mikudagur 15. desember 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 15. desember 2010 · Nr. 172
Sosialurin
Jólablaðið
Snorri Brend
Myndir: Jórun Eið Johannesen
Hellurnar: - Nú á døgum halda
vit adventstíðina við at stása upp,
geva kalendaragávur og ganga til
jólafrokostir, jólakonsertir, jóla-
festir, jólatónar og mangt annað,
vísti hon millum annað á í røðuni.
Og Kristina T. Larsen, sum er
býráðslimur í Fuglafjarðar komm-
unu, her Hellurnar eisini hoyra til,
helt fram:
– Hetta er helst orsøkin til, at vit
brúka alskyns litir í adventstíðini.
Alt er mikið hugnaligt og meint í
allarbestu meining, og tað eru nógv
góð tiltøk, ið verða sett á skrá, í
tíðini meðan vit bíða. Vit stákast og
fara til ymisk jólatiltøk - alt gott um
tað, tó at mær tykir, vit ofta renna
meira, enn vit bíða, og at vit renna
meira, enn gott er fyri okkum.
– Vit kundu valt at skunda okk-
um spakuligari. Vit kundu valt, at
givið okkum meira far um, hvat
advent er og grunda yvir, hvat vit
veruliga bíða eftir, og hvønn tað er
vit bíða eftir at hátíðarhalda.
– Vit kundu valt at gingið meira
í fótasporum gleðinnar og glett
hvønn annan og hugna okkum
saman við okkara kæru og gjørt
jólastákanina í einum umhugsnum
og uppbyggjandi kærleiks anda.
– Vit, ið standa her runt træið
á Hellunum, eru øll komin her í
dag, fyri at verða við til at byrja
jóla hugnan og at tendra ljós í
myrkrinum. Vit hava ta áskoðan,
at ljósið í myrkrinum gevur eina
yndisliga fløvandi kenslu í barmi.
– Tað er hesa yndisligu og fløv-
andi kensluna, ið vit fegin vilja
kveikja varandi lív í, hiðani frá
og fram til jóla. Og tað er henda
yndisliga og fløvandi kenslan, ið vit
kunnu velja at geva víðari til onnur:
Ein neista av heilsan, ein neista av
vinarligum eygnabrái, ein neista av
tíð og ein neista av samveru.
– Lat okkum ganga í fótasporum
gleðinnar og gleða hvønn annan,
hugna okkum saman við okkara
kæru og hvørjum øðrum og gera
jólastákanina í einum umhugsnum
og uppbyggjandi kærleiks anda,
segði Kristina T. Larsen at enda í
røðu síni, tá jólatræið á Hellunum
varð tendrað.
Fjøruvegur 3, Runavík, tel. 449181
Harumframt kann hølið býleggjast til
Jólaborhald, brúdleyp, veitslur og onnur tiltøk
Á Sjókaféini
ber til at keypa døgurða
allar gerðandisdagar
Kalt borð, smyrjibreyð
og 3 rætta menu
Sosialurin 341800
21
Ganga í fótasporum gleðinnar
RØTT JÓL – Lat okk
um ganga í fóta
spor um gleðinnar og
gleða hvønn annan,
hugna okkum saman
við okkara kæru og
hvørjum øðrum og
gera jólastákanina í
einum umhugsnum
og uppbyggjandi
kær leiks anda,
segði Kristina T.
Larsen, tá hon fyrr
í mánaðinum helt
røðu í sam band við
at jóla træið á Hell
unum varð tendrað
1. sunnudag í advent
VÆTTRAR
Meðan fólk hugnaðu sær við jólasuppu í Bønhúsinum,
gingu vættrar runt og bjóðaðu fólki karamellur
BÍÐITÍÐ
- Bæði Jesaja og Jóhannus doyparin peikaðu á Jesus, ið var hann
“sum koma skuldi”. Hetta vísir okkum á týdningin um, at adventstíðin
er ein fyrireikingartíð ella ein bíðitíð, har vit gera okkum klár til
tað ella til tann, sum skal koma: Nevniliga jólini og Jesus, segði
Kristina Larsen í røðu síni, tá jólatræið á Hellunum varð tendrað
TÓNLEIKUR
Undir blásarar úr Fuglafjarðar
Hornorkestri spældu
hugnaligar jólatónar