fríggjadagur 17. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173
10
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Ein úthurð fyri 900.000 krón
ur!
Tað ljóðar sum rættiligt
oyðsl, ikki minst í tíðum sum
hes um.
Men ein nýggj úthurð fyri
900.000 krónur til bygningin
hjá Fíggjarmálaráðnum á
Argj um er akkurát tað, sum
Jóan nes Eidesgaard vil hava.
Hann hevur biðið Løg
ting ið um at samtykkja, at
hann fær pengarnar.
Og á tingfundi seinna
part in
í
gjár
samtykti
samgongan í Løgtinginum
so at ganga um bøn ini á møti.
Sjálvt um talan er um
eina lítla upphædd, er tað
fall ið mongum fyri bróstið,
at samgongan fær seg til at
brúka so nógvan pening upp
á eina úthurð í hesum tíðum,
tá ið hvør króna verður vend
og sparingar verða álagdar
alla staðni, bæði hjá teimum
gomlu, hjá lesandi og hjá
teim um, sum eru sjúk og
brekað.
Orsøkin til, at tað er
neyðugt við nýggjari úthurð
í Fíggjarmálaráðnum, er, at á
ávís um ættum er so nógvur
gjóst ur ígjøgnum alt ráðið,
at tey siga, at tað er ikki inni
ver andi.
Tí vilja tey nú hava eina
”karrusel hurð”, soleiðis at tað
ongan tíð er opið heilt inn.
Og ein slík hurð kostar
900.000 krónur og tað hevur
Løg ting ið nú samtykt, at
Fíggj ar málaráðið
kann
sleppa at brúka upp á
úthurðina.
Kundu bíða 14 dagar
Nú eru tað nógv harrans ár
síða ni, at Løgtingið samtykti
at keypa Albert Hall á Argjum
til almenna fyrisiting.
Fyrst og fyrst er tað Fíggj
ar málaráðið og stovnar und ir
tí, sum halda til í bygn ingi
num.
Og í andstøðuni í Løg ting
i num undrast tey á, at tað
skal vera so átrokandi at fáa
pengar til eina úthurð beint
nú, eina viku áðrenn fíggj
ar lógin fyri næsta ár verður
sam tykt.
Tey undrast á, at nú hava
tey klára seg við hurðina
sum er í so nógv ár, at tey
máttu sakt ans klára seg við
hana í tvær vikur afturat.
Tey undrast tískil á, hví
hetta partú skal við á eina
eyka játt anarlóg ístaðin fyri
at bíða í tvær vikur afturat,
tí so kann Fíggjarmálaráðið
brúka av fíggjarkarminum
fyri næsta ár til hurðina,
vissi hon er so átrokandi.
Ein, sum undrast stórliga,
er Annita á Fríðriksmørk,
løg tings kvinna fyri Tjóðveldi
og lim ur í fíggjarnevndini.
Hon heldur, at tað er
um ráð andi at halda fast
um meginregluna um, at
umbønir um eykajáttanir
einans skulu nýtast til tað,
sum er brádliga íkom ið, ella
sum tíð ikki var til at fáa í
vanligu fíggjarlógina, ella
sum tíð ikki er at bíða eftir
til næsta fíggjarlóg kem ur í
gildi.
Næsta
fíggjarlóg
fær gildi um tvær vikur,
staðfestir hon
Og tá eru bæði jól og
nýggjár og sostatt fleiri frí
dag ar við í hesum báðum
viku num.
Tá ið Fíggjarmálaráðið
skund ar eina umbøn sum
hesa ígjøgnum, gongur tað
á odda í at legalisera, at um
bøn ir um eykajáttan, sum
bara koma upp á kvamsvís.
Tá hevði verið betur, um
ráð ið gekk á odda fyri at tátta
í og tryggjað, at eykajáttanir
hildu seg til tað, sum tær
eru ætlaðar, sigur Annita á
Fríðriks mørk.
Bill Justinusen heldur, at
tað er stór skomm at koma
við hesum nú, tað er spart
so nógv allastaðni og heldur
ikki Tórbjørn Jacobsen skilir,
hví tað skal verða neyðugt
við eini úthurð, sum kostar
tað sama sum eini trivalig
sethús á bygd.
Sigrun Wardum, for kvi n
na í Javna, sum er felagið
fyri menningartarnað,
held ur, at tað er heilt
ótrú ligt, at samgongan
kann fáa seg til at brúka
900.000 krónur upp á
eina
úthurð,
soleiðis
sum tíðirnar eru.
Hetta er púra svak
ligt í tíðum, sum hesum.
Tað kann væl vera,
at tey hava brúk fyri eini
úthurð, men tað er ótrú
ligt, at tey skulu gera tað
beint nú.
Sigrun Wardum hel d
ur, at 900.000 krónur er
ikki so lítið av pengum.
Tað er árslønin hjá
minst tveimum starvs
fólk um í heilsurøktini
ella á einum sambýli,
sum eru skorin inn á
bein, sigur forkvinnan í
Javna.
Leila Solmunde, for kvin
na í Meginfelag Teirra
Brekaðu, heldur ikki, at
900.000 krónur er so lítil
upp hædd hóast alt, tí
tær høvdu gjørt stóran
mun á nógvum økjum.
Og hon heldur, at tað
kann tykjast tragi kom
iskt, at tað almenna skal
brúka so nógvan pening
upp á eina úthurð, nú
tað verður leitað við
lykt eftir hvørjum oyra,
sum tað ber til at spara
burt ur.
Tað eisini er klípt
burtur av hjá fyri tíð ar
pensjónistum og øðr
um bólkum, sum eru
teir allarveikastu í sam
felagnum, sigur hon.
Men hon vónar kort
ini, at tey í Fíggj ar mála
ráð num eisini hugsa um
møgu leikarnar hjá fólki
í koyristóli at sleppa inn
og út úr bygninginum,
tá ið tey nú útvega sær
eina ”karruselhurð”.
Eg havi fing ið upp
lýst, at ”karrus el hurð
ar” eru tað ringasta at
sleppa inn og út ígjøg
num hjá fólki í koyristóli
so eg vóni, at tey hugsa
seg væl um og fáa eina
hurð, sum er góð at
sleppa um, eisini hjá
fólki í koyristóli, sigur
Leila Solmunde.
Maud Wang Han sen, for
kvin na í Peda gog felag num,
heldur, at hóast upp hædd
in ikki er so stór, er signal
virðið ómetaliga stórt.
Og tað er avberavánaligt
signal virði í at at brúka
900.000 krónur til eina út
hurð í hesum døgum.
Tað kann væl verða,
at tað gýsur illa í Fíggj ar
mála ráð num, men eg haldi
meg vita, at tað gýsur eisini
rætti liga illa í onkrum av
sambýlunum, sum menn
ing ar tarnað búgva í.
Hendan
upphæddin
hevði verið væl betri farin,
varð hon brúkt til ábøtur
og umvælingar í onkrum
sam býli, heldur forkvinnan
í Pedagogfelagnum.
Annars
hevur
hon
akkur át verið uttanlands
og har var hon í einum
stór um handilsdepli, sum
hevði ”karruselhurð”.
Men tann varð steðgað,
tí tað var ov ringt veður til
at hava hana opna. Av tí
sama mól hon ikki runt,
so leið is sum ætlanin var,
men stóð still, so fólk kundi
gan ga ígjøgnum.
Løgtingslimir sleppa nú at
taka støðu til, um Jóan nes
Eidesgaard skal fáa 900.000
krónur av skatta borg ar ans
pengum, til eina nýggja
úthurð til Fíggj ar mála ráðið.
Sum tað sæst í aðrari
grein her á síðuni, hevur
Løg ting ið samtykt, at játta
900.000 krónur til eina
nýggja úthurð í Fíggj ar
mála ráð num.
Peningurin er við í eini
størri játtan, har ymiskt
ann að eisini er við.
Men málið skal fyri í
Løgtinginum einaferð aft ur
at og tað verður helst fyr st í
næstu viku.
Tórbjørn Jacobsen, ting
lim ur fyri Tjóðveldi og limur
í fíggjarnevndini, sig ur, at
hann fer at leggja upp skot
fyri Løgtingið, so at tey
ymsu málini verða skild
sundur.
Løgtingslimir sku lu fáa
høvi til at atkvøða ser skilt
um hesa úthurðina, stað
fest ir Tórbjørn Jacob sen.
So fáa vit at síggja,
hvør atkvøðir fyri og hvør
at kvøð ir ímóti úthurðini,
legg ur hann afturat.
Samgongan
keypir úthurð
fyri 900.000 kr
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ Samstundis
sum allar kreftir verða lagdar í at
spara allastaðni í samfelagnum,
hevur Løgtingið nú samtykt at
Fíggjarmálaráðið kann sleppa
at brúka 900.000 krónur
til eina nýggja úthurð
Løgtingið skal aktvøða
um úthurðina
Burtur úr
vón ov viti
Tragikomiskt
Púra svakligt
Tað gýsur so illa um úthurðina í Fíggjarmálaráðnum,
at tað er neyðugt at seta nýggja úthurð í. Men hon
kostar 900.000 krónur og tað er fallið nógvum fyri
bróstið, at samgongan fær seg til at brúka so nógvar
pengar til eina úthurð, samstundis sum gomul,
sjúk, veik, lesandi og øll onnur við, skulu spara
GJóstuR