fríggjadagur 17. desember 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173
14
Sosialurin
Kjak
Vit eru øll samd um, at Føroyar skulu gerast
bíligari at reka. Hesum hava vit arbeitt við
av øllum alvi, síðan Javnaðarflokkurin kom
í hesa samgongu. Undirskotið á fíggjarlógini
fyri 2010 verður eftir øllum at døma einar
200 milliónir lægri, enn upprunaliga væntað.
Hetta er m.a. orskað av neyvum og skila
góðum fíggjarpolitikki, sum vit hava staðið
á odda fyri.
Men hin vegin vilja vit ikki vera við til at
knúsa týdningarmiklar vælferðartænastur,
so sum skúlaverk, heilsuverk og almannaverk.
Skulu vit nú í 12. tíma at spara 27 milliónir
afturat, so er neyðugt at gera sær greitt,
hvat avleiðingin er av hesum. Verður eingin
semja um at leggja upp fyri teimum eyka
útreiðslum, sum sáttmálasamráðingarnar
eru orsøk til, so kann avleiðingin verða
tann, at vit, heldur enn at taka ábyrgd av
at halda lív í bæði búskapi, trivnaði og
vælferðartænastum, geva samfelagnum enn
ein skelk omaná teir skelkir, sum standast av
fíggjarkreppu, Eikhúsaganginum og nú til
seinast av, at Fiskavirking fór av knóranum
og hundraðtals arbeiðsfólk send heim.
Semjast vit ikki um at taka avleiðingarnar
av sáttmálasamráðingunum í álvara, so merkir
tað, at vit skulu til at siga týdningarmiklum
starvsfólkum upp. Fylgjurnar verða tá:
• 25 heilsustarvsfólk mugu sigast úr
starvi. Hendir hetta, so verður neyðugt
taka burtur týdningarmiklar viðgerðir til
sjúklingin.
• 2530 fólkaskúlalærarar verða sagdir út
starvi afturat teimum 50 ársverkunum,
sum vóru tikin úr fólkaskúlanum í august
mánaða í ár. Hetta hevur við sær færri
undirvísingartímar til børn okkara.
•
1015
miðnámsskúlalærarar
verða
sagdir úr starvi. Hetta merkir, at út
búgvingartilboð verða tikin frá okkara
ungdómi, sum í staðin verður sendur út
í arbeiðsloysi.
• 50 røktarstarvsfólk innan Nærverkið
mugu sigast úr starvi, og enn fleiri gomul
fara at liggja óhjálpin heima.
• Týðandi stovnar, sum t.d. Strandferðslan
verða skerdir, og hetta kann fáa óhepnar
avleiðingar fyri útjaðaran
Við ætlaðu sparingunum, sum eru avtalaðar
í sambandi við fíggjarlógaruppskotið, eru vit
longu komin til pínumarkið fyri, hvat sparast
kann á kjarnuøkjunum í vælferðarskipan
unum. Skulu vit harumframt nú til at økja
um sparingarnar við 2030 milliónum krónum,
verður farið út um mark, hvat hesar grundleggj
andi tænastur tola.
• Samfelagsliga kann dýrasta avleiðingin
verða, at ungdómur og barnafamiljur,
ið hava ilt við at fáa endarnar at røkka
saman, heldur velja at flyta av landinum.
Samstundis steðgar hetta teimum, ið
høvdu ætlað sær at flyta heimaftur. Hetta
verður til óbótaligan skaða fyri okkara
samfelag.
Javnaðarflokkurin hevur hesi boð uppá
støðuna:
•Í fyrstu atløgu skulu vit í fíggjarlógini
2011 leggja upp fyri sáttmálahækk
ingunum innan vaktarskipanir á sjúkra
húsum, eldrarøktini og serforsorgini
og innan skúlaverkið og javningini av
almannaveitingum. Hetta økir samlaða
hallið á fíggjarlógini við umleið 10
milliónum. Henda kostnað meta vit vera
lítlan í mun til stóru menniskjaligu, sam
felagsligu og búskaparligu avleiðingarnar,
ið fyrilitarleys sparing hevur við sær.
• Í aðru atløgu mæla vit til, at tað beinan
vegin verða tikin stig til átroðkandi
nýskipanir, serliga innan skúlaverk, komm
unubygnað, fiskivinnubygnað og innan
almannaverkið, har veitingarnar í størri
mun skulu koma teimum, ið tørva til góða.
Hetta er fyritreytin fyri, at vit komandi
árini kunnu tillaga almennu útreiðslurnar
til okkara búskaparligu orku.
Javnaðarflokkurin heitir tí á løgmann,
um at boða okkum frá, hvørt løgmaður og
Sambandsflokkurin
vilja
fyrilitarleysan
borgarligan sparipolitikk saman við Fólka
flokkinum ella at taka neyðug stig til at
tryggja føroyska vælferðarsamfelagið saman
við Javnaðarflokkinum.
á Gl. Apoteki 15. des. 2010
Javnaðarflokkurin
Vælferðin hótt
Opið bræv til løgmann, Kaj Leo Johannesen, frá Javnaðarflokkinum
Hettar er verðuleikin fyri teir
um leið, 49.000. føroyingar
sum eru búsitandi í Føroyum,
hartil koma so øll tey í eru
búsitandi uttanlendis. Talið
á
føroyingum
búsitandi
í Danmark er um leið, 22
23.000. tað vil siga, at saman
við hinum norðanlondum
verur talið um leið tað sama,
sum fólkatalið er í Føroyum
, tað vil so aftur siga, at tað
eru um leið, 500. Føroyingar
sum hava sjúkuna. Carnitin
Transporter Defekt CTD.
Hettar má sigast at vera
ógvuslig og skelkandi tøl av
eini so álvarsamari sjúku,
sum eingin gjørdi nakað við
í 15 ár, og kanska serstakliga
tá hugsa verður um, tey
órímiligu tøl sum danska og
føroyska heilsuverkið komu
út við fyri góðun árið síðan, at
tað kanska vóru 15. persónar
sum ikki vistu, at teir høvdu
lívshættisligu sjúkuna CTD.
Føroyska
og
danska
heilsuverkið eru alla tíðina
komin við tølum, sum liggja
nógv lægri enn tey veruligu
tølini vísa, hettar gera teir í
eini roynd so at onnur skulla
halda, at hettar bert er eitt
bagatell og at tað ikki er so
galið kortini. Allur heimurin
fylgir við í gongdini av
hesum málið, um eina sjúku
sum finnist um allan heim og
undrast á tað líkasælu sum
hevur valda í øll hesi árðini.
Hettar
eru
tøl
sum
føroyska
heilsuverkið
er
væl vitandi um, og tí er
tað hugstoytt, at føroyska
heilsuverkið ikki tekur hesa
støðu við størri álvarsemi
enn higartil, hví ikki koma við
tølum sum eru eftirfarandi
og meiri álítandi, heldur ikki
er nakað yvirlit um hvussu
nógvir túsund berarar tað
eru, eingin av teimun sum fáa
gjørt eina carnitin roynd, fáa
nakað at vita. CTDFelagið
hevur eisini roynt fleiri ferðir
at eftirlýst hesum tølum.
Danska
heilsuverkið
sum stýrir øllum tí føroyska
heilsuverkinum, meina ikki
at hettar er nakað at skriva
um í árligu frágreiðing lands
læknans, sjálvt um tað er
loyðarfest í hesum embæti,
at allar álvarsamar sjúkur
skulla nágreiniliga lýsast.
Lýsing:
nr.740.
tann.
11.09.95: § 16. Efter nærmere
af Sundhedsstyrelsen fast
satte regler påhviler det land
slægen at: d) give orientering
om væsentlige forhold af
sundhedsmæssig betydning
og medvirke ved myndig
hedernes
sundhedsoplys
ende virksomhed over for
befolkningen eller grupper
af denne på Færøerne.
Hettar kann sigast at vera
greið tala. Upp á fyrispurning
mín til Sundhedsstyrelsen,
um hví hendan lýsing ikki
verður yvirhildin, er svarið so
ljóðandi. (Sundhedsstyrelsen
finder ud fra de forskellige
omstændigheder
ikke
grundlag for at kritisere,
at Landslægens sundheds
beretninger ikke indeholder
et afsnit om CTD).
Um tað var politiskur
áhugi, so kundi tað veri
áhugavert at sett Sundheds
styrelsen ein fyrispurning,
um hvat tað er teir meina
við. (Forskellige omstændig
heder). Ella er tað kanska
okkurt sum ikki má koma
fram! Skuldu føroysku fjøl
miðlarnir havt áhuga, so eru
øll skjøl í kunna lýsa hettar
nærri tøk.
Tað kann ikki vera rætt
og kann ikki góðtakast,
at landslæknin kann vera
undantikin ásettari lóg í
heili 15. ár, og als ikki skal
fáa so mikið sum eina átalu.
Kann tað bera til, at føroysku
mynduleikarnir ikki hava
áhuga í, ella ikki kunna
megna, at ávísar lógir og
reglur vera yvirhildnar.
Uppá fyrispurning mín
um hettar mál sent til, Kej Leo
Holm Johannesen løgmann,
sigur hann millum annað. (Í
Føroyum tekur landslæknin
sær
av
heilsuyrkisligum
málum). (Landsstýrið varðar
av at skipa heilsuverkið
og spurningum hesum við
víkjandi).
(Ábyrgdin
fyri
øllum sum hevur við CTD
at gera liggur hjá donsku
mynduleikunum).
(Lans
stýrið ábyrgdast bert, í tann
mun tað snýr seg um skiparn
arligar
spurningar,
sum
fylgja av heilsuyrkisligari
tilráðing og støðutagan hjá
donskum mynduleikum).
Tað fyrikemur mær, at
eisini
føroysku
myndug
leikarnir frásiga sær alla
ábyrgd, av vantandi upp
lýsing um deyðiligu sjúkuna
CTD, tó at landslæknin er
lógarbundin til, at vegleiga
og ráðgeva, ikki bara øllum
føroyingum,
menn
eisini
teimun politisku myndug
leikunum, hettar eru lógar
brot sum eiga at fáa fylgjur.
Tað er við sorgblídni ein
má ásanna, at hettar mál ikki
hevur alstóran týdning fyri
tað politiska stýri, sum hevur
lati hettar óskil farið um seg í
heili 15. ár. Og hettar kennist
enn meiri óhugnaligt, tá ein
fær kendsluna av, at okkurt
er sum ikki má koma fram,
sum ikki tolir dagsins ljós.
Um leið 250. føroyingar hava sjúkuna, CTD
John Jensen
www.johndk.dk