mikudagur 20. februar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 35 - 20. februar 2002
Nr. 35 - 20. februar 2002
13
Annita á
Fríðriksmørk
Sjúrður Skaale og Else
Birgitte Petersen
Sjúrður Skaale skrivar eina
oddagrein í Fregnum 7.
februar um frískúlar.
Else Birgitte Petersen,
forkvinna í Føroya Lærara-
felag svarar honum aftur í
Dimmalætting fríggjadagin
14. februar.
Hon spyr m.a., hvørji
hesi "vit" eru, sum Sjúrður
skrivar um. Hon skrivar
ikki
sørt
niðurlátandi:
"Hvørji eru vit? Eru tað tey,
sum tú ert samsintur við?
Er tað innara kjarnin í
Tjóðveldisflokkinum, tey,
sum seta út í kortið?"
Til tað kann eg svara, at
Sjúrður er ein vanligur
limur í Tjóðveldisflokk-
inum, sum skrivar eina
oddagrein um frískúlar fyri
eitt blað, sum er eitt full-
veldisblað og ikki eitt blað
hjá Tjóðveldisflokkinum.
Á Fregnum starvast mær
vitandi,
fólkafloksfólk,
javnaðarfólk og tjóðveldis-
fólk, hesi hava eitt felags
áhugamál, og tað er full-
veldi.
Tað er alt í lagi, at for-
kvinnan fyri Lærarafelagið
gevur eini oddagrein, sum
henni í Fregnum, svar uppá
tiltalu. Men tað harmar
meg, at Tjóðveldisflokk-
urin verður blandaður uppí.
Um Else Birgitte Peter-
sen er áhuga í at vita, hvat
Tjóðveldisflokkurin
sum
flokkur sigur um frískúlar –
eisini sæð í mun til fólka-
skúlan, so varð tað m.a. ført
fram í framsøgurøðu mín-
ari, sum eg helt vegna Tjóð-
veldisflokkin á tingi týs-
dagin, tá ið frískúlar vóru
fyri.
Niðanfyri er nakað av tí,
sum undirritaða førdi fram
vegna flokkin á tingið.
Skotgrøvir
Tá tosið fellur inn á frí-
skúlar, hevur tað í longri tíð
verið ein viðgerð, sum er
merkt av skotgrovum, har
annar liggur í eini grøv og
heldur uppá, at neyðugt er
við frískúlum so vit fáa
kapping. Meðan hin grøvin
roynir at halda aftur, og
sigur seg verða ímóti, at tað
almenna skal rinda fyri
snobbarnar,
sum
vilja
marka seg við at ganga á
privatskúla. Og við, at vit
heldur eiga at betra fólka-
skúlan enn loyva frískúlum.
Men so einfalt er hetta
kortini ikki.
Innihaldið í einum
frískúla
Fyri tað fyrsta fært tú ikki
ein varandi frískúla bara tí
tú ert ímóti fólkaskúlanum,
tað eigur hinvegin at verða
eitt námsfrøðiligt og fakligt
alternativ til fólkaskúlan.
Har skúlin t.d. leggur dent á
• ikki at hava undirvísing-
ina býtta í lærugreinir,
• har skúladagurin ikki er
býttur í tímar,
• har flokkarnir ikki eru
býttir eftir aldrinum á
næmingunum,
• onkur vil kanska hava ein
frískúla við heilt øðrum
lærugreinum enn teim-
um, sum eru í fólka-
skúlanum,
• ella at lærugreinirnar
koma á øðrum aldursstigi
enn í fólkaskúlanum,
• og har innihaldið er heilt
øðrvísi enn í fólkaskúl-
anum.
Ikki ein spurningur um
antin ella men um bæði
Til grundgevingina um, at
vit heldur eiga at betra
fólkaskúlan enn loyva frí-
skúlum, vil eg siga, at hatta
er ikki ein spurningur um
antin ella, men ein spurn-
ingur um bæði. Og so kann
nevnast, at hendan sam-
gongan hevur lagt til brots
við tí røttu mannagongdini.
Fólkaskúlin er raðfestur
hægri enn nakrantíð, og
sleppur hendan leiðin at
halda fram eftir 30. apríl,
sum hendan samgongan
hevur slóðað fyri, so eru vit
á rættari kós.
Um nakar skuldi ivast so
er játtanin til fólkaskúlan
økt við 56 milliónum og tað
man
verða
prosentvíst
størsta
hækkanin,
sum
nakrantíð er givin.
Fólkaskúlanum tørvar
ábøtur
Men tað er framvegis stórar
ábøtur fyri neyðuni, t.d. at
lata upp fyri lægri næm-
ingatalið í flokkunum, at
betra
umstøðurnar
hjá
fólkið við breki, at bøta um
undirvísingartilfarið osfr
osfr.
Marknasteinar í
skúlasøguni
AT loyva frískúlum í Før-
oyum er at flyta mørk. Og í
skúlasøgu Føroya er við
jøvnum millumbilum flutt
mørk: einaferð var skúlin
fyri dreingir, einaferð var
føroyskt ikki loyvt, eina-
ferð var realskúlin osfr osfr
Hetta vísir, at sum tíðir líða
so seta tær dynamisku
bylgjurnar innaní okkum
menniskju
nýggj
krøv.
Ongin mannaskapt skipan
sleppur at verða ævigt
galdandi, har vilja altíð fyri
summi verða karmar, sum
tykjast ov trongir. Meðan
hesir somu karmar fyri
onnur vilja verða einasti
realistiskt hugsandi møgu-
leiki.
Soleiðis er eisini við
fólkaskúlanum. Fólkaskúl-
in, sum er fyri øll, er ein
góður skúli. Tá hugsað
verður um allar aktørarnar
sum eru innvolveraðar í
føroyska fólkaskúlanum:
næmingar, lærarar, leiðslur,
foreldur, skúlastýri, menta-
málastýri, politikarar og
føroya Lærarafelag, íalt
fleiri 1000 fólk. So haldi
eg, at vit kunnu ikki annað
enn vera fegin um, at úr-
slitið er so gott sum tað er.
Men, at har krevjast ábøtur
ivist eg onga løtu í, og tað
vilja tað altíð koma at gera.
Rímiligur tørvur
Sjálvsagt skal tað verða ein
rímiligur tørvur á einum
frískúla, áðrenn tað al-
menna fer at loyva skúlan-
um, og áðrenn tað almenna
fer inn við fígging. Men
hvat er so ein rímiligur
tørvur?
Vit vita, at allir fólka-
skúlar í Havnini eru mann-
aðir við flokkum har 24-26
næmingar sita. Skulu vit
nú til at mannað frískúla-
flokkar, har næmingatalið
er ein helvt av tí, sum vit
krevja í fólkaskúlanum, so
vil næmingatalið í sær
sjálvum verða eggjandi og
tiltrekkjandi
fyri
bæði
næmingar,
foreldur
og
lærarar.
Tað er altso ikki tað sama
at ganga í einum ella undir-
vísa einum skúlaflokki við
12-14 næmingum, sum tað
er at ganga í ella undirvísa
einum flokki við 24-26
næmingum. Um ein frí-
skúlalóg verður viðtikin,
mugu vit ansa eftir at lága
næmingatalið
ikki
er
drívmegin aftanfyri 85%
alment fíggjaða frískúlan,
men burturav fakliga inni-
haldið ella námsfrøðiliga
mannagongdin.
Álitið leggur upp til, at
"ein frískúli við rætti til
studning skal hava minst
12 næmingar fyrsta árið, og
at næmingatali eftir 3 árum
skal verða komið upp á
minst 28 næmingar". Men
hvussu nógvir lærarar eru
knýttir at hesum næminga-
talið síggi eg ongastaðni,
men man tað tó verða av-
gerandi fyri kostnaðin av at
reka ein slíkan skúla.
Roknað um til fólkaskúla-
krøv minus foreldragjaldið,
so vildi eg skotið eitt tal
uppá 1_ lærara.
Hvat leggur ein frískúli
dent á
Í einum frískúla verður
størri dentur lagdur á ávís
øki ella ávísar lærugreinir,
enn tað verður í fólkaskúl-
anum, t.d. vil ein frískúli
upplagt leggja dent á
handaligar
lærugreinir,
teldutøkni, fremmand mál,
list, tónleik, umhvørvi o.l.
Hvussu næmingar skulu
verða í einum flokki
Men táið tað er sagt, so
eigur kravda næmingatalið
til frískúlan altso at verða á
leið tað sama, sum kravda
næmingatalið til ein fólka-
skúla.
Nú sigur onkur kanska, at
longu har køvi eg allar
møguleikar fyri frískúlum,
men um so er, so eiga vit
eisini at hugsa um avleið-
ingarnar av at krevja, at
næmingatalið við ársbyrjan
í einum fólkaskúla -skal í
mesta lagi verða 24.
Og leggjast so næmingar
afturat gjøgnum árið, so
endar tað talið ofta uppi á
eini 28 næmingum. Og tað
í sær sjálvum køvir náms-
frøðiligum og fakligum
møguleikum í fólkaskúl-
anum.
Kann verða at kravda
næmingatalið til ein frí-
skúla eigur at verða nakað
lægri enn til ein fólkaskúla,
sum kompensatión fyri, at
foreldrini rinda sín part.
Men munurin sum nú
fyriliggur í uppskoti haldi
eg er í størra lagi, og sum
ger, at fólkaskúlin verður
fyri mismuni, - og tað kann
ikki verða meiningin.
Harafturat eigur at verða
undirstrika tann týdning tað
hevur at fáa broytt fólka-
skúlalógina aftur soleiðis,
at gingið verður burtur frá
møguleikanum at loyva
fleiri enn 24 næmingum í
ein flokk.
Meira um frískúlar kem-
ur í eini seinni grein.
VIÐMERKINGAR
Fólkaskúlin og frískúlin
Rolf Guttesen
19.02.02
Munnu fólkafloksmenn og
aðrir sum elska konspiratión-
steoriina – at danskarar
leggja ráð saman at yvirtaka
føroyska vinnulívið – munnu
teir í teirra pietetsfulla sinni
hava gloymt, at hetta er ikki
fyrstu ferð at føroyskir
myndugleikar, Landsstýrið
og Løgting, hava biðið um
peningaliga
hjálp
tá
samanbrot og fallitt varð
hóttandi. Og hvørja ferð, ið á
stóð, hava teir fingið hjálp
frá bróðurhond!!
Men veruleiki er eisini, at
hvørja ferð umbiðin hjálp er
fingin, so hava nationalist-
arnir leikað í og garterað. So-
leiðis var tá, og soleiðis var
hesaferð. Tann bilsni, kanska
ovfarni
hjálparin
fekk
skuldina fyri hvat sum helst
og alt tað illa.
Sjóvinnubankin – sum teir
ósmædnir kallaðu Okkara
Banka – er endurreistur ikki
bert einaferð, men fimm
ferðir hesi seinastu 50 árini. Í
meðal 10. hvørt árið mátti
hann hava hjálp frá danska
statinum. Fyrsta kreppan var
í 1951–52, tá hann fekk
innspræning tvær ferðir.
Hetta burdi verið væl kent,
annars man “Reyðabók” vera
at fáa á bókasavninum. Tað
hevði verið “pent” um
loysingin
hevði
verid
trumfað
ígjøgnum
av
loysingaflokkinum Fólka-
flokkinum
stuðlaður
av
orðloysingaflokkinum Tjóð-
veldisflokkinum, og so 5 ár
seinni var henda pinkurepu-
blikk farin á heysin. Hvør
skuldi tá hjálpt. Og við
hvørjum treytum???
Minni kent er, at bankin
eisini í 1956 var í neyð.
“Men (banken) løb ind i
nye vanskeligheder i 1956
som følge af tab på store en-
gagementer med hvalfangst-
selskaber. Efter opfordring
af Viggo Kampmann blev
krisen denne gang afværget i
stilhed ved nationalbankens
mellemkomst.
Det
var
opfattelsen,
at
en
3.
rekonstruktion ville skabe så
megen turbulens omkring
banken, at dens eksistens
ville blive truet”(30)
Danskir pengar bjargaðu
eisini Kjølbro
Longu aftur í 1962 átók
Nationalbankin sær eina ser-
liga “føroyska” uppgávu.
Størsta vinnulívsfyritøka í
Føroyn “J.F. Kjølbro” í
Klaksvík var um at fara á
heysin. Teir høvdu mist
nógvar pengar uppá fiski-
royndir í Eysturgrønlandi.
“Nationalbanken trak sig
siden ud af sit engagement
ved at forære de aktier, so
Nationalbanken var kommet
i besiddelse af, til en fond
med det formål at yde støtte
til unge færingers erhvervs-
uddannelse.” (30) Hetta var
tann
sonevndi
Før-
oyagrunnurin.
Í 1974/75 var likviditets-
kreppa bæði í bankunum og í
landskassanum. “Igen ydede
Nationalbanken støtte, dels
til bankerne direkte, dels ved
genbelåning af Landsstyrets
kreditter i bankerne.” Og ikki
óvæntað bleiv hjálpin av
uppgjørdum,
korkalittum
tjóðveldismonnum uppfatað
sum “kolonialur ágangur og
hjálandapolitikkur”, sum ein
oddagrein í 14. skrivaði.
Føroyar hava aldri síðan
Grundlógina í 1848 verið
uppfataðar sum koloni ella
hjáland, men sum “norrøn
bróðirtjóð”,
sum
grund-
lógarmenninir málbóru seg.
Tað kundi verið nevnt í
stuttum, men tað er kanska
ein onnur søga, at føroyska
vinnulívið og samfelagið eis-
ini hava fingi ríkar møgu-
leikar at læna ella fáa bein-
leiðis stuðul úr ymsum
grunnum, sum skuldi gagna
framburði
í
Føroyum.
Marshalhjálp til Tjaldrið og
SEV,
Realkreditturin
til
endurnýggjan av skipaflota-
num
í
50–60-unum
og
frammá, Fiskaríbankin, In-
vesteringsfonden for Færøer-
ne, 60 milliónagrunnurin,
Egnsudviklingsstøtte, Fram-
taksgrunnurin.
Fíggingargrunnurin fekk
samfelagið á føtur aftur
Ikki minst Fíggingargrunn-
urin fra 1992, sum við næst-
an 3 milliardum bjargaði
bankunum, var stór hjálp í
neyðini. Og skera vit alt
svass burtur, so virkaði hann
sum ætlað: Sum ein hjálp at
fáa føroyska samfelagið aftur
á føtur. Hjálpin hevur verið
sera effektiv. Samfelagið er
komið undan kreppuni. Men
hvør hevur havt mannshjarta
til at siga takk fyri tað hjálp,
sum varð givin í eini svárari
stund? Eingin!! Allir hava
teir verið við í dansinum um
gullkálvin í 1980-unum. Og
kanska teir skammast. So er
best at skelda tað hjálpandi
hondina, og venda øllum við
og fáa tað til at tað var hjálp-
arin, sum hevði alla skuld. At
hjálparin
konspirator
og
usurpator (samfelagsoyðari).
Tað er hóast alt munur á
frekleika og ósmædni. Orð-
loysingamenn bera prísin.
Semja var um
partabrævabýtið
Tá Sjóvinnubankin varð
endurreistur í tveimum um-
førum í 90-unum við almen-
num pengum, vóru kapp-
ingartreytirnar
bankanna
millum ikki javnar, soleiðis
sum eg stutt nart við í fyrra
parti. Føroya Banki hevði
fingið hjálp úr Danske Bank,
sum átti gott 60% av
partabrøvunum har. Vert er at
geva gætur, at Danske Bank
ikki hevði nakra juridiska
skyldu at hjálpa bankanum
(dóttirfelagnum) í Føroyum.
Hann kundi verið farin fallit,
og so hevði tað ballið verið
liðugt, men til sóran skaða
fyri føroyska vinnulívið.
Ymisk uppskot og ymiskar
loysnir vóru havdar á lofti,
og hetta gav ikki tey stóru
problemini, í fyrsta lagi
heldur ikki millum føroyskar
politikarar.
“ Substansen var, at de to
bankers aktier i kursmæssig
henseende blev bragt på
samme niveau, så man kunne
bytte aktier stort set lige over
i forholdet 1:1” (98) sigur
Mikkelsen, og heldur fra á
næstu síðu: “På daværende
tidspunkt
var
de
ydre
økonomiske
omstændig-
heder så flygtige, at det var
vanskeligt at finde blot
nogenlunde præcist og hold-
bart udtryk for bankernes
aktuelle hensættelsesbehov
og dermed for værdien af
deres engagementer.”
Sjálvt
partabrævabýtið
skuldi javnstilla bankarnar,
soleiðis at báðir fingu ein
part av almenna kapitalinum,
sum var skotin inn. “Ved
forslaget
ville
Fonden
(Fíggingargrunnurin,
har
RM var formaður, RG) er-
hverve aktier i Føroya Banki
svarende til 52 % af bankens
aktiekapital, medens Fonden
ved
at
betale
med
Sjóvinnubankaktier
fik
reduceret sin aktieandel i
denne bank fra 94 % til 64
%. Den Danske Bank fik en
aktiepost i begge banker på
30% af deres aktiekapital....
Det er dette grundlag, der
siden fra færøsk side blev
kritiseret som mangelfuldt.”
Kunningarfundur í Keyp-
mannahavn í mars 1993
Tað var fyrst í mars 1993 at
uppskotið fær snið og verður
góðkent, fyrst í Grunninum,
so í Landsstýrinum og
Stjórnini. Men fyri at Lands-
stýrið kundi kunna seg hjá
Danske Bank um, hvat ið
ætlaninin hjá bankanum var,
so bleiv skipað fyri fundi í
Keypmannahavn har Marita
Petersen,
Sundstein
og
Sigurd
Poulsen,
landsbankastjóri luttóku.
Sum fyrireiking til henda
fund hevði Landsstýrið í
skundi biðið Búskaparráðið
um eina meting av støðuni.
Ráðið vigaði fyri og ímóti,
og gjørdi vart við, at teir ikki
høvdu kannað hvussu stór
tap kunnu væntast í bank-
unum. Men teir ráddu til at
partabrævabýtið fór fram, so
sum uppskotið var. Bú-
skaparráðið hevði, meðan
teir arbeiddu uppá hetta
notatið, gjøgnum telefonina
verið í sambandi við Finans-
tilsynet, fyri at kunna seg um
støðuna í Føroya Banka.
Allir partar høvdu sostatt
tosað saman, øll vistu um
støðuna, øll vistu um vandar-
nar, um einki bleiv gjørt
(mest at vandin var dyri at
DB bakkaði heilt út)
Referatið hjá Sigurd
Poulsen, sum lak út, tí tað
var opportunt hjá nøkrum
politikarum
Her koma vit so til tað ofta
illa gitna fundarreferatið hjá
Sigurdi, sum seinni - nógv
seinni- kom at verða “prógv-
ið” um tær illmeintu ætlanir,
sum Stjórnin og Danske
Bank høvdu.
Fyrst er at siga, at tað
ógviliga óheppið at eitt re-
ferat lekur út frá einum ikki
almennum fundi. Minnist
meg rætt, er tað hondskriv-
aða A-4 arki hjá Sigurdi lisið
upp bæði í Løgtinginum av
Birgiri Danielsen, í Sjón-
varpinum og eisini endur-
givið fotografiskt í Sosiali-
num, kanska eisini aðra-
staðir. Eitt referat, sum enn
ikki er góðkent av øllum
fundarluttakarum, er juri-
diskt og politiskt einki vert.
Einhvør kann skriva sítt egna
referat. Tað er ikki ein
referentur, sum eigur sann-
leikan, men tað sum part-
arnir í fundinum eru samdir
um, tað kemur at standa í
endaliga
og
góðkenda
referatinum
(fundarfrá-
greiðingini). Men hjá før-
oyskum
politikarum
og
miðlamonnum bleiv hetta
funnin fressur; hetta “prógv-
aði”, at Danske Bank snýtti.
Annað er, at hesin lekin og
tað hulduspæl, sum síðan tá
fór fram á politiska vøllinum
øðrumegin bendir á, at
ansurin fyri proportiónum,
hvat ið er stórt ella lítið, er
rættiliga undirútviklaður í
føroyskum
politikki.
Hinumegin er vissa fyri at
bæði lekin í samráðing-
arnevndini og opportun-
istiska hulduspælið sum
seinni tók seg upp, hevur
minkað um trúvirði føroy-
skra politikara og embætis-
manna.
Spurningurin um Føroya
Banki var solventur, hevði
pengar í kassanum í mun til
skyldurnar, verður viðgjørd-
ur sera nágreiniliga av Ric-
hard Mikkelsen. Tað er vert
at minnast, at í einari turbu-
lentari periodu, har um-
støðurnar broytast ógvuliga
skjótt, er altíð nógv óviss
meting uppií. Støðan í dag
kann vísa seg at vera ein heilt
onnur í morgin.
Fleiri partar royndu at
meta um støðuna, bankarnir
sjálvir, Fíggingargrunnurin
og
Finanstilsynet.
Nógv
seinni kom so kanning-
arnevndin, Undersøgelses-
kommissionen, við sínum
bakklókskapi
og
privatu
granskoðarum, við sínum
metingum. Men sum altíð er
ólíka lættari at meta um
fortíðina, um framtíðina eru
nógvar myndir (scenariir) at
taka støðu til.
Kanningarnevndin valdi eina
meting framm um aðra
Men eitt hálvt ár aftaná
partabrævabýtið er støðan í
Føroyum versnað stórliga.
“Som resultat af Finanstil-
synets inspektion blev Før-
oya Bankis hensættelser...
fordoblet til 1,5 mia kr.,
medens Sjóvinnubankin fik
sine hensættelser øget... til 1
mia. kr. Afskrivninger og
hensættelser i de to banker
kom herefter på niveau med
hinanden...
Hvorfor
det
pågældende revisionsfirma
og
dermed
også
kommisionen tog udgangs-
punkt i bankernes eget skøn
frem for i Finanstilsynets
vurderinger, står mig ikke
klart. Derimod er det givet,
at det spillede en væsentlig
rolle for resultatet af den
efterfølgende vurdering, om
man gjorde det ene eller
andet.”(269;
mín
undirstriking,RG)
Hann ger enn eina ferð
vart við hvussu óviss og
broytilig støðan var. “Af-
skrivninger dækker over for-
dringer, der i regnskabs-
perioden er tabt. Hensættels-
er er en subjektiv størelse,
der har til formål at give et
retvisende billede af værdien
af
bankens
udlånsen-
gagementer ved regnskabs-
periodens afslutning. Men
netop i det subjektive ele-
ment ligger et skøn, som det
var vanskeligt at udøve med
nogenlunde sikkerhed under
de yderst labile (óstøðugu)
forhold,
der
rådede
på
Færøerne i 1992/93...”
Sakin hevur nógvar smá-
lutir, sum RM viðger út í
æsir, eisini hvat ið kanning-
arnevndin seinni kom fram
til. Hann ger fleiri ferðir vart
við, at niðurstødurnar hjá
kanningarnevndini eru ikki
heilt eftirfarandi, til tíðir eru
misskiljingar,
eftir
R.
Mikkelsens meting.
“Banken var med andre
orð – bedømt ud fra Tilsynets
udsagn – solvent, da aktie-
byttet blev indgået. Men
dette var altså et udsagn, som
vi
efter
Kommisionens
senere bedømmelse ikke
skulle
have
taget
for
pålydende” (273)
Landsstýrið visti fult út
hvat teir tóku støðu til, og
hvørjar
kanningar
vóru
gjørdar og hvørjar ikki vóru
gjørdar. RM vísir m.a. á, at
Jógvan Sundstein “som spil-
lede en central rolle under
forhandlingerne om aktie-
byttet, fremkom da heller
ikke under disse forhand-
linger med ønsker i denne
retning” (274) Her meinast
við ynskir um nakrar serligar
kanningar um solvens oa. í
eini kreppustøðu (due dili-
gence).
Sjónvarp Føroya sum
propagandasendari
Sjónvarpið eigur helst ein
serligan leiklut í øsingini ella
uppbyggingini av fígginda-
bílætinum. Føroyingar vóru í
grundini púra óskyldugir,
men danskarar høvdu eina
óndsinnaða
ætlan,
eina
konspiratión, um at taka
ræðið í Føroyum. Mikkelsen
hevur eitt stutt kapitul um
føroysku miðlarnar, har han
hevur fylgt væl við. Ikki er
sørt at han er bilsin um, hvat
ið har fór fram
“Kun en enkelt gang følte
jeg, at den danske indsats og
min egen rolle blev for-
vansket på en yderst ube-
hagelig måde. Dette skete i
en udsendelse i det færøske
fjernsyn 26.10.93. Udsend-
elsen, der i alt væsentligt
drejede sig om aktiebyttet,
var forkert og misvisende på
afgørende punkter og kunne i
mine øjne kun tjene det ene
formål, at tilsværte Danmark
og de danskere, der... var
blevet involveret i denne
sag.” (145) Henda sending
endaði við orðunum sum
RM endurgevur soleiðis:
“Var aftalen (um parta-
brævabýtið) nødvendig, eller
var der tale om uduelighed af
værste slags - eller var der
tale om snyd og bedrag?”
Tíverri hoppaði Sosialurin
eisini uppá vognin, og skriv-
aði dagin eftir í eini odda-
grein, at henda sjónvarps-
sending átti at fáa politiskar
fylgjur og sendingin tænti
Sjónvarpi
Føroya
og
føroyskum tíðindamonnum
til miklan heiður og sóma.
Tað er at vóna at blaðstjórin
hevur sissað seg, men enn
liggur henda sama illgitingin
í luftini: teir snýttu okkum.
“For os, derkendte de
danske motiver og hensigter
indefra, forekom udsend-
elsen enormt fordrejet og i
virkeligheden at være et
medieflop af de helt store.”
Tað komu fleiri sokallaðar
dokumentarsendingar
av
hesum slag, sum RM meinar
“bidrog til tegningen af et
fjendebillede af Danmark,
der kom til at præge hold-
ningen i vide kredse i det
færøske samfund”(147)
Miðlarnir áttu at verið 4.
statsmaktin, men...
Tað er ein vandi í einum
lítlum samfelagi, at pressan
er veik. Í hesum føri satsaði
SvF uppá at dekka banka-
málið, og brúkti nógva orku
og pengar uppá tað. (Kanska
so nógvar, at ein landsstýris-
maður seinni noyddist at
veita SvF eykahjálp).
Hinir miðlarnir vóru ikki
mentir at hava eina kritiska
viðgerð av tí, sum SvF sendi
út sum “sannleikar” og
“prógv”. Tað var lættari at
lofta sensatiónini og brygga
víðari upp hesa mynd av
bankasakini og kreppuni,
sum føroyingar flestir nú
hildu vera sannleika. Tí teir
høvdu
fingi
hesar
“avdúkingar”
og
“sann-
leikar” í høvdið so ofta, at
tað hevði skorað seg fast.
Men hvat skulu fólk
trúgva, annað enn tað sum
pressan og miðlarnir servera.
Støðan verður hættislig, um
sjónvarpið
verður
ein
propagandasendari.
Kapitlið
um
føroysku
miðlarnar endar so:
“Udsendelsens leder, pro-
grammedarbejder
Høgni
Hoydal, fik efterfølgende en
hurtig karriere i færøsk
politik som repræsentant for
der
republikanske
Parti.
Efter valget til lagtinget i
1998 blev han vicelagmand
med spørgsmålet om selv-
styre som sit område”
Nú síggi eg í bløðunum, at
hesin sami maður hevur
skrivað eina sera fantasifulla
grein um Richard Mikkel-
sen. Men tað má eg so taka
upp í triðja umfari.
Haldið mær til góðar.
(Annar partur)
Gestsins eyga, blátt?
C
M
Y
K
13
12