Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Enn ein handverksfyritøka hevur nú verið noydd at snarað lykilin, samstundis sum alt arbeiðsfólkið er sagt úr starvi. Teir, sum standa aftanfyri byggifyritøkuna Smíðlist á Rituvíkarhálsi, vórðu herfyri notddir at ásanna, at felagið megnaði ikki sínar skyldur. Týsmorgunin kallaði Smíð list alt arbeiðsfólkið til fund ar, og tá fingu tey at vita, at felagið er farið á húsagang, og at alt arbeiðsfólkið er sagt úr starvi. Tað var Eik Banki, sum kravdi felagið á húsagang. Stórar íløgur Teir, sum áttu felagið, siga, at íløgurnar hava verið ov stórar í mun til møguleikarnar at tjena pening, soleiðis sum tíð ir nar hava verið. – Vit hava havt fleiri stór arbeiðir, eitt nú útbygging av barnaskúlanum við Gøtu­ gjógv og útbyggingina av Stranda skúla. Í Gøtu er liðugt, og á Strondum eru bara onkrir snøklar eftir, sum onkur annar kemur at gera liðugt. Tá Smíðlist hevði flest fólk í arbeiði, vóru tey eini 20 í tali, harav 4­5 lærlingar. Nú uppundir endan vóru tey eini 16­17. Teir, sum áttu felagið, siga, at virksemið helt uppat fyri góðari viku síðan, og týsdagin varð so fundur, har arbeiðsfólkið varð kunn­ að um viðurskiftini, og ar­ beiðsfólkið varð sagt úr starvi. – Vit hava drigist við stórar íløgur, sum nú gjørdu enda á okkum, siga eigararnir, sum harmast um, at fyritøkan nú er farin á húsagang. Góðar umstøður Byggifyritøkan Smíðlist hús­ aðist í stórum og rúmligum hølum á Rituvíkarhálsi, har pláss var bæði til innan­og uttandura arbeiði. Hølini eru einar 900 fermetrar, og grundøkið rundan um bygn­ ingin er einar 2500­3000 fer­ metrar. – So, vit høvdu góðar um støður og gott pláss at arbeiða á, bæði inni og úti. Eigararnir ásanna, at kapp ingin á marknaðinum hevur verið hørð, og hóast felagið hevur havt nøkur størri arbeiðir, var hetta ikki nóg mikið til, at fyritøkuni var lív lagað. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Eftir gomlu skipanini var hummaraveiða loyvd frá apríl til november, men eftir 1. januar í 2011 verður loyvt at fiska alt árið. Fiskimálaráðið sigur, at broytingin verður gjørd, tí menn hava ofta heitt á ráðið um at broyta tíðarskeiðið ­ ella í øðrum lagi at sleppa at fiska uttanfyri ásettu vertíðina. – Vit hava nú endurskoðað skipanina við tí úrsliti, at loyvt verður at fiska humm­ ara alt árið. Við broytingini kunnu menn nú sjálvir gera av, nær á árinum teir royna eftir hummara, sigur Fiskimálaráðið. Av tí, at hummaraveiða eigur at fylgja fiskiárinum, sum er frá 1. september til 31. august, hevur Fiskimálaráðið eisini gjørt av, at tíðarskeiðið í 2011 fyrst verður fram til 31. august ­ og síðan tekur nýtt tíðarskeið við 1. september og gongur fram til 31. august í 2012. – Tey, sum hava havt hummaraloyvi undanfarin ár, og sum ætla sær at royna aftur í 2011, skulu skriv ­ liga søkja um humm ara­ loyvi, verður sagt úr Fiski­ málaráðnum. vilmund@sosialurin.fo Hóast arbeiðsumstøðurnar vóru góðar, bæði innan-og uttandura, var hetta ikki nóg mikið til, at Smíðlist undi halda fram. Felagið noyddist at ásanna, at Smíðlist er farið á húsagang, og alt arbeiðsfólkið er sagt úr starvi Smíðlist fer í søguna HÚSAGANGUR Byggifyritøkan Smíðlist, sum húsaðist í stórum leigaðum hølum á Rituvíkarhálsi, er farin av knóranum og øll fólkini, sum starvaðust hjá fyritøkuni, eru søgd úr starvi Hummaraveiða loyvd alt árið HUMMARI Skipanin við fiskiskapi eftir hummara verður nú broytt, soleiðis at menn kunnu byrja at fiska hummara longu 1. januar í 2011 og kunnu royna alt árið Menn, sum fiska hummara, kunnu frá 2011 fiska alt árið. Áður var veiðitíðin frá apríl til november Mynd: Vilmund Jacobsen