Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173 10 Sosialurin Jólablaðið Snorri Brend Teir tríggir heilagu kongarnir vóru vísmenn úr Eysturlondum, eins og greitt verður frá í Matteus- evangeli’inum kapitli 2 og ørindi 1 og 2: “Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Her­ ódesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsa­ lem og søgdu: »Hvar er hin nýføddi Jødakongurin? Tí at vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og vit eru komnir at tilbiðja hann”. Talan er eftir øllum at døma um stjørnuspámenn úr Babylon, og sum við tilbiðjan síni av Jesus- barninum fingu Messias-játtanina um at fólkasløgini skuldu heiðra Ísraels Gudi, til dømis í Sálmi 72, at ganga út: “Kongar frá Tarsis og fjarløgdum strondum munnu gávur honum bera. Kongar av Sába og kongar av Sjeba munnu skattir gjalda; og allir kongar fyri honum níga, øll fólkasløg honum tæna”. Hjá Jesaja kapitli 60 og í ørindi 5-6 stendur soleiðis skrivað: “Tá skalt tú síggja og lýsa av gleði, og hjartað í tær skal titra og víðkast; tí at havsins ríkidømi skal horva til tín, heidninganna ognir skulu koma til tín. Mongd av kamelum skal fjala teg, kamelfolar úr Midian og Efa; allir skulu teir koma úr Sába, gull og roykilsi skulu teir bera, og lov Harrans skulu teir kunngera”. Og um lisið verður víðari hjá Matteusi, kap, 2,11 stendur soleiðis: “Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru”. Kirkjufedrarnir hava tulkað hes ar gávurnar sum symbol uppá konga tign Kristusar (gullið), gud- dómleika Hansara (roykilsið) og líðing Hansara (myrra). Navn ella signing Frásøgnin í Matteus-evangeli’inum um vísmenninar kunnu metast sum ein halgisøga, sum ynskir at siga eitt sindur um persónin Jesus. Tað stendur tí ikki nakrastaðni, at teir vóru kongar og heldur ikki at teir vóru tríggir í tali. Origenes úr Alexandria (umleið 254 eftir Kristi føðing) er tann fyrsti, ið tosar um, at talan var um tríggjar menn, sum umboðaðu teir tríggjar heimspartarnar ið ein kendi í for- nøldini: Asien, Afrika og Europa. Tað er eisini orsøkin til, at ein teirra ofta verður lýstur myrkur á liti. Í 11. øld fingu teir tríggir eisini navn: Kaspar, Melchior og Balthasar. Í stjørnumessuni - Trettanda (Hellig Tre Kongers dag) - sum er 13 dagar jóla, 6. januar, fóru fólk í miðøldini út á gøturnar í skrúð- gongu við prestum, sum um boð- aðu vísmenninar og tí gingu í skrýddum kappum, á odda. Syngj- andi gingu tey inn í kirkjuna og fram til jólakrubbuna, har ein fór á knæ frammanfyri barnið og góvu gávurnar. Seinni gjørdist tað siður at flyta Trettanda-haldið út um kirkjuna. Tað fólksliga Trettanda-haldið fór nú frá húsi til hús, har hvørt ein- stakt heim varð vælsignað. Við kriti skrivað ein C+M+B og árs- talið omanfyri dyrnar (til dømis í ár: 20 C+M+B 10), meðan ein bað eina bøn um vælsignilsi. Teir tríggir bókstavirnir bera nøvnini á kongunum, men eru helst meiri at meta sum bønin: Christus Man- sionem Benedicat - tað er: Mátti Kristus vælsigna heim títt. Í Katólsku kirkjuni verður Trett- andi hildin sum dagurin, tá Harrin opinberaði seg - tað er: hendingin, sum vísti fyri heiminum, at Gud gjørdist menniskja, ikki bert fyri jødar, men eisini fyri heidningar, ja, fyri øll fólkasløg í heiminum, sum verða umboðað at teimum trimum vísmonnunum, og at Kristus er ljósið hjá menniskjum og ein leiðarstjørna, sum eins og ljósið frá stjørnunum leiða tey, sum søkja Hann og leingjast eftir at tilbiðja hann, til fjósið í Betlehem. Kelda: Kirsten Kjærulff, Kristeligt Dagblad) Mangar eru frásagnirnar um vísmenninar úr Eysturlondum. Bæði í sangum og í skrift verður tosað nógv um teir. Hvaðani vóru teir tríggir, - ella vóru teir bert tríggir? Spurningarnir eru nógvir, og her verður givið svar uppá nakrar teirra. Tríggir vísmenn Fólk eru ójøvn á máli um, hvussu nógvir vísmenn vóru. Mong halda, at teir bert vóru tríggir, orsakað av teimum trimum gávunum ið eru nevndar. Tað er kortini væl hugsandi, at teir hava verið fleiri ið fóru ta longu leiðina úr Eysturlondum at finna Jesus-barnið TEIR TRÍGGIR