fríggjadagur 17. desember 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173
Sosialurin
Jólablaðið
FÆST í
í SMS
JÓLAGÁVAN
ZHU ZHU ELLA
KUNG ZHU
HAMSTARI
FRíTT VAL
99,95
15
Monika Stauss Joensen úr Leirvík gevur her nøkur kreativ hugskot
til eina lítla gávu ella eina heilsu til onkran sum tú hevur kæran.
Hent at hava við hondina er:
Límpi stól, límstift, papp
og pappír í ymiskum litum
... og so alt annað sum fólk
eiga heima, so sum perlur,
toyrestir, silkibond og
annað.
Líma toyrestir ella
pappír ovast og
niðast, og pynta
síðani eftir egnum
fantasi’i, til dømis
klisturmerki og hjørtur.
Seyma nissuhúgvur
við lítlum vatt-toppi og
líma tær við límpistól á
nissukúlur, sum fáast í hvørjum
ítrivshandli.
Krukka við súltutoyi
Annaðhvørt keypir tú súltutoy ella fyllir heimagjørt í eina krukku.
Síðani klippir tú ein runding út sum er nakrar cm størri enn lokið,
og festir toyið um lokið við elastikki og silkibandi. Eitt útklipt
hjarta ella okkurt úr jólaeskjuni kann hangast á sum eykapynt.
Sukurbreyðstjørna
Tú skalt brúka:
1 kg av hveitimjøli
1 súpuskeið av salti
2 posar turrgerð
2 teskeiðir av sukur
200 gr smør
5 - 5,5 dl av mjólk
Elt sum vanligt bolladeiggj. Lat
ganga til tað dupulta.
At flætta stjørnuna er ikki
trupult: Deil deiggið í 8 líka stórar
partar. Rulla hvønn partin út til
rullur á 40 til 50 cm. Sker 3 rullur
í helvt. Ein verður løgd saman sum
ein ringur, og hinar fimm lagdar
rundanum (sí tekning).
Klistra við eggjahvíta ta stuttu
rulluna í hvørjum bana. Síðani
verður flættað á sama hátt sum
tá hárið hjá smágentum verður
flættað.
Hita ovnin til 220 stig (luftovn til
200 stig), meðan tú stillar stjørnuna
á eitt kalt stað í umleið 10 minuttir.
Pensla við eggjareyða og stroy
perlusukur útyvir.
Skal bakast í umleið 20 minutt-
ir.
Kann haraftrat pyntast við
bond um, eini jólakúlu í miðjuni,
ella einum stearinljósi ein sunnu-
morgun.
Nú er klárt at hugna sær saman
við ein um góðum morgunmati.
Einføld, løtt og
ódýr jólatips
Svávuleskjur
Jólakort
Klipp stjørnur úr gomlum bløðum, og líma tær uppá kort. Pynta við
øllum tí, sum tær kemur í huga ella finnur í jólaeskjuni. Tú fært heilt
vist børnini at hjálpa tær.
Ein slík sukur
breyð stjørna úr
Sveits er vælegnað
til ein hugnaligan
drekkamunn
á morgni.
Monika Stauss Joensen