Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173 12 Sosialurin Ársinsjólahandil Klædnahandilin Hans Joensen á Hálsi er væl fyrireikaður til jóla­ søluna við nógvum tilboðum og gávuhugskotum. Navnið Hans Joensen hevur verið eitt kent navn í handilslívinum í Havn í 121 ár og er sostatt elsti klædnahandil í Føroyum. Gamli Hans Joensen byrjaði at handla í 1889. Hann byrjaði í smáum undir Glaðsheyggi og flutti seinni í onnur hølir undir Kletti. Í 1907 flutt hann inn í nýggjan handilsbygning í Niels Finsensgøtu, har fyritøkan helt til í mong ár. Í dag er tað triðja ættarliði við Hans Joensen, sum eigur og rekur handilsfyritøkuna, ið heldur til við Smyrilsvegin. Talan er um ein handil, sum hevur spesialiserað seg í mannfólkaklæðum. Hans Joensen, sum hevur verið klæðnahandilsmaður alt sítt virkna arbeiðslív, sigur, at øll eru vælkomin inn á gólvið til eitt klædnaprát. Vit hava sum altíð nógv góð tilboð sum t.d. DIGEL klædningar og klædningsjakkar, MEJER buksur og flonelsskjúrtur til ein sera góðan prís. At keypa klæðir er ein spurningur um álit millum tann sum selur og kundan. Vit leggja stóran dent á, at kundin kennir seg væl og er nøgdur, tá hann fer út aftur frá okkum. Tí hava vit so nógvar trúgvar kundar, sum eru nøgdir við okkara tænastu, sigur Hans Joensen, sum bjóðar øllum at verða vælkomin ínn í handilin á Hálsi, har hann hevur nógv góð jólagávuhugskot. Væl ílatin á jólum Skipar tú fyri ráðstevnu, fundi, skeiði, fyrilestri ella øðrum, so er góð hjálp at heinta hjá okkum. Umframt at skapa tær ytru rammurnar, kunnu vit eisini átaka okkum at leggja til rættis og samskipa tiltakið. Í tøttum samstarvi við teg, leggja vit til rættis og sam­ skipa tiltakið, soleiðis at tað gerst væleydnað fyri allar partar. Vit hava drúgvar royndir á økinum og vita tí, hvat krevst fyri at tiltakið skal eydnast á besta hátt. Set teg í samband við okkum á telefon 350 520 ella info@greengate.fo og fá meira at vita ella bið um eitt óbindandi uppskot. J. Broncksgøta 35 | FO-100 Tórshavn | Tel +298 350 520 | info@greengate.fo | www.greengate.fo RáðStevnuR | FundiR | Skeið | GiStinG | Høli | ÚtGeRð | koStuR | undiRHald | ÚtFeRðiR Fiskimálaráðið Føroya Tele Landsverk Jarðfeingi Vinnuhúsið Fiskirannsóknarstovuna Smyril Line NAFF Almanna- og heilsurøktarafelagið Norðurlandahúsið Kvinnuhúsið ÍSF www.grafikmaster.fo – lat okkum veita eina hond! GonGur tíðin undan? Vit hava m.a. samskipað ráðstevnur/skeið fyri hesi virki: 44 fyri hvørja kr. 200,- blusa við longum ermum 33