fríggjadagur 17. desember 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173
Sosialurin
Sum barn minnist eg, hvussu væl tú og babba vóru fyri. Fimir
og sterkir, stuttligir og líkir. Tit høvdu eitt serligt tilknýti. Sum
smágenta spurdi eg einaferð babba, um tað var deiligt at hava
ein tvíburabeiggja, hann svaraði bert: “Veit ikki, havi ongantíð
roynt nakað annað.” Og so flentu vit saman. Men hevði eg
spurt hann sama spurning í 1996, tá ið bæði nýruni vóru sjúk
og babba mátti í dialysu, tá hevði svarið verið eitt rungandi
JA! Tað er gott at hava ein tvíburabeiggja. Tí tú gavst babba
annað nýrað.
Babba kundi nú liva eitt vanligt lív aftur, og vit vóru øll
so glað. Hvør ein gáva at geva beiggja sínum. Ein nýggjan
møguleika fyri at liva eitt vanligt lív. Takk fyri at tú gavst av
tær sjálvum, fyri at hann skuldi fáa ein nýggjan møguleika.
Hetta lýsir, hvussu góður tú vart við babba, og hvussu lítið, tú
hugsaði um teg sjálvan.
Tó gjørdist hetta nýrað óvirkið eftir eitt hálvt ár, og babba
doyði í 2003. Í 2004 rakti so sama sjúka teg, góði Olaf og um
somu tíð misti tú konu tína, Randi. Tit høvdu verið gift í 34 ár.
Hvør ein missur, hvør ein sorg!
Babba var sjómaður ein stóran part av mínum barna árum,
og tað kendist at tú hevði umsorgan fyri okkum. Tú komst
heim til okkara og hevði áhuga í okkum. Eitt skifti arbeiddi
eg á skriv stovuni á Bryggjubakka nakr ar tímar um vikuna.
Setti mynstringarseðlar inn í mappur og annað, sum tú ikki
vildi nýta orku uppá, men sum skuldi gerast. Tí tú vildi hava
skil í øllum á skrivstovuni. Har var einki at seta ein fingur á.
Tá høvdu vit onkra løtu til at sita og tosa, um føroyska málið,
um upplivingar, um familju, um lívið. Tú var mær ein hollur
stuðul í lívinum. Babba doyði beint áðrenn Bjartur varð
fødd ur og tú vart skjótur út á føðideildina at síggja sonin.
Tá eg sá kærleika tín og gleðina um lítla Bjart, var tað ein
ómetaligur uggi fyri meg. Babba var farin, men babbaba var
her framvegis og kundi fylgja við í lívi okkara og síggja børn
okkara vaksa til.
Takk fyri løturnar, Olaf. Takk fyri stuttligu løturnar, tær
vóru mangar. Tú tosaði um gamlar Havnarmenn, ið dugdu
so væl at taka til – tú tosaði um barna- og ung dóms ár - ja,
mangan flentu vit saman. Eisini dámdi tær so væl at lesa
nærum allan skaldskap. Tær dámdi væl yrkingar. Tú og
babba dugdu manga yrkingina hjá JHO Djurhuus og hjálptu
mær gleðiliga við eini uppgávu um hetta skald. Tá upplivdi
eg eina áður ókenda síðu av mær sjálvari. Eg upplivdi, hvussu
yrkingar veruliga kunnu tala til hjartað á ein serligan hátt,
og hvussu tú og babba leitaðu tykkum sálarbót í yrkingum,
sangum og í skaldskapi.
Ikki vardi tað okkum, at enn ein brotasjógvur skuldi skola
oman yvir teg.
Ver sterk mín sál á køldu náttarvakt,
har eingi altarljós til gudar brenna,
har hvør ein vón av fann kava varð takt,
og hjarta ongan hita meir kann kenna;
ver stór mín sál sum rúmdar kalda tøgn,
ið eina er, tá ið sloknar lívsins søgn.
Uttan ávaring og uttan grund vart tú kastaður út og
náðileyst drenaður fyri orku.
Tað herjar á sakleysar, sovandi menn, -
steing ið øll hurðar um nætur! -
tí rovdjórið eigur flens andi tenn,
tá ið merkist í nándini matur
Eg kenni ljótt gorrandi ravnaslag,
ið fegnast flýgur um nætur
og heldur átfund á rotnandi ræ;
tað er ormgitið níðingaslatur.
Ikki unni eg mínum arg asta fígginda ta viðferð, ið tú
fekk!
Hesin spurningur rungar inni í mær: Hví? Hví skuldi hetta
henda tær? Hví skuldi viðkvæmi silvurstrongur tín kvettast
av á henda hátt? Men so hoyri eg eina rødd:” Alt tað, sum tú
ikki kanst gera nakað við – koyr tað frá tær! Tað er farið, hygg
frameftir”. Tað eru tíni orð, Olaf. Soleiðis segði tú við mammu,
tá ið babba fór og soleiðis fanst tú styrki til at liva, hóast lívið
síðstu árini mangan mundi kennast tungt, bæði til sálar og
serliga til likams.
Fyri fáum døgum síðani, tá vart tú sera veikur, komu
“tey á Váli” inn at syngja fyri tær. Tey sungu ein sang, ið
hevur eina serliga søgu. Petur Háberg, abbi mín í móðurætt,
hevði yrkt sangin til Olaf og Annu, ommu og abba tín, á
silvurbrúdleypsdegi teirra. Vit sóu, at sangurin nam við
kenslur tínar og í síðsta ørindi og niðurlag sang tú við:
Treystur tí skoða framá, vita, at Hann er við
Kær leiks fult hann tær fylg ir, gevur tær hvíld og frið
Verðin er myrk og ótrygg – ræð ist hvønn nýggjan dag
men tann sál, sum er frelst kann hvíla, trygg og glað
Undurfult og stórt er navnið Jesus
fagr ari enn nakað annað navn.
Heiður til Hann, nú og gjøgnum allar ævirnar
Hetta dýra navnið trygt meg leiðir,
gjøgnum storm og myrkur, dag um dag
Inntil Hans særda hond meg førir inn í Zions stað
Harrin styrki tykkum, Guðrun og Súsanna við familjum.
Góðu minnini um Olaf eru mong og geva tykkum vónandi
styrki til at liva lívið í hansara anda.
Ærað veri minnið um elskaða pápabeiggja mín, Olaf
Johansen.
Katrin
Minningarorð um pápa beiggja mín
Olaf Johansen
25.august 1947 – 1.desember 2010
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
www.ebenezer.fo