Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173 14 Sosialurin Ársinsjólahandil Dr. Jacobsensgøta 21, tel. 315 315 Náttkjólar Prísir úr 228,- Prísur 388,- 11 Sosialurin 341800 37 M. Heinasonargøta 19 · Tel 313050 Fax 320198 · mcgavin@mcgavin.fo M. Heinasonargøta 19 · Tel 31 30 50 SMS · Tel. 32 30 50 mcgavin@mcgavin.fo · www.mcgavin.fo 24 Jólagávur kr. 120,- Vit hava sett saman ymiskar jólagávur við 2 vørum í hvørjari Húðrøktarstovan Vitja eisini okkara húðrøktarstovu, har kosmetologurin Súsan Benjaminsen stendur fyri viðgerðunum. Bílegg tíð á 31 30 50 – Jólahøgtíðin er gleðishátíðin mikla. Her eru jólasálmarnir saman við gleðiboðskapinum tað, sum nertir við okkum. Tað ger nakað gott og tað er fjálgt, sigur Jákup Símun Simonsen í Hoyvík. Mær dámar næstan allar jólasálmar. Serliga eru tað tey góðu sálmaløgini, ið festa seg í minnið. Men serliga dámar mær hesar burturúr: ”Nú ringja kirkjuklokkur so hátt”, sum Sím­ un av Skarði yrkti; ”Tað sótu seyðamenn á vakt” sum Mikkjal á Ryggi yrkti, og við lagi hjá Hans Jacob Højgaard; og ”Jól hava einglaljóð”, sum Jógvan Nolsøe yrkti. Eisini havi eg tvær fløgur, sum mær dámar serliga væl at lurta eftir í jólamánaðinum. Tær eru Toftakórið og hin er við Ernst Sondum Dalsgarð, sum syngur advents­ og jólasálmar. Nógv av tí nýggja dámar mær eisini væl at lurta eftir. Sum smádrongur og hálv­ vaksin helt eg nøkur jól norðuri í Funningi hjá ommu og abba mínum. Tað var ein serligur hugni; og farið varð til allar kirkjugongdirnar um høgtíðina. Eitt ørindið, sum eg helt hóskaði væl til har norðuri ímillum høgu og brøttu fjøllini, var 3. ørindið í sálminum ”Nú ringja kirkjuklokkur so hátt” hjá Símuni av Skarði: ”Tó myrkur fyllir dalar og skørð og stormurin ýlir í gjáum, so fjakkar Jesus enn á jørð við sínum jólagávum” Gleðilig jól. Hetta er mín jólasangur Jákup Símum Simonsen: Nú ringja kirkjuklokkur so hátt Nú ringja kirkjuklokkur so hátt við himmalskum gleðiljóði: Tað stundar móti jólanátt, tá Jesus varð føddur hin góði. 2. Nú boðast friður víða um lond, nú verður hin sjúki grøddur, nú losna hørðu syndabond, tí Jesus í nátt varð føddur. 3. Tó myrkur fyllir dalar og skørð, og stormurin ýlir í gjáum, so fjakkar Jesus enn á jørð við sínum jólagávum. 4. Ei brim við strond, ei ísur í skor kann Jesusi forða vegin; hann stígur inn for fátæks mans borð, har lítil er jólagleðin. 5. Ja, Jesus fer í smáttuna inn, blíð orð hann við gomul talar, hann klappar bleiku barnakinn, av himni tá gleðin dalar. 6. Um sorgin veg til hjarta títt fann, vár Jesus teg aldri gloymir, og jólaboðið grøða kann ta sótt, tú í barmi goymir. 7. Vit ung og gomul halda nú jól, vár Jesus vil øllum hýsa, hann er hin bjarta lívsins sól, um allar ævir skal lýsa. 8. Í Betlehem tann sólin upp rann, um heimin hon út mundi leita, at Føroya smáttum veg hon fann, tí tøkk vit tær, Jesus, veita. 9. Øll ung og gomul, samlist nú brátt og lýðið á gleðiljóðið: Tað var um halgu jólanátt, at Jesus varð føddur hin góði. Símun av Skarði hugni - Tað var ein serligur hugni at halda jól í Funningi, sigur Jákup Símun Simonsen í Hoyvík Nú ringja kirkjuklokkur so hátt