Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 35 - 20. februar 2002 Nr. 35 - 20. februar 2002 3 Klaksvík: Ægir liggur á Klaksvíkar Sleipistøð, har tað verður arbeitt við at taka motorin og annað úr honum, áðrenn hann verður søktur. Tað var á heysti í fjør, at Ægir rendi á land á Glyvursnesi, og bleiv vrak. Hann hevur ligið í Havn síðani, inntil hann hósdagin kom norður til Klaksvíkar. Ægir skal søkkjast Leygarkvøldið 23. februar verður fyrsta innleiðandi umfar í Ársins Songrødd 2002 fyri Havnina SANGKAPPING Tíðindaskriv Av tí at ovurstórur áhugi er at lutaka í høvuðstaðnum verða tvey umfør. Tað seinna umfarið verður leyg- arkvøldið 27. apríl. Sum heild hava sera nógv teknað seg til kappingina. Saman við stuðlunum, Føroya Banka, Føroya Bjór og Casablanca verður meira gjørt burturúr í ár enn undanfarnu árini. M. a. verður umframt 1. vinning eisini latið 2. og 3. vinn- ingur. Vinnarin av Ársins Song- rødd fær 10.000 krónur. Nr. 2 fær 5.000 krónur, og triði vinningur er 2.000 krónur. Navnframi James Olsen, sum eisini er kendur í sam- band við Danska ”pop- ikonið” Erann DD, verður frásøgumaður. Og sum prikkurin yvir i’num fer ein av okkara bestu DJ’arum, Martin Kjærbo, at standa fyri undirhaldinum sum verður aftan á kappingina. Har koma vit m. a. at hoyra James Olsen syngja, eisini fáa áskoðarar høvi at lutaka í ymsum kappingum, og verða gávulutir frá Føroyar Banka og Føroya Bjór tveittir út millum áskoðar- arnar. Vinnarnir av innleiðandi umfarinum fáa gávukort frá Casablanca. Nr.1 og nr.2 koma víðari til finaluna, sum verður í Badminton- høllini í Havn tann 29. juni. Fyrireikararnir vóna, at tiltakið kann geva luttakar- unum eitt innlit í, hvussu tað kennist at verða á palli, har ein stór áskoðarafjøld og yrkisligar fyritreytir so sum ljóð og ljós eru til staðar. Samstundis vóna fyri- reikararnir, at tiltakið eisini kann lata upp hurðar fyri luttakarar inn á almennan tónleika- og songpall, eins og tað kanska hevur gjørt fyri eitt nú Eivør Pálls- dóttir, Arnfríð Lutzen, Guðrun Jacobsen, Kaj Jo- hannesen, James Olsen, Malan Eyðunsdóttir og mong onnur. Tey hava øll luttikið í Ársins Songrødd. RADIOSKEIÐ Mikudagin varð radio- royndin LRC (long range certificate) hildin á Klaks- víkar Sjómansskúla. Hetta er fyrstu ferð, at hendan radioroyndin er hildin í Føroyum. Krøvini til skipini um radioútbúna eru økt, og tí eru tey gomlu VHF-prógv- ini ikki nøktandi longur. Skip skulu í framtíðini um- framt tann vanliga VHFin eisini hava digitala VHF útgerð (DSC), og tí er nú neyðugt við størri prógvi, og tað hava teir á Klaks- víkar Sjómansskúla tikið til eftirtektar og hava bjóðað fram skeið í LRC. LRC-prógvið nøktar tørvin hjá fiskiskipum, ið eru oman fyri 24 metrar í longd, sum eisini fiska ella sigla í A2 øki. A2 økið er øki, ið er uttan fyri har sum VHFurin kann nýtast til samskifti við land. Hetta skeiðið, ið nú er lokið, var hildið um kvøld- arnar, men í framtíðini verða tey hildin um dagin, so at tey taka minni tíð. Ætlanin er, at næsta skeið skal byrja hin 25. februar og próvtøkan verður so hildin fríggjadagin í somu viku. Klaksvíkar Sjómansskúli hevur fingið nógvar fyri- spurningar um hetta skeið- ið, og um fólk hava hug at tekna seg til tað er bara at ringja til sjómanskúlan á telefon 456128. Fyrsta kappingin í Ársins Songrødd verður leygarkvøldið LRC-skeið á Klaksvíkar Sjómansskúla Luttakarar á radioskeiðinum á Klaksvíkar sjómansskúla: Don Petersen, samskipari á Fjarskiftiseftirlitinum, Pole Mikkelsen, stjóri, Óla Hans Jóhannesen, Klaksvík, Fríðrik Sivertsen, Viðareiði, William West, Klaksvík, Sólarn Isaksen, Húsar, Finn Baldvinson, Klaksvík, Regin Askham, Norðoyri og Erland Frederiksberg, Klaksvík Navnframi James Olsen, sum eisini er kendur í samband við danska ”poppikonið” Erann DD, verður frásøgumaður FERÐING Tíðindaskriv Í sambandi við altjóða ferðaleiðaradagin skipar Føroya Ferðaleiðarafe- lag fyri nøkrum ókeypis tiltøkum til at gera ein- staklingar og fyritøkur var við sítt yrki. Hósdagin verða møguleikar hjá einstak- lingum og umboðum fyri fyritøkur at fara rundtúr við ferðaleiðara á Tinganesi. Ætlanin er at fara 3 túrar: Kl. 10.00, kl. 15.00 og kl. 20.00. Byrjað verður við Gl. Bókahandil í miðbý- num. Tey allarflestu út- lendsku vitjandi fara ein túr á Tinganes, men hava øll Havnafólk verið runt á Tinganesi við ferða- leiðara? Og fólk av bygd? Hetta er eitt upp- lagt høvi fyri føroyingar at vitja á hesum søguliga stað og fáa frágreiðing um ymsu húsini og hendingar, ið hoyra elsta býarpartinum til. Tinga- nes og Reynið vóru Barbaru’sa verð, og nógvar av søgunum hjá Williami Heinesen ganga eisini fyri seg á Tinganesi. Leggið til merkis, at tiltakið er ókeypis. Um fyritøkur og einstak- lingar kortini ynskja at stuðla felagnum, ber til at rinda eitt súmbolsk gjald fyri túrin, sum fer óskert til felagið, sigur nevndin í Føroya Ferða- leiðararfelag í tíðinda- skrivi. Føroya Ferðaleiðarafelag: Út á Tinganes við ferðaleiðara - Ein orsøk til mína strongd var óivað, at tónleikarar í Føroy- um nærum ongan pening fáa fyri teirra framførslur, og av somu orsøk noyðast at arbeiða alt ov nógv TÓNLEIKUR Ragnhild Ellingsgaard Orðini eigur Eivør Pálls- dóttir; sangfuglurin, ið flýgur hægst í Føroyum. Í løtuni er hon tó stødd í Íslandi, har hon arbeiðir við eyðkendu røddini, sum flest allir føringar kenna so væl. Á sangskúla Eivør hevur nú verið í Íslandi í góðar 6 vikur. Tíðina hevur hon nýtt til at lært seg meira um, hvat røddin er, og eisini hvussu kroppurin verður nýttur, tá sungið verður. - Eg eri á einum sang- skúla tveir dagar um vik- una, har eg læri eitt sindur um nótalestur, fái gittar- og klaverundirvísing og so sjálvandi eisini sangundir- vísing. Harafturat gangi eg eisini til onkran taluser- frøðing og lækna. Teir læra meg, hvat røddin er, hvussu hon sær út og hvussu eg sjálv brúki mína rødd. Men ein nýtir jú ikki bara røddina, tá ein syngur. Allur kroppurin verður nýttur, so eg fái undirvísing í yoga og øðrum fimleiki, soleiðis at eg verði betri til at nýta kroppin eisini, greiðir Eivør frá. Eitt upplivilsi Tað var Oløs Kolbrún Hardardóttir, ið fekk Eivør at koma við sær til Íslands. Oløs hevur verið í Føroyum nakrar ferðir í sambandi við sangskúlan her heima, og hon legði skjótt til merkis, at røddin hjá Eivør ljóðaði strongd. - Eg hevði eisini havt alt ov nógv at gjørt í langa tíð. Eg hevði framførslur hvørt vikuskifti í meir enn eitt ár, og sjálvandi merkist hetta á røddini. Røddin er jú mítt instrument, og tá eg ikki dugdi nóg væl at nýta hana, so merkist tað eisini í endanum, sigur Eivør. - Eg síggi uppihaldið hjá mær her í Íslandi sum eitt stórt upplivilsi. Eg havi lært ótrúliga nógv, og longu nú hevur røddin tað betri. Og sjálvt um tað er øgiliga hart at sita her, tá eg heldur vil vera í Føroyum og spæla og syngja, so komi eg ikki heim enn. Eg vil læra meir um mína rødd áðrenn, greiðir sangfuglurin frá. Heim at vitja Tann 1. mars kemur Eivør tó til Føroyar aftur, men bert í eina stutta tíð. Hon skal avstað aftur longu eina viku eftir, men sigur seg gleða seg til at síggja øll aftur, um bert í eina stutta tíð. - Eg leingist so øgiliga illa eftir øllum teimum, ið eg eri góð við, sigur hon. - Eisini teimum í Click- haze. Eg gleði meg til at sleppa at spæla saman við teimum aftur. Sum er bíða teir bara fittir við tolni. Enn veit hon tó ikki, nær hon av álvara kemur heim aftur. - Um ein skal vera tónleikari alt lívið, so krevur tað ótrúliga nógv arbeiði og nógva tíð. Og tíðin í Íslandi er bert eitt stig á leiðini hjá mær til at gerast ein betri tónleikari, sigur Eivør at enda úr Íslandi. Eivør hevur tað gott Nú er bert eitt umfar eftir í kappingini um Evropa rundferðina hjá Dansk Tips- tjeneste, og Finnur Helmsdal og Kristian Joensen liggja á odda. TIPPING Solby A. Eliasen Komandi vikuskifti fellur avgerðin um, hvørji sleppa á eina Evroparundferð til Týskland, Italia og Ong- lands at hyggja eftir fótbólti á hægsta stigi. Hetta viku- skifti hevur fyrra lokal- finalan av tveimum verið. Og vunnu Finnur og Kristian sínar. Komandi vikuskifti verð- ur tann seinna og vinna teir eisini tá, so hava báðir møguleika til at fara á Evroparundferð. Kappingin er skipað soleiðis, at tað eru lokal- finalur allastaðni runt í ríkinum. Kappast verður í tveimum vikuskiftum, og vinnararnir sleppa við á rundferðina. Tað verða sostatt eini 50 fótbóltsglað fólk, sum fara avstað. Kristian "Ugens gæstetipper" Klaksvíkingurin Kristian Joensen vann heiðurliga tittulin hjá Dansk Tipstjen- este "Ugens gæstetipper". Hann kundi vinna ein túr niður á Anfield Road at hyggja eftir Liverpool, men ferðin var bert úr Esbjerg og aftur, so hann tók ikki av. Hann vinnur í staðin eina Adidas-drakt. - Sjálvandi eri eg eitt sindur skuffaður av hesum, men tað verður harvið, sigur Kristian Joensen. Føroyingar fremstir í DM í tipping Kristian Joensen, ein av ágrýtnu tippararnum í Føroyum C M Y K 3 2