fríggjadagur 17. desember 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173
Sosialurin
Johs. V. Jensen hevur sagt
tey víðagitnu orðini, at málið
er sum ein rútur. At hyggja at
rútinum er lítið áhugavert.
Tað er ikki, fyrr enn tú hyggur
ígjøgnum rútin, at tú veruliga
fært nyttu av honum. Onkur
hevur sagt um føroyskt, at
har er støðan uppaftur verri.
Tað eru fólk, sum spegla sær
sjálvum í rútinum, heldur
enn at hyggja ígjøgnum
hann, og uppaftur onnur tora
ikki at hyggja ígjøgnum rútin
av ótta fyri, at hann skal fáa
skeinur. Tað týdningarmesta
er, at tað sæst væl út.
Mál er í høvuðsheitinum
líka nógv ein listagrein sum
ein
vísindagrein.
Vanliga
kendar
grundreglur
eru
fyri
bæði
málninga-
og
tónlist, men vøkur listaverk
verða eisini skapt, tá ið tær
traditionellu grundreglurnar
verða fluttar eitt vet, og
kendir komponentar settir
øðrvísi saman.
Vandamiklast er, tá ið
listin verður bundin niður.
Vit kenna tað frá nazi-
stýrinum, har ávísar taktir
og tónar vórðu bannað í tón-
leikaframførslum, ella frá
Stalin-stýrinum, har bert
varð loyvt at útinna mynd-
list og høgglist á serligan
hátt,
sum
varð
ásettur
frammanundan.
Føroyskt er ogn Føroya
fólks, men eins og við tí
livandi tilfeinginum á før-
oysku landleiðunum tykist
tað sum um, at ávísir sam-
felagsbólkar kenna sær størri
rætt til hesa ogn Føroya fólks
enn onnur.
Týdningarmikið er eftir
mínum tykki at skilja føroy-
ska málrøkt og føroyska
málnýskipan sundur.
Málrøkt er meira ein
yrkisspurningur. Eftir ávís-
um frammanundan ásettum
reglum gert tú av, hvat ið er
gott og rætt føroyskt í dag.
Hesar reglur eru tó ikki altíð
so avgjørdar. Tað er, sum
nevnt, ofta ein listagrein
– ein estetisk fatan av, hvat
ið rætt er.
Málnýskipan er nakað
heilt annað. Hetta er í
roynd og veru ein politiskur
spurningur, um vit vilja
halda eina nýggja kós í
málspurningum
frameftir,
og um vit vilja gera nakrar
tillagingar ella broytingar,
eitt nú viðvíkjandi nýggjum
orðum, stavseting og øðrum.
Vit
kunnu
samanbera
tað við løgfrøði og politikk.
Løgfrøðin
er
rættiliga
fastløgd í lógum v.m., sum
dømt verður út frá. Politikkur
er nakað heilt annað. Tað
er hvørjar reglur, vit ynskja
frameftir. Politikkur er ikki
ein
yrkisspurningur
hjá
løgfrøðingum at fáast við,
men teir kunnu verða góðir
í ráðum, tá ið politikkurin
skal fastleggjast, men eiga
ikki avgerðarrættin. Men
treyðugt so, onkuntíð skapa
løgfrøðingar
lóggávu,
og
onkuntíð døma politikarar í
roynd og veru. Idealið er so í
øllum førum hitt fyrra.
Ein
løgtingslóg
um
føroyskt mál má á einhvønn
hátt skapa tvey málfora. Eitt
forum, sum autoritativt ger
av, hvussu yvirskipaðir ný-
skipanarspurningar viðvíkj-
andi føroyskum skulu av-
gerast, og eitt annað forum,
sum tekur sær av dagligum
spurningum
um,
hvussu
føroyska málið er í løtuni.
Eitt málting og eitt málráð.
Eitt málting má eftir
mínum tykki veruliga verða
kjølfest
í
demokratinum.
Hetta er ikki fyri frøðingar at
gera av, men fólkslig umboð,
sum eru vald, tí at hildið
verður, at tey hava eitt gott
máloyra. Fleiri mátar kundu
verið at valt máltingið, eitt
nú við beinleiðis vali, ella at
løgtingið í lutfalsvali valdi
tað.
Málráðið við frøðingum
kundi so verið valt av mál-
tinginum til at tikið sær av
røktini av málinum í tí líki,
tað er nú.
Men ein løgtingslóggáva
flytir onki. Tað er fíggjarliga
orkan, sum verður sett av, ið
er altavgerandi. Sum er bendir
tó onki á, at pengar eru tøkir
á løgtingsfíggjarlógini til at
fremja nakra økta málrøkt
og -nýskipan fyri.
So samanumtikið haldi
eg ikki, at Mentamálaráðið
skal skunda sær við ætlaða
løgtingslógaruppskotinum.
Frægari er, at tað sleppur at
liggja og sodna eitt sindur
afturat. Tað, sum stendur í
fyriliggjandi lógaruppskoti,
kann eins væl standa í
tænastuboðum til Málráðið
frá Mentamálaráðnum.
Eg ivist stórliga í, hvørt tað
er rætt at seta lóggávuásettar
bindingar á málið, sum skylda
er hjá myndugleikum og
privatum at fylgja. Føroyskt
er fyrst og fremst ein miðil
at geva og fáa upplýsingar.
Kanst tú ikki málbera teg
frítt, er framsagnarfrælsi
títt skert, og tann, sum tosar
“rætt” hevur eina yvirvág í
kjakinum. Framsagnarfrælsi
hevur so stóran týdning, at
fyri tí mugu øll onnur atlit
víkja. Tað má farast fram við
ráðgeving og tilmælum, sum
fólkið í dagligari málnýtslu
vrakar ella tekur til sín. Hevur
onkur hug at halda sína egnu
málkós, skal honum verða
frítt at gera tað.
Sjúrður Rasmussen
Latið lógaruppskotið um málráð sodna
Mentamálaráðið hevur á heimasíðu síni latið almenninginum til ummælis eitt uppskot til løgtingslóg
um málráð. Sum ein av teimum mongu í almenninginum, havi eg hug at gera hesar viðmerkingar:
Seinastu árini hevur verið ein
harður ágangur frá sitandi
landsstýri á høvuðsstaðin.
Í berari politiskari ómegd
hevur tað verið eitt aðalmál at
niðurlaga virksemi í høvuðs-
staði Føroya, og flyta stovnar
út um landið fyrilitaleyst.
Havi í blaðgreinum ávarað
í móti og heitt á politkarar
um at steðga hesum.
Seinastu
árini
eru
vælvirkandi stovnar fluttir
úr høvuðsstaðnum, m.a.
Skipaeftirlitið flutt til
Vágarnar
Strandferðslan flutt til
Suðuroyar
Barsilskipanin flutt til
Suðuroyar
Brúkaraumboðs
maðurin fluttur til
Suðuroyar
Havnar sjúkrakassi
fluttur til Klaksvíkar
Hettar hevur kostað skatta-
borgarunum 10-tals milliónir
•
•
•
•
•
í flytingum, umskipanum og
øðrum.
Nú
stendur
Vinnuhá-
skúlin fyri tørni, og skal tæð-
ast sundur og flytast til Klaks-
víkar. Hettar verður gjørt
í móti fakligari niðurstøðu
og uttan nakra haldgóða
grundgeving.
Øll, ið kenna til Føroya
søgu, vita hvat skúlarnir Før-
oya sjómansskúli og Maskin-
meistarskúlin – nú Vinnu-
háskúlin - hava avrikað og
ment okkum sum tjóð. Í yvir
hundrað ár hevur skúlin
virkað og ment seg í høvuðs-
staðnum. Hesir skúlar eru
víðagitnir um allan heim fyri
dugnaskap, og eru næmingar
eftirspurdir
frá
hesum
skúlum víða um heim.
Við at sundurbýta hendan
skúlan í partar, verður tað
eitt tap fyri næmingarnar
og lestrarumhvørvið sum
heild. Tað, sum kann henda,
er at næmingar velja at taka
sína útbúgving uttanlands
ístaðin, og tá hava øll tapt og
mist.
Hvar eru løgtingslimirnir,
sum búgva í Suðurstreymoy,
nú Vinnuháskúlin í Tórshavn
verður niðurlagdur og fluttur
til Klaksvíkar?
Tað, sum sermerkir hesar
flytingar, er at tað er Javn-
aðarflokkurin, sum gongur
á odda. Eg fari tí eisini at
heita á borgarstjóran í Tórs-
havnar kommunu, Heðin
Mortensen, um at lata seg
í arbeiðsklæðini og fara
til arbeiðis innanfloks í
Javnaðarflokkinum fyri at
steðga hesi ørvitisætlan. Lat
tað vera tey røttu arbeiðs-
klæðini, tí nú er nóg mikið av
tíðindaskrivum, móttøkum
og myndum. Nú mugu vit
síggja verulig úrslit, ið koma
høvuðsstaðnum tilgóðar.
Ágangurin á høvuðsstaðin heldur fram
nú stóð Vinnuháskúlin fyri tørni!
Jákup Símun Simonsen
Býráðslimur fyri Tjóðveldi