fríggjadagur 17. desember 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173
22
Sosialurin
Jólablaðið
Krimi til jóladagarnar
Norska løva
Jólini eru ikki verulig, fyrr enn eitt
eintak um Hannis Martinsson og
hansara spennandi heimi liggur
undir jólatrænum.
So tíbetur sveik Jógvan Isaksen
heldur ikki í ár. .
Færøernes Mellem- og Realskole
er ein vakran dagin í mai 1935
á útferð í Lamba fyri at síggja og
hoyra um útgrevsturin eftir Norsku
Løvu, sum fór á land nýggjársaftan
1707. Á útferðini hvørvur ein fjúrtan
ára gamal drongur, og 75 ár seinni
biður
beiggi
drongin
Hannis
Martinsson um at hjálpa sær við at
fáa greiðu á málinum. Hóast Hannis
ikki hevur nógv álit á, at tað skal
lukkast at finna fram til nakað
so nógv ár
seinni, tekur
hann
av.
Brátt
er
hann fløkt-
ur
inn
í
eina røð av
ó s v a r a ð -
um spurn-
ing um
og
deyða.
Sony Ericsson F100 Jalou
Ein lekkur klapptelefon. Hevur m.a. fetteljara,
BMI roknara, 3.2 mp myndatól, mp3/mp4,
videoupptakara, 3G, Bluetooth, FM- radio og
internet. Fæst í lilla og svørtum.
NÚ BERT
kr. 1.598,-
Vanl. prísur:
kr. 1.998,-
SPAR
400,-
Jól hjá Vodafone
Vit eru í jólahýri og bjóða nøkur
sera góð tilboð uppá fartelefonir.
27
Undir einum lítlum træi
liggur... ein bókapakki!
Allarbesta jólagávan er hørð og fýrakantað og keypt í bókabúðini. Sosialurin
viðmælir nýggjar føroyskar bókaútgávur í hvørjum blað í jólamánaðinum.
Útvarpssendingar í jólagávu
Søgan um jødarnar
Bókin byggir á útvarpssendingar
hjá Sonna Smith, har hann prátaði
við Hans Holm, lektara, um øll
heimsins lond og fólk. Søgan um
jødarnar varð endursend í 2009 og
kemur nú út í bók.
”Fólk flest – eisini her á landi –
eisini sokallað upplýst og modernað
fólk í dag, ganga runt við einum
bílæti av, hvussu ein jødi sær út. Ein
jødi er myrkur, hann hevur myrkar
eygnabrýr, hann hevur krókuta,
yvirhøvur langa nøs. Tað, sum er
tað syrgiliga við hesum bílætinum,
er jú tað, at hetta er tað bílætið, sum
jødahatarar málaðu út fyri fólki
fyri góðum hundrað árum síðani
og seinni eisini.” Bókabrot.
Søgan um
Jødarnar
Sonne Smith
Hesar selja best
Á heimasíðuni www.ritograk.fo stendur eitt yvirlit
yvir mest seldu bøkurnar í farnu viku.
Listin sær soleiðis út:
1) Serstakar hendingar á sjónum
2) Lætt & leskiligt 3´arin
3) Í Waffen SS
4) Norska løva
5) Fiskabókin
6) Søgan um jødarnar
7) Oddvørsa buffetstjørnur
8) Góðan morgun - tað er politiið!
9) Teir reystastu dreingir í norðum
10) Tá Jesus gjørdi nekaran hvítan
snorri@sosialurin.fo
Idé Møblar á Hálsi er eitt megastórt
gávuhús við hópin av gávulutum og
góðum tilboðum til sínar kundar.
Fyritøkan hevur yvir 30 ár á
baki og hevur húsast á núverandi
adressu á Falkavegi í 10 ár. Tað
var í 1979, at Idé Møblar fyrstu
fer læt upp við Staravegin í sama
grannalag.
Tað er ikki uttan orsøk at
handilin í fleiri ár á rað varð
kosin Ársins Handil. Idé Møblar
er nevniliga nakað heilt serligt.
Bara tað at koma inn í handilin
er ein uppliving. Tað er eins og
alt virkar so perfekt og avslappað
samstundis. Hóast nógv fólk eru
inni í handlinum, merkist tað ikki
sum tað á nakran hátt er trongligt.
Millum gávuhugskotini kunnu
vit nevna lampur og ljós av al-
skyns sløgum, kommodur, reolir,
rammur til myndir og plakatir,
goymslukassar, pútur, skálir, stakar,
gløs og stell.
Har er alt jólaprýði sum finst –
bæði til at pynta úti og inni og til
jólatræið.
Idé Møblar ein professionellur
handil við denti á at kundin kennir
seg væl og fær góða tænastu, siga
Elsebeth og Birgir Andreasen, stjór-
ar í Idé Møblum.
Idé Møblar – eitt
megastórt gávuhús