Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 35 - 20. februar 2002 Nr. 35 - 20. februar 2002 5 – Nýggja suðuroyar- skipið verður akkur- át, sum vit vildu hava tað, tí tað varð ikki neyðugt at skarva av ætlanini fyri at halda játtanina, sigur stjór- in á Strandferðsluni SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Nýggja suðuroyarferjan verður akkurát, sum vit vildu hava hana. Reidar Nònfjall, stjóri á Strandferðsluni er sera væl nøgdur við avtaluna, sum nú er gjørd við spanska skipasmiðjusamtakið IZAR hava um at byggja nýggja suðuroyarferju. Strandferðslan hevur fingið heimild at brúka 310 milliónir til ferjuna. Áðrenn arbeiðið at byggja ferjuna varð boðið út, hevur ein fyrireikingar- nevnd undir Strandferðsl- uni gjørt eitt nágreiniligt yvirlit yvir tey krøv, sum skipið skal lúka. – Og nú avtalan er gjørd við IZAR, kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at tað ber til at byggja skipið, akkurát, sum vit ætlaðu. Sostattverður ikki neyðugt at skarva so mikið sum tað allarminsta av ætlanini fyri at fáa játtanina at halda, sigur Reidar Nónfjall. Júst tað, at tað skuldi vera neyðugt at skarva av ætlanini fyri at fáa játtanin at halda, er eitt, ið summi hava stúrt fyri. Tey minnast Sandoyar- ferjuna, sum varð bygt her- fyri, tí har var neyðugt at kappa eitt sindur av her og har fyri at fáa prísin niður á tað, sum játtað var. – Tí er spurningurin eis- ini viðkomandi í sambandi við nýggju suðuroyarferj- una, men eftir samráðing- arnar við IZAr er tað greitt, at vit fáa akkurat tað loysn- ina, sum vit vildi hava og sum vit frammanundan út- greinaðu í yvirlitinum yvir tey krøv, skipið skuldi lúka og sum almenningurin eis- ini er kunnaður um. Fult álit á skipasmiðjuni Ì sambandi við sjálva bygg- ingina, gekk heldur ikki so væl við Teistanum, skrokk- urin skuldi byggjast í Pól- landi, men var seinkaður fleiri mánaðir. Men slíkum trupulleikum stúrir strandferðslustjórin ikki fyri í sambandi við nýggju suðuroyarferjuna. Hann sigur, at IZAR er eitt stórt samtak. Teir hava bygt skip í heili 250 ár. Tað er tað næst- størsta skipasmiðjusamtak- ið í Evropa, og tað níggj- unda størsta í heiminum. – Skipasmiðjan í Pól- landi kunnu als ikki saman- berast við tær hjá IZAR. Spaniólarnir eru vanir at byggja skip og byggja eis- ini skip til Føroyingar og aðrar norðurlendingar. Teir eru rættiliga frammaliga á økinum, so teimum havi eg fult álit á, sigur hann. Hann sigur, at Strand- ferðslan og Vinnumálastýr- ið hava samráðast við IZAR í tveir mánaðir. Felagið hevur nógvar skipasmiðjur, men í sam- bandi við nýggju suðuroy- arferjuna, eru tað tríggjar skipasmiðjur í Suður- spania, sum kunnu koma upp á tal, tann í Sevilla, tann í San Fernando og tann í Porto Real. Endalig avgerð er ikki tikin um, á hvørjari av hes- um skipasmiðjum, ferjan skal byggjast. – Í hesum sambandi hava umboð fyri Strandferðsluna og Vinnumálastýrið og vitj- að á teimum trimum skipa- smiðjunum, umframt á høvuðsskrivstovuna í Madrid. – Endamálið var at síggja útbúnaðin hjá skipasmiðj- unum, síggja ferjur og skip, sum IZAR hava bygt, og annars samráðast við skipa- smiðjuna um verkætlanina. Reidar Nónfjall sigur, at talan er um rættiliga fram- komnar skipasmiðjur við ógvuliga nútímans útbún- aði, sum teir vóru hugtiknir av. Annars varð tann møgu- leikin nevndur at byggja skipið í Kina, tí har skuldi tað kunna fáast einar 50 milliónir bíligari enn um tað var bygt i Evropa. Men tann spurningin slapp Strandferðslan heilt frá at taka støðu til, hóast kinesiskar skipasmiðjur vóru ímillum teirra, sum vóru bodnar at geva tilboð. – Vit fingu heilt einfalt onki boð úr Kina, sigur Reidar Nónfjall. Annars fáast neyvari upplýsingar um IZAR á heimsíðuni, www.izar.es. Nýggja suðuroyar- skipið verður verður liðugt í august í 2004 SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Nú er tað endaliga greitt: Nýggja suðuroyarferjan verður bygd í Spania. Fríggjadagin gjørdi Strandferðslan skrivliga semju við eitt skipasmiðju- samtak í Spania um at byggja nýggju ferjuna, ið skal røkja suðuroyarsigl- ingina fyri Smyril, sum er blivin ov gamal og slitin. Talan er um samtakið IZAR, ið er eitt rættiliga stórt samtak av skipasmiðj- um. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at í avtaluni við IZAR, er semja gjørd um ymiskar prinsipi- ellar spurningar í sambandi við byggingina, og har staðfest verður, at partarnir skulu arbeiða fram ímóti at undirskriva endaligan sátt- mála um byggingina. Eftir semjuni skulu part- arnir arbeiða fram í móti at fáa tey seinastu teknisku og løgfrøðiligu viðurskiftini avgreidd í seinasta lagi 8. mars 2002. Tá skal alt tilfar vera klárt, so at endaligur byggi- sáttmáli kann undirskrivast. Semjan er treytað av, at landsstýrismaðurin í sam- ferðslumálum, Bjarni Djur- holm, og partaeigarin í IZAR góðkenna byggi- krøvini og endaligu avtal- una, áðrenn hon verður undirskrivað. Reidar Nónfjall sigur, at tað, sum nú er eftir at gera, eru smálutir í einstakum orðingum í tekstum, sátt- málum og lógfrøðiligum skjølum. Samráðst í tveir mánaðir Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan og Vinnu- málastýrið hava samráðst nú í einar tveir mánaðir samráðst við IZAR um nýggju suðuroyarferjuna suðuroyarferjuni. IZAR samtakið hevur fleiri skipasmiðjur, men í sambandi við nýggju suð- uroyarferjuna, eru tað tríggjar, sum kunnu koma upp á tal og tað eru skipa- smiðjurnar í Sevilla, San Fernando og tann í Porto Real og tær eru allar í Suðurspania. Enn er enda- lig avgerð ikki enn tikin um, hvørjari av hesum trimum skipasmiðjnum, nýggja suðuroyarskipið verður bygt á. Eftir avtaluni fer nýggja suðuroyarferjan at kosta 40.450.000 evrur og sum gjaldoyrað er í løtuni, er talan um 300, 5 milliónir krónur í okkara peningi. Men harafturat koma so útreiðslur til kurstrygging og byggieftirlit. Løgtingið hevur givið Vinnumálastýrinum heim- ild til at brúka 310 milliónir til skipið. Upprunaliga vórðu 305 milliónir játtaðar til endamálið, men Løg- tingið hevur júst játtað fimm milliónir afturat til byggieftirlit og kurstrygg- ing og sostatt eru nakrar milliónir til taks at standa ímóti við, skuldi onnurt óvæntað stungið seg upp á vegnum. Ferjan verður goldin í trimum gjøldum, sum eru áleið líka stór, tó at gjaldið í ár verður nakað minni. Fyrsta gjaldið upp á 90 milliónir, verður goldið í ár, annað gjaldið komandi ár og triðja gjaldið í 2004. Skipasmiðjan veitir trygd fyri hvørjum gjaldið. Ferjan skal handast Strandferðsluni 30 mánaðir eftir, at byggisáttmálin er undirskrivaður. Verður hann undirskriv- aður í mars, soleiðis sum ætlanin er, verður nýggja nýggja suðuroyarskipið lið- ugt í august í 2004. Fyri at taka afturíaftur, kann nevnast, at nýggja suðuroyarferjan verður 135 metrar long, hon siglur 21 míl, hevur pláss fyri 800 ferðafólkum og tekur 200 bilar og tað er tvær ferðir so nógv, sum Smyril. Strandferðslan gjørt avtalu við spaniólar um nýtt suðuroyarskip Ætlanin er at undirskrivað sáttmálan um nýggju suðuroyarferjuna í næsta mánaði og ferjan verður liðug í august 2004 Strandferðslan fekk øll síni ynski uppfylt – Vit eru fegnir um, at vit ikki hava verið noiyddir at skarva nakað sum helst av upprunaligu byggiætlanini, sigur Reidar Nònfjall, Her er hann fundi í Suðuroy í fjør, tá ið umboð fyri Strandferðsluna greiddi almenninginum frá, hvussu nýggja suðuroyarskipið kom at síggja út. Í vikuni verða sein- astu hoyringarnar avgreiddar, og síðani verður álitið gjørt klárt til at verða almannakunngjørt MENTAN Turið Kjølbro Eitt álit fyri og annað eftir er loyst úr lagdi seinastu árini, men enn bíða vit eftir álitinum um ein framtíðar føroyskan mentapolitikk. Undrunarvert kanska, tí farið varð undir at arbeiða við mentanarpolitisku virk- isætlanini í byrjanini av hesum valskeiðnum. Val- skeiðið er nærum runnið, men nú er álitið í eygsjón. Álitið, sum er liðugt ar- beitt av Mentamálastýrin- um, er sent avvarðandi stovnum, feløgum og øðr- um til hoyringar, og seint í hesu vikuni eru seinastu hoyringarnar avgreiddar. Síðani verða viðmerking- arnar viðgjørdar og álitið gjørt klárt til at verða al- mannakunngjørt. Ætlanin er at hava aðalorðaskifti um álitið í tinginum. Skotbráið er stutt, tí fyrst í komandi mánaði, sum longu byrjar í næstu viku, er seinasta freist at leggja málið fyri tingið. Fýra landsstýrismenn í mentamálum hava havt álitið um hendi. Um tað er orsøkin til, at tað hevur tikið so drúgva tíð at seta orð á ein komandi føroysk- an mentapolitikk, er ilt at meta um, men fleiri ferðir hetta valskeiðið hevur verið boðað frá, at álitið hevur verið á gáttini. So seint sum fyrst í hesum árinum ætlaði landsstýrismaðurin við mentamálum at hava álitið liðugt seinast í januar. Í viðtali í blaðnum í farna mánaði segði hann, at tað er torført at skriva eitt slíkt álit, sum umfatar so nógv. - Nógvir stovnar og feløg eru umfatað og tað tekur tíð. Sjálvsagt er tað eitt sindur spell, at álitið kemur so seint í valskeiðnum. Hendan samgongan fær ikki teir stóru møguleikar- nar at gera so nógv út frá álitinum, men tað fær kom- andi landsstýrið so ístaðin. Mentan kostar Í samgonguskjalinum stendur, at ein greiður mentunarpolitikkur skal orðast við støði í millum øðrum mentunarálitinum “Avmarkaður marknaður”, sum varð gjørt miðskeiðis í nítiárunum. Síðani henda samgongan fór til verka hava embætisfólk í Menta- málastýrinum arbeitt við virkisætlanini. Hvat stend- ur í virkisætlanini vil eing- in avdúka fyri okkum. Ei heldur um, um virkisætl- anin fer hava við sær, at meiri peningur verður sett- ur av til mentan í komandi tíð. Fíggjarlógin fyri í ár gevur ikki nakra ábending um, at vit fáa ein orðaðan mentapolitikk innan stutta tíð. Játtanin til mentanina stendur stórt sæð í stað í ár í mun til í fjør. Tó vaks játtanin til mentanina í undanfarnu fíggjarlóg við tíggju prosentum í mun til árið fyri. Smábarnabók, barnabók og myndabók eru útgávurnar hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags á hesum sinni ÚTGÁVUR Turið Kjølbro Bókadeild Føroya Lær- arafelags gevur í hesum døgum út tríggjar bøkur. Smábarnabókin er “Mín fyrsta bók um kroppin”, sum er væl egnað fyri børn í aldrinum 0 til 3 ár. Hetta er einføld smá- barnabók, sum í fittum myndum vísir nøvn á likamslutum, t.d. hond- ini: tummil, fremstifing- ur, longutong, lekifing- ur, lítlifingur, knúgvi, handarbak og skøvn- ingur. Eisini lærir barnið at seta orð á rørslur. Bókin er 36 blaðsíður í litum, prentað á hald- gott papp, og kostar 49 krónur í bókabúðunum. Hestprent hevur staðið fyri prentgerðini. “Tá ið Findus lítli hvarv” er myndabók, og væl egnað til 3 til 7 ára gomul børn. Sven Nord- quist eigur orð og mynd- ir. Hetta er fimta bókin á føroyskum um Pettson gamla og kettuna Find- us. Hinar eru “Neyðars Pettson”, “Pannukøku- lagkøkan”, “Pettson fær vitjan á jólum” og “Og hanin gól”. Í hesi bókini býr Pett- son gamli saman við hønum sínum á einum garði á bygd. Hann kennir seg ógvuliga einsamallan. Ein dagin kemur grannakonan, Bina, við eini pappeskju til hansara. Á henni stendir við stórum stav- um Findus Grønar ertr- ar, men í eskjuni er alt annað er ertrar. Nevni- liga ein pinkalítil kett- lingur. Soleiðis gjørdust Pett- son og Findus vinir, og teir fingu nógvar aðrar vinir eisini. Bøkurnar um Pettson og Findus eru ógvuliga væl umtóktar, bæði í Føroyum og í øðrum londum. Niels Jákup Thomsen hevur týtt úr svenskum. Bókin er 28 blaðsíður í litum, innbundin, og kostar 95 krónur í bóka- búðunum. Hestprent hevur staðið fyri prent- gerðini. Meiri er at frætta um stuttliga Kurt í bókini “Kurt Quo Vadis?” eftir Erlend Loe. Juli Fager- land hevur týtt. Bókin er væl egnað til børn í aldrinum 7 til 12 ár. Í fjør komu tvær bøk- ur um Kurt, “Kurt og fiskurin” og “Kurt verð- ur óreinur”. “Kurt Quo Vadis” er seinasta bókin í røðini. Kurt býr enn saman við konuni Onnu Lisu og børnunum Klænu- Helenu, Sodavatns-Kurt og Lítla Bud. Kurt kennir seg miseydnaðan. Ongin í verðini er meiri miseydnaður enn hann, soleiðis sum hann søpl- ar lívið burtur á kajini, har hann koyrir trukk. Okkurt má gerast, og Kurt finnur upp á ráð. Hann sigur starvið sum trukkførari frá sær og fer at gera okkurt ógvuliga týdningarmikið, so at fólk skulu leggja til merkis til hansara. Ein- asti, sum stuðlar honum í tí, hann ger, er lítli Bud, og saman fáa teir enn eitt gott hugskot, men kanska varð tað ikki so gott kortini! “Kurt Quo Vadis?” er 97 blaðsíður, kostar 95 krónur í bókabúðunum. Hestprent hevur staðið fyri prentgerðini. Findus, Kurt og kroppurin Mentanarálitið útsett Mentunarvirkisætlanin hjá landsstýrinum verður almannakunngjørd ein av fyrstu døgunum Danskt spælimans- orkestur, sum vitjaði í Føroyum seinasta summar, ætlar sær aftur hendanveg í summar TÓNLEIKAVITJAN Danska pensionista- orkestrið »Gamle Venner«, sum var í Føroyum og vitjaði seinasta summar, ætlar sær aftur í ár at spæla fyri føroyingum. Talan er um eitt 12 mans orkestur, siga teir í tíð- indaskrivi. Men bara teir níggju koma við í summar. Luttakararnir eru fyri tað mesta fólkapensionistar ella fyritíðarpensionistar. Teir plaga at halda til á einum sonevndum eldra- centri í Trige beint norðan fyri Århus, nevnt Lokal- centret Bjørnshøj. Seinasta summar búði ferðalagið í Tjørnuvík, meðan tey vóru í Føroyum, og tað fara tey aftur at gera í ár, verður sagt. Tey ferðaust so runt til ellisheim, bústovnar og sambýli ymsastaðni og spældu fyri fólki. Vanliga spæla teir - menninir spæla, meðan konurnar dansa - allan vanliga undirhaldstónleik frá seinastu øld, eins og gamlan fólkatónleik. Og tað ber so at siga altíð til at fáa fólk at dansa, verð ur sagt í tíðindaskirivninum. Eisini bjóða teir seg fram at spæla til felagssang og enntá í kirkjum, um tað skal vera. Tað hava teir organist til, verður sagt í tíðindaskrivinum. Men teir spæla ikki ókeypis kortini. Nevnt verður, at teir rokna við at taka einar 1.500,- til 2.000,- krónur fyri hvørt tiltakið, teir spæla til. Skuldi onkur verið áhugaður í at hoyrt hesar spælimenninar í summar, ber til at seta seg í samband við teir í Danmark, siga teir í tíðindaskrivinum. Til ber at ringja til tlf. nr. 0045 86 75 00 13 ella 0045 86 23 12 93 í Århus. Á fyrra numm- arinum verður helst svarað á føroyskum. Eisini ber til at senda teldupost - á føroyskum - til anbja@mail.dk ej Gamlir vinir vitja aftur Spælimansorkestrið Gamle Venner vitjaði í Føroyum í fjør og ætlar sær aftur í summar Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4