mikudagur 20. februar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 35 - 20. februar 2002
Nr. 35 - 20. februar 2002
9
UMHVØRVIÐ
Jóanes N. Dalsgaard
Tá yvirfriðingarnevndin í
sínari tíð gav loyvið til
vatnorkuútbyggingina hjá
SEV í Norðureysturoy, var
ein av treytunum, at SEV
skuldi gjalda fyri framhald-
andi lívfrøðiligar kanningar
á Funningsfirði. Í apríl
2000 avgjørdi SEV, í sam-
ráð við Oljumálastýrið, at
seta ein arbeiðsbólk at
skipa fyri hesum kanning-
um. Í arbeiðsbólkin vóru
vald umboð fyri SEV,
Landsverkfrøðingin, Heilsu-
frøðiligu
Starvsstovuna,
Havfrøðiligu Royndarstøð-
ina í Kaldbak og fyri Fiski-
rannsóknarstovuna. Bólk-
urin valdi Eilif Gaard, lív-
frøðing á Fiskirannsóknar-
stovuni, til samskipara av
kanningararbeiðinum.
Kanningarverkætlan í
trimum pørtum
Kanningararbeiðið er býtt í
tríggjar partar. Fyrst og
fremst skal rákið á fjørði-
num
kannast.
Hendan
kanningin skal vísa, um
minkaða ílátið av feskvatni
í fjørðin hevur nakra ávirk-
an á vatnútskiftingina á
fjørðinum. Ein annar partur
snýr seg um dýralívið á
botni, og tann triði parturin
snýr seg um plantu- og
dýralívið fram við sjóvar-
málanum.
Sosialurin hevur sett seg í
samband við Eilif Gaard,
kanningarsamskipara, fyri
at fáa at vita eitt sindur
nærri um, hvat tað er, sum
skal kannast, og hví. Eilif
Gaard greiðir frá, at í fyrsta
umfari verður høvuðsdent-
urin lagdur á at kanna
streymviðurskiftini á Funn-
ingsfirði. Ílátið av feskvatni
í ein fjørð kann hava avger-
andi týdning fyri vatnút-
skiftið á fjørðinum og har-
við fyri livilíkindini á fjørð-
inum sum heild. Fyribrigdi,
sum talan er um, nevnist
ein feskvatnspumpa.
Feskvatnspumpan
Tað rennur altíð nakað av
feskum áarvatni í ein fjørð,
greiðir Eilif Gaard frá.
Feska vatnið er heldur lætt-
ari enn sjógvur. Tað er salt-
ið í sjónum, sum tyngir
hann. Áarvatnið blandast í
ávísan mun við sjógvin,
men tó so, at ovast í sjónum
legst eitt lag, sum er heldur
feskari enn restin av sjó-
num. Hetta feskara lagið er
lættari er sjógvurin annars,
og tað verður tí liggjandi í
erva.
Men av tí at meira fesk-
vatn allatíðina rennur í
fjørðin, verður hetta ovasta
lagið trýst út av fjørðinum.
Ovasta lagið er sum nevnt
eitt bland av sjógvi og fesk-
vatni, men meginparturin
av hesum blandið er tó
sjógvur. Lutfallið ímillum
sjógv og feskvatn er kanska
1 til 100. Hetta merkir, at
nøgdin av sjógvi, sum renn-
ur út av fjørðinum, er 100
ferðir so stór, sum nøgdin
av feskvatni, sum rennur í
fjørðin. Hetta hevur aftur
við sær, at sjógvur verður
sogin inn í fjørðin í neðra,
og eisini henda nøgdin er
100 ferðir so stór, sum
nøgdin av feskvatni, sum
rennur í fjørðin. Hetta er
tað, sum nevnist ein fesk-
vatnspumpa.
Vindur og sjóvarfall
Um vatnútskiftið á einum
fjørði verður drivið av eini
feskvatnspumpu,
hevur
ílátið av feskvatni avger-
andi týdning fyri vistfrøði-
ligu javnvágina í fjørði-
num. Og av tí sum sagt er
omanfyri sæst, at smáar
broytingar í feskvatnsíláti-
num kunnu bera í sær stórar
broytingar í vatnútskifti-
num. Tí er tað av alstórum
týdningi at finna fram til, í
hvønn mun vatnútskiftið á
Funningsfirði er drivið av
eini feskvatnspumpu ella
um aðrar kreftir eisini
spæla ein leiklut. Hesar
kreftir eru vindur og sjóvar-
falsstreymur. Sum er, vita
vísundafólkini ikki, hvønn
leiklut hesar tríggjar kreft-
inar spæla fyri vatnútskiftið
á Funningsfirði. At finna
svar uppá tann spurningin
sær Eilif Gaard, sum eina
høvuðsuppgávu hjá bólki-
num.
Truplt at kanna í
skiftandi veðri
Ymsir møguleikar eru til
tess at finna hetta svarið.
Ein máti er at gera nógvar
einstakar mátingar ymsa
staðni á fjørðinum yvir eitt
longri
tíðarskeið.
Men
trupulleikin við hesum
framferðarhátti, sigur Eilif
Gaard, er, at veðurlagið í
Føroyum er so skiftandi.
Hetta ber í sær, at sjálvt um
heilt nógvar mátingar vera
gjørdar, so verður trupult at
vita, hví man fær eitt úrslit
í dag og eitt annað í morg-
in. Tað er ógvuliga torført
at siga, hvør orsøkin er til
broytingarnar. Tað kann
vera tí at vindurin er øðr-
vísi, tí tað regnaði í fyrra-
dagin ella tí at sjóvarfallið
ikki er tað sama.
Teldumyndil í ger
Bólkurin hevur tí í staðin
valt at gera ein teldumynd-
il, sum skal lýsa streym-
viðurskiftini. Bólkurin hev-
ur biðið Dansk Hydraulisk
Institut um at gera myndil-
in, og tað arbeiðið er komið
nakað áleiðis. Eilif Gaard
greiðir frá, at endamálið
við at gera ein myndil er at
síggja,
hvussu
tingini
hanga saman. Tá myndilin
er fingin at hanga saman,
ber til at broyta t.d. fesk-
vatnsílátið fyri at síggja,
hvussu
hetta
ávirkar
streymgongdina á fjørði-
num. Á sama hátt ber til at
síggja, hvussu nógv hinar
kreftirnar - vindur og sjóv-
arfall - ávirka. Tá myndilin
er liðugur verða stakkann-
ingar gjørdar á fjørðinum
fyri at kanna, um veruleikin
er, sum myndilin sigur.
Víðari kanningar
Um komið verður fram til,
at feskvatnsílátið hevur ein
ávísan týdning fyri rákið,
so skal kannast, hvønn týd-
ning hetta hevur fyri tær
lívfrøðiligu tilgongdirnar
inni á fjørðinum, tað verið
seg gróður og dýr bæði við
botnin, uppi í sjónum og í
sjóvarmálanum.
Havlív-
frøðiliga Royndarstøðin í
Kaldbak skal gera kanning-
ar við botnin og uppi í sjó-
num, og Náttúrugripasavn-
ið skal gera kanningar av
sjóvarmálanum.
Úrslit og frágreiðing
Tá kanningararbeiðið er
liðugt um eini 5 ár skal
arbeiðsbólkurin koma við
eini frágreiðing. Men Eilif
Gaard sigur, at so langt er
arbeiði slett ikki komið
enn. Í løtuni gongur tíðin
við at savna tilfar, og tað er
sum skilst ikki løtuverk.
Eilif Gaard sigur tó, at hann
væntar, at úrslitini frá
streymkanningini vera tøk í
hesum árinum.
Funningsfjørður undir lupp
- Eitt sindur feskum áarvatni
rennur altíð í ein fjørð. Feska
vatnið er heldur lættari enn
sjógvur. Tað er saltið í sjó-
num, sum tyngir hann. Áar-
vatnið blandast í ávísan mun
við sjógvin, men tó so, at
ovast í sjónum legst eitt lag,
sum er heldur feskari enn
restin av sjónum. Hetta fesk-
ara lagið er lættari er sjógv-
urin annars, og tað verður tí
liggjandi í erva, greiðir Eilif
Gaard frá
Vísundafólk úr Føroyum og
Danmark eru í løtuni í holt við
eina umfatandi kanning av
Funningsfirði. Kanningin, sum
verður gjørd fyri SEV, skal lýsa
hvørji umhvørvislig árin
standast av, at áarvatnið frá
vestara armi á fjørðinum nú
verður leitt í Eiðisvatn og ikki í
fjørðin
– Ístaðin fyri at verja
barnið, so verja tey
vaksnu seg sjálvi frá
uppílegging og
ósemjum. Heilt
erligt?! Hvat skulu vit
við barnaverndum,
sum ikki skilja støð-
una hjá einstaka
barninum, og sum
ikki taka trupulleik-
arnar við rótini
BARNAVERND
Orð: Steintór Rasmussen
Myndir: Jens Kristian Vang
Hon hevur eina greiða
støðu til málið. Og hon
eigur at vita, hvat hon tosar
um. Dagliga verður hon
konfronterað við tørvin hjá
børnunum
í
kommuni.
Heili 80 virkin barnavernd-
armál eru til viðgerðar.
Hóast ikki øll eru úr somu
skuffu, so eru tungar sakir
ímillum, sum rópa eftir ser-
kønari og ábyrgdarfullari
viðgerð.
Jancy Biskopstø Klein er
leiðari á Sosialu Deild hjá
Klaksvíkar Býráð. Áðrenn
hon tók við starvinum, á
sumri 2000, hevði hon
starvast sum sosialráðgevi í
Odense í nøkur ár.
– Eg má siga, at her í
Føroyum arbeiða øll mest-
sum hvør í sínum lagi. Mín
uppgáva er at fáa umsiting-
ina at virka, men samstund-
is arbeiði eg innan fyri eitt
óskipað øki og tingini
hanga
sjáldan
saman.
Ímeðan sosialmál í Dan-
mark í stóran mun liggja úti
hjá tí einstøku kommuni, so
eru
viðurskiftini
nógv
meira fløkt herheima. Og
so haldi eg eisini, at tíðin
langt síðani er farin frá
politisk valdu barnavernd-
unum, har man ofta heldur
velur penar borgarar enn
óbúgvin fólk við fakligari
vitan og førleika.
Jancy ásannar, at tað
kann verða tungt at arbeiða,
tá fólkini rundanum tað
runda borðið ikki tosa sama
mál. Ístaðin fyri at psyko-
logurin, læknin og sosial-
ráðgevin og onnur, sum
hava rætta førleika skulu
verja av og seta tiltøk í
verk, so lata vit lagnuna hjá
barninum upp í hendurnar á
stýrimanninum, bókhald-
anum og krambakvinnuni.
– Uttan at taka nakað frá
teimum sum verða vald í
barnaverndir kring landið,
so meini eg heilt erligt, at
hendan skipanin ikki tænir
sakini hjá barninum. Eg
skilji heldur ikki argu-
mentið, tá tað verður sagt,
at barnaverndirnar umboða
tann menniskjaliga partin.
Ofta ána tey, sum eru
vald í hesar nevndir, ikki
hvat er best fyri barnið, og
hvørjar lógarkarmar tey
virka
innanfyri.
Tískil
verða tiltøk bert sett í verk,
tá støðan er serliga grell og
farið er langt yvirum mark.
Vit sløkkja kanska onkra
hissini brand, men eru ikki
nóg dugnalig at fyribyrgja,
at eldur kemur í, sigur
Jancy, sum í sínum yrki á
Sosialu Deild ofta má
smyrja seg við, at barna-
verndir ikki altíð er samdar
við tilmælum, sum fakfólk
gera í einstøku sakunum,
og at arbeiðið verður seink-
að og tilvildarligt.
– Tað eru leikfólkini, tey
sum manna barnaverndir-
nar, sum hava avgerðar-
rættin, men tað er langt frá
altíð, at tey skilja ella
góðtaka eitt tilmæli.
– Hetta er ikki meint
persónligt, men eg haldi, at
føroysk børn líða undir, at
tey vaksnu ikki tora at taka
støðu. Tað verður malið
uttan um greytin, og ístaðin
fyri at síggja trupulleikan í
eyguni, so verður oftani tað
blinda eygað vent til.
Ongin veit av hvørjum
øðrum
Leiðarin á Sosialu Deild
hevur ta meining, at børn,
sum líða undir ágangi, van-
røkt og misnýtslu, nærum
ongan góðan eiga sum
veruliga
loysur
teirra
trupulleika. Øll draga hvør
sína línu, og tað manglar
tvørfakligt samstarv. Og
hóast kritikkurin hevur
fleiri móttakarar, so er tað
einamest sjálv skipanin,
sum skal lastast fyri, at ov
lítið spyrt burturúr.
– Eg haldi, at øll sum
arbeiða við børnum, m. a.
heilsusjúkrasystrar, peda-
gogar og lærarar eiga at
leggja seg eftir at skilja tað
einstaka barnið. Í skúlanum
hugsar lærarin fyrst og
fremst um at læra barnið at
lesa og skriva, men gloymir
heildina. Hvussu barnið
hevur tað aftan á skúlatíð
viðkemur ikki skúlanum.
Og sannleikin gerst tí
oftani, at børn gerast vaks-
in, uttan at nakar hevur rea-
gerað ella sett ítøkilig tiltøk
í verk. Skipanin loyvir, at
ongin hevur ábyrgd, og at
øll senda trupulleikan víð-
ari, sigur Jancy Biskopstø
Klein, sum heldur, at rætt
og rímiligt var, at Sosiala
Deild varð kunnað, tá ið eitt
nú lærarar ella heilsu-
sjúkrasystrar vita av børn-
um, sum vantrívast ella eru
offur fyri ágangi og mis-
nýtslu. Og hon sigur víðari:
– Tað sum eg meini er at
innsatsurin og vitanin eiga
at verður samskipað og
hava ein ábyrgdara. Í løtuni
er tað so, at løgregla, skúli
og Sosiala Deild kunnu
arbeiða við sama máli,
uttan at vita av hvørjum
øðrum.
Ein nýggj barnaverndar-
lóg er fyri stuttum farin til
hoyringar. Jancy dylur ikki
fyri, at hon er ein av teim-
um, sum tekur undir við, at
barnaverndarøkið eigur at
verða eitt kommunalt máls-
øki, har kommunan hevur
ábyrgd av trivnaðinum hjá
tí einstaka barninum. Í
nýggja lógaruppskotinum
verður tó mælt til, at økið
skal verða ein landsupp-
gáva, men hetta er eftir
hennara tykki eitt skeivt
prinsipp.
– Eg haldi, at tað er upp-
gávan hjá kommununi at
taka sær av teimum, sum
búgva á staðnum. Og her í
Norðoyggjum eiga vit hava
tað mál, at vit skulu kunna
tæna øllum borgarum, óan-
sæð hvørji korini eru hjá tí
einstaka.
Samfelagið svíkur
Jancy, sum hevur búð og
virkað sum sosialráðgevi í
Danmark, skilir væl tað
fyrivarni, sum fólk annars
hava í einum lítlum sam-
felag. At fólk ikki vilja
leggja seg upp í viðurskifti
hjá grannanum og næstr-
ingum. At fólk heldur vilja
peika á trupulleikan enn at
gerast partur av sakini.
– Eg haldi kortini ikki, at
vit kunnu loyva okkum at
vera
líkaglað.
Okkara
mentan og trúgv byggir á
næstrakærleika, men vit
skáka okkum undan veru-
leikanum, sigur hon og
vísur á, hvussu trupult tað
er at finna pleygufamiljur
til børn, sum hava eitt trygt
og gott heim fyri neyðuni.
– Vit hava tað ótrúðliga
gott í Føroyum, men kunnu
kortini lýsa í fleiri vikur í
bløðunum eftir plejufamilj-
um, uttan at nakar vísir
áhuga. Fólk hava nóg mikið
í sær sjálvum. Og soleiðis
er støðan nógvastaðni í
landinum.
Hóast føroyingar eru eitt
ríkt fólk, har tey flestu hava
yvirskot
av
plássi
og
matriellum ágóðum, so
duga vit ikki serliga væl at
taka okkum av hvørjum
øðrum, tá ið veruliga á
stendur,
sigur
Jancy
Biskopstø Klein.
Hon hyggur at klokkuni.
Tíðin er fokin avstað, og vit
kundu helst prátað eina
góða løtu afturat.
Hví tað framvegis ikki er
nakað starv sum psyko-
logur í kommununi. Og hví
onki ítøkiligt er komið
burturúr tosinum um at seta
ein sosiráðgeva afturat. Um
bíðilistan hjá dagrøktini,
barnagarðar og familjuráð-
geving. Men tíðin er komin
hjá leiðaranum á Sosialu
Deild at hugsa um sítt egna
barn, sum bíðar í dagrøkt-
ini.
Jancy Biskopstø Klein, leiðari á Sosialu Deild í Klaksvík:
Vit tora ikki at taka ábyrgd
Leiðarin á Sosialu Deild,
Jancy Biskup Klein, hevur ta
meining, at børn, sum líða
undir ágangi, vanrøkt og
misnýtslu, nærum ongan
góðan eiga, sum veruliga
loysir teirra trupulleika
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
9
8