvinnuni fyri, at hon, við áðurnevndu av­ gerð, mest hevur hugsað um sín egna persón og atkvøðuveiðu. Tað fer hon sjálvandi at standa til svars fyri sjálv. Men sjálvur velji eg at trúgva, at landsstýriskvinnan hevur tikið avgerðina út frá nøkrum serstakliga góðum royndum. At tað skal vera mannminkandi at búgva í Vágum, og at Vágar skal gerast ein ghetto? Nei, lat tað standa ósvarað. Men til tey, ið ikki vita tað, skal sigast, at Vágar er ein náttúruperla. Men heldur ikki tað kann brúkast sum argument til at byggja íbúðirnar í Vágum, men tað ger tað ikki verri!!! Eisini skal í hesum sambandi undir­ strikast, at vágafólk, arbeiðspláss og fyri­ tøkur, hava tikið sera væl ímóti hesum medmenniskjum okkara, og tað fara tey framvegis at gera. Og tó, so kann heldur ikki tað nýtast sum argument fyri at byggja í Vágum. Men tað ger tað ikki verri!!! Harafturímóti hevur tað alt avgerandi týdning, at karmar og umstøður laga seg eftir umhvørvinum soleiðis, at møguleiki verður fyri at seta trivnaðin í hásæti. Tí er Vágar eins væl hóskandi til íbúðirnar, sum onnur øki í landinum. Er okkurt áhugavert tiltak, tað verið seg mentunnarligt, sosialt e.a. í Tórshavn ­ ja, so plaga vágafólk at seta seg í ein buss ella bil og koyra til Havnar. Oftani verður farið í góðari tíð, so farast kann inn onkrastaðni at keypa sær ein kaffimunn ella annað, áðrenn hesi ymisku tiltøkini byrja. Og til teirra, ið ikki vita hetta, skal verða sagt, at tað ber væl til. Sigfríður Olsen Vágar eins væl hósk­ andi sum onnur øki