Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 35 - 20. februar 2002 Nr. 35 - 20. februar 2002 7 Ein íslendingur varð mánadagin dømdur at sita sjey mánaðir í fongsli fyri at hava smuglað 2,9 kilo av hassji til Føroyar. Hann er harumframt vístur av landinum og hevur innferðarbann í fimm ár. Ákæruvald- ið fer at kæra dómin, tí revsingin er ov lin SMUGLING Stefan í Skorini Mánadagin seinnapartin kom ein íslendari, ið er 29 ára gamal, fyri Føroya Rætt. Hann var í fyrsta lagi ákærdur fyri at hava smugl- að umleið trý kilo av hassji til Føroyar við Atlantic Air- ways fríggjadagin 31. jan- uar. Løgreglan í Keypmanna- havn hevur eisini tikið mannin við smáum nøgd- um av rúsevnum á sær í oktober í fjør,og hesar ákærur vórðu eisini við- gjørdar. Talan var um eini 10 gramm av amfetamini, 80 gramm av hassji og ein hálvan bolla av ecstacy. Ákærin kravdi, at revs- ingin ikki var minni enn eitt ára fongsul, men dómarin gav bara sjey mánaðir, sum verjin mælti til. Ákæru- valdið fer nú at kæra dómin til Eystara Landsrætt, tí tað metir ikki, at dómurin er nøktandi. Maðurin varð eisini dømdur at rinda sakarmáls- kostnaðin. Løgreglan í Keypmannahavn legði hald á 7.000 krónur, sum lógu í madrassuni í bústaðinum hjá manninum, og hesin peningur verður latin fyri sakarmálskostnað. Í stórari skuld Maðurin greiddi frá í rætti- num, at hann var komin í stóra skuld til sín fasta veit- ara av rúsevnum í Chris- tiania í Keypmannahavn. Um hann tó hevði trý kilo av hassji við sær til Íslands, skuldi skuldin strikast. Orsøkin til skuldina var hon, at hann hevði roynt at smugla eitt kilo av marihu- ana til Noregs fyri henda veitaran, men hann varð tikin av norsku løgregluni á sumri í fjør. Tí var hann komin at skylda 25.000 krónur, sum hann ikki klár- aði at rinda aftur. Ein annar møguleiki var tó at veita aðrar tænastur sum t.d. at smugla. Hann vildi tó ikki siga í rættinum, hvør hesin veitarin er. Ákæruvaldið heldur, at tá maðurin tríggjar ferðir er tikin fyri brot á rúsevnis- lógina innanfyri eitt ár, eig- ur hann at verða dømdur harðari. Tí verður dómurin kærdur. Maðurin segði, at hann hevði mistikið seg við ferðaætlanini hjá Atlantic Airways og Icelandair. Ætlanin hjá honum var at fara beinleiðis víðari til Ís- lands, eftir at hann hevði lent í Føroyum, men flog- farið var longu farið. Tí ætlaði hann sær til Havnar, men hann varð tikin av toll- valdinum. Maðurin lovaði bót og bata í framtíðini. Hann ætl- aði sær aftur til Íslands at arbeiða og forvinna eitt sindur av peningi fyri síðani at rinda skuldina aftur. Hann verður væntandi fluttur til Danmarkar at sita dómin. 7 mánaðir fyri 3 kilo av hassji Ein 29 ára gamal íslendingur varð mánadagin dømdur at sita sjey mánaðir í fongsli fyri at hava smuglað 2,9 kilo av hassji til Føroyar. Mynd: Álvur Haraldsen Ein 33 ára gamal maður úr Havn varð mánadagin dømdur 1 ár og 3 mánaðir treytaleysa fongsuls- revsing fyri at hava selt 8 kilo av hassji í einum tvey ára tíðar- skeiði RÚSEVNI Stefan í Skorini Maðurin viðgekk í rætti- num, at hann hevði keypt átta kilo av hassji, og av teimum hevði hann selt sjey kilo víðari. Sambært honum sjálvum var eitt hálvt kilo til egið brúk, og løgreglan fann eitt hálvt kilo í bústaðinum hjá manninum. Dómarin gjørdi av, at hald skal leggjast á 167.000 krónur, sum er vinningur av søluni. Ákæruvaldið kravdi upprunaliga 460.000 krón- ur, men dómarin minkaði hesa upphædd eftir frá- greiðingina hjá ákærda manninum. Ákæruvaldið vildi eisini vera við, at maðurin hevði havt tíggju kilo um hendi og ikki átta. Maðurin varð dømdur eftir lógini um euforiser- andi evni, tí nøgdin var minni enn tíggju kilo. Um nøgdin var meira hevði revsilógin verið nýtt, tí talan er um tyngjandi um- støður. Hald skal eisini leggjast á 482 gramm av hassji og 7.890 krónur, sum løg- reglan fann í bústaðinum hjá manninum. Harum- framt skulu ymsir lutir, sum nýttir verða at njóta og selja hassj við, konfiskerast. Málið var eitt ájáttanar- mál, og tað vil siga, at maðurin játtaði seg sekan í teimum flestu ákærunum, og at dómarin síðani skuldi áseta eina revsing eftir frá- greiðingini hjá ákærda. Leyslatin Í ákæruritinum varð hildið uppá, at maðurin hevði keypt hassjið frá sama manni og latið hesum ein part av vinninginum. Rætt- armálið var fyri afturlat- num hurðum við atliti til kanningar í øðrum líknandi málum, og tí ber ikki til at fáa innlit í smálutirnar. Ákærin kravdi, at maður- in verður varðhaldsfongsl- aður, til hann skal sita dóm- in, men dómarin metti, at tann dømdi kundi latast leysur. Hesa avgerð kærdi ákærin til Landsrættin, sum skal taka støðu, áðrenn maðurin verður leyslatin. Revsikarmurin fyri slík lógarbrot er nógv strangari í Føroyum enn í Danmark. Orsøkin til hetta er, at vinn- ingurin av rúsevnasølu er nógv hægri her enn í Dan- mark, og tí at Føroyar er eitt lítið samfelag, har slíkt virksemi fær álvarsamari avleiðingar. Tann 33 ára gamli maðurin er tann fyrsti, sum verður dømdur, í tí stóra narkotikamálinum, sum gjørdist kent tann 16. jan- uar, tá løgreglan tók níggju menn í Føroyum eftir um- fatandi húsarannsóknir. Enn er ikki greitt, hvar maðurin fer at sita dómin. Ein 29 ára gamal maður, sum eisini varð tikin 16. januar, kemur væntandi fyri rættin hósdagin. Tann fyrsti er dømdur: 15 mánaðir í fongsul Tíðindi hava seinastu tíðina gingið um, at Jógvan Lützen, fyrr- verandi býráðslimur í Klaksvík, hevur í hyggju at stilla upp fyri Sjálvstýrisflokk- in. Jógvan noktar fyri, at nakað hald er í hesum tíðindum. Hann stuðlar lista A til komandi løgtingsval LØGTINGSVAL Stefan í Skorini – Eg havi sjálvur hoyrt hasi tíðindini, og eg havi fingið fleiri uppringingar frá fólki, ið hava spurt meg um hasi leysatíðindini, men einki hald er í teimum, sigur Jógvan Lützen, tá hann verður spurdur, um hann ætlar at stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin til løg- tingsvaldið. Hann sigur, at eingin úr Sjálvstýrisflokkinum hevur vent sær til hansara um at gerast valevni á lista D. Um hann hinvegin hevði fingið eina áheita um hetta, hevði hann ikki ønt henni aftur. – Eg eri fólkafloksmaður um ein háls, og eg fari at stuðla flokkinum til valið, sigur Jógvan Lützen. Fólkaflokkurin hevur stillað seks valevni upp til valið í Norðoyggjum. Tó boðaði flokkurin frá, at hann fegin vildi hava enn eitt valevni á listan. Jógvan Lützen sigur seg heldur vilja loyva yngri fólki framat listanum, men um hann fekk eina áheitan um at stilla upp, hevði hann umhugsað hetta tilboðið. Jógvan Lützen: Stuðlar Fólkaflokkinum Tólv ár sum politikari – bæði sum lands- stýris- og løgtings- maður – vóru nóg mikið fyri Finnboga Arge, sum nú gevst í politikki. –Eg fari aftur í vinnuna, og so fari eg eisini at renna eitt maraton, sigur Finnbogi POLITIKKUR Heri á Rógvi Finnbogi Arge hevur boðað sínum floksfeløgum frá, at hann ikki stillar upp til løg- tingsvalið. Hann ætlar sær fullkomiliga at gevast við at vera politikari, og hann verður sostatt ikki uppstill- aður til hetta ella onnur komandi løgtingsval. – Eg haldi, at tað má vera annað í lívinum enn politik- kur. Eg havi verið við í politikki í tólv ár nú, og hetta má vera nóg mikið. Lívið er jú so stutt, sigur Finnbogi Arge flennandi. Yrkisleiðin hjá Finnboga Arge í politikki byrjaði í 1990, tá hann varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin. Hann varð valdur innaftur á ting við valið í 1994. Í 1996 kom vátt í reiðrið millum hann og Sambandsflokkin, og hann gjørdist uttan- flokka tingmaður í tvey ár. Við seinasta løgtingsval í 1998 stillaði hann aftur upp, men hesaferð var tað fyri Fólkaflokkin. Hann fekk 185 atkvøður, og gjørdist hann nummar trý á listanum hjá Fólkaflokki- num. Hetta rakk ikki til ein sess í tinginum, men boð vóru eftir Finnboga at koma út Landsstýrið at vera í landsstýrismann í m.a. vinnumálum. Hetta starv røkti hann til 27. august 2000, tá hann gavst í starvi- num, og Bjarni Djurholm loysti hann av. Afturfyri loysti Finnbogi Bjarna av sum tingmann, og Finnbogi gjørdist eisini formaður í fíggjarnevndini. Hann hev- ur verið kendur fyri síni vinnuligu sjónarmið, og tað er eisini hetta sama evnið, ið fer at upptaka hann í framtíðini. – Eg havi eitt virki at passa, og tað var eisini tí, at eg fór úr landsstýrinum. Eg fari aftur í vinnuna fulltíð, har eg havi verið áður, og hetta trúgvi eg fer at vera spennandi at koma aftur til, sigur Finnbogi Arge. Avgerðin um at gevast er tikin fyri langari tíð síðani. – Eg tók avgerðina longu, tá ið eg fór frá sum landsstýrismaður. Eg havi síðani fingið áheitanir um at stilla upp, men eg havi greitt boðað frá, at eg fari úr politikki, sigur Finnbogi. Hann heldur, at gongdin hjá Fólkaflokkinum í sjálv- stýristilgongdini er á snóra- beinari leið, sum hann tek- ur til. Víðari sigur hann, at tað hevði verið ynskiligt, um tað verður tikið eitt sindur meira róligt tað næstu tíðina, áðrenn tú hev- ur prógvað, at tað ber til at minka blokkin, men hann tekur kortini undir við, at blokkurin varð minkaður. – Eg eri framvegis áhug- aður í politikki, og eg eri eisini sera glaður fyri tíð- ina, men eg ætli mær at gevast sum politikari. Eg fari nokk at stuðla flokki- num víðari sum stillari ella okkurt annað, sigur Finn- bogi Arge. Næsta takið hjá Finnboga verður at renna Maraton í Berlin. Finnbogi og beiggi hansara venja nú av øllum alvi til kappingina. Mara- ton renningin í Berlin, ið er ein av stóru Maraton renn- ingunum í heiminum, verð- ur 29 september, og Finn- bogi sigur, at hann er við at koma í form. Hann hevur longu runnið tað, ið svara til eitt hálvt marathon, men hann ætlar sær eisini at uppliva tað “ultimativa”, at renna teir 42,195 km, ið er teinurin ein maratonrennari noyðist at berjast við. Finn- bogi sigur seg hava góðar vónir at klára allan teinin í Berlin, nú tann politiski teinurin er runnin. Finnbogi Arge gevst í politikki Finnbogi Arge hevur seinastu tólv árini sitið á tingi ella verið landsstýrismaður. Nú er liðugt við tí, og hann fer heldur at hugsa um sína bilasølu. Eisini skal hann til Berlin at renna maraton í september. Mynd: Jens Kristian Vang. Bæði Tryggingar- felagið Føroya og Trygd hava merkt árinini av yvirgangs- atsóknunum 11. sep- tember upp á egnan kropp TRYGGING Heri á Rógvi Tá høghúsini í New York rapaðu hin 11. september síðsta ár, fyri góðum fimm mánaðunum síðani, so merkti hetta eisini eitt skrædl í tryggingarheimi- num. Stóru og umfatandi skaðarnir settu síni tungu spor hjá rættiliga nógvum tryggingarfeløgum. Harð- ast gekk tað útyvir eftir- tryggingarfyritøkurnar, sum veruliga hava merkt, hvat tað hevur at siga, tá yvirgangsmenn gera um seg. Eyka útreiðslur Í ársroknskapinum hjá Trygd, sum kom út fyri kortum, stendur ein serligur partur eftirtryggingar ella Reassurance. Tað er nevni- liga soleiðis, at ein góður partur av teimum trygging- um, ið eru teknaðar hjá ein- um tryggingarfelag verða eftirtryggjaðar í einum størri eftirtryggingarfelag. Í ársroknskapinum hjá Trygd stendur at lesa, at reassurence er altjóða sam- anset, og prísurin fyri hetta verður ávirkaður av tí ein- kulta felagnum, eins og allar tryggingarútreiðslur kring heimin ávirka prísin, ið tryggingarfeløgini skulu gjalda tí størra eftirtrygg- ingarfelagnum. – Tær ovurhondsstóru endurgjaldsútreiðslurnar, sum vórðu goldnar í sam- bandi við yvirgangsatsókn- irnar í Sambandsríkinum tann 11. september 2001 saman við fleiri ár við vant- andi vinningi hjá eftir- tryggingarfeløgunum hevur viðført, at gjaldið fyri eftir- trygging er globalt er fari munandi upp. Sostatt eru tey eftirtryggingargjøld, ið Trygd skal gjalda í 2002, farin munandi upp eisini. Hetta vil upp á longri sigt væntast at viðføra hægri tryggingargjøld, skrivar Trygd í ársfrágreiðingini, har tað verður sagt til endans, at felagið framveg- is er sikrað við skilagóðari og solidari eftirtrygging. Royna at halda Hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er sama skilið. Gunnar í Liða, forstjóri, sigur, at teir, eins og onnur, hava merkt, at tað er vorðið munandi dýrari at verða eftirtryggjaður. – Hetta vil í fyrstu atløgu ikki ávirka okkara trygg- ingartakarar, sigur Gunnar í Liða. Hann greiðir frá, at teir hava fingið skrúvað tað soleiðis saman, at trygging- artakararnir ikki fara at merkja nakað til hetta – í øllum førum í fyrstu um- gangi. Tað er tó ilt at spáa um, hvussu tað verður í framtíð- ini. –Eftirtryggingarfyritøk- urnar hava nú fingið eitt faktor afturat í yvirgangsat- sóknum, og hetta kann lætt- liga hugsast at gerast dýrt, sigur Gunnar í Liða. Enn hava føroysku trygg- ingartakararnir ikki merkt nakað til 11. september, men tað væl hugsast, at hetta kemur at vera ein dag- ur, ið tryggingartakarin eis- ini kemur at merkja á pengapunginum. Tryggingarnar merkja 11. september Ógvusligt var tað, tá yvir- gangsmenn javnaðu Twin Towers við jørðina. Eftir- tryggingarfeløgini máttu gjalda fyri gildið, og tað væl hugsast, at hetta nú eisini fer at merkjast í Føroyum. C M Y K 7 6