Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. februar 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 35 - 20. februar 2002 15 Í nógv ár hevur røkt- ingarmaðurin, Petur Skeel Skarðsá í Funningi, av sínum eintingum gjørt royndir við tí enda- máli at varðveita glærfitina í seyðinum heldur enn tálga- fituna. Alt arbeiði hjá honum er gjørt av áhuga og ókeypis. Tað kostar at gera slíkar royndir, men tá ið hann vendi sær til jarðarráðið, lands- stýrið, stovnar og fyritøkur um stuðul, kundi eingin hjálpa honum SEYÐAHALD Vilmund Jacobsen Funningsmaðurin, Petur Skeel Skarðsá, hevur altíð havt stóran áhuga fyri seyði, og hann hevur verið røktingarmaður, síðan hann var smádrongur. Í dag røkt- ar hann út við 400 seyðir í trimum hagapørtum. Nú verkætlanin hjá Helga í Brekkunum um eitt nú glærfiti og tálgafiti í seyði er kunngjørd, hevur Petur Skeel hug at siga nøkur orð. Sjálvur hevur røktingar- maðurin gjørt royndir við glærfiti í mong Harrans ár, og hann er komin til ta niðurstøðu, at brundur við glærfiti brundar glærfiti. Útlendskur seyður - Eg keypti jørð í sjeytiár- unum til royndir við seyði, men longu tá var tann útlendski seyðurin, svenski og grønlendski, komin til landið. Útlendski seyðurin hevur tálgafiti, sum brotnar undir knívinum og smakkar ikki av nøkrum, meðan tann føroyski seyðurin hev- ur glærfiti. Betur var, tá ið seyðurin ikki var blandað- ur, men nú er hann bland- aður um at kalla alt landið. Petur sigur, at í sínari tíð var royndarbrúk norðuri við Streymin við útlendska seyðinum, og tá fóru bónd- ur og seyðamenn norður hagar at fáa sær brunds- seyð. - Hesin seyðurin sá gott út við fyrsta eygnabráð, men kjøtið royndist illa. Beinini á útlendska seyðin- um vóru eisini veikari enn á tí føroyska; tey vóru sum staraleggir. Mær dámdi ongantíð tær royndir, sum gjørdar vórðu, og mær dámdi ikki, tá ið granna- hagar keyptu sær hesar brundar. Úrslitið var ikki gott; glærfitin gjørdist til tálgafiti, og tað er eitt tógv- ið stríð at rætta uppaftur tað, sum tá hendi, sigur røktingarmaðurin. Petur sigur seg vita um tveir hagapartar í eini bygd, sum keyptu 12 fremmandar brundsseyðir; hetta vóru grønlendskir seyðir, og í dag hava hesir hagar eitt vánaligt úrslit at vísa á. Eingin stuðul Royndirnar, sum Petur Skeel í fleiri ár hevur gjørt, hevur hann gjørt av sínum eintingum. Alt arbeiði, sum hann hevur lagt í hesar, hevur hann gjørt ókeypis. Men fyri at kunna gera hesar royndir, noyðist hann at keypa sær góðar før- oyskar brundsseyðir og hava nógvar ær inni í brundstíðini, og tá ið lembt verður. Allur seyðurin skal fóðrast í hesum tíðarskeiði, og tað kostar pengar. So, Petur hevur goldið nógvar túsund krónur millum ár og dag úr egnum lumma fyri at varðveita glærfituna í seyð- inum. Fyri fáum árum síðan søkti hann Føroya Jarðar- ráð um ein lítlan haga til hesar royndir, men svarið var noktandi; teir høvdu einki at bjóða honum. Hann søkti eisini landsstýrið um pinkalítlan stuðul, so hann kundi fáa ein part av sínum útreiðslum dekkaðar, men har var heldur einki at heinta. At enda søkti hann nógvar stovnar og fyritøk- ur, sum kanska kundu hugsast at vilja veita eitt lítið íkast, men hann hevur ikki móttikið eina einastu krónu nakrastaðni. - Eg hevði nokk ikki væntað nakran serligan stuðul, men tá ið tú sært, hvussuítrótturin og onnur slíkt tiltøk verða stuðlað – næstan av hvørjum Hanusi og Janusi - vóru vónirnar um, at onkur fór at vísa mínum arbeiði áhuga, ikki heilt ongar. Í dag kann Petur Skeel ásanna, at hesar umsóknir saman við frágreiðing um, hvat hann tekst við, als ongan áhuga høvdu. - Teir stovnar og tær fyri- tøkur, sum svaraðu, søgdu seg ikki kunna veitanakran stuðul og fleiri vóru, har eg ongantíð fekk eitt svar. Góður seyður Petur Skeel sigur, at hann í dag kann vísa á, at hann hevur góðan føroyskan seyð við glærfiti. Í vetur hevur hann havt 30 ær inni saman við einum góðum føroyskum brunds- seyði, sum hann keypti fyri 1700 krónur. - Neyðugt er at hava ein slíkan brundsseyð í eini 2-3 ár. Um heystið, tá ið lomb- ini verða flett og kjøtið byrjar at torna, sæst, um kjøtið í hjallinum hevur glærfiti. Petur Skeel hevur annars nógvar ættartalvur yvir seyðin, hann hevur. Hesar talvur røkka heilt aftur til seinnapartin av sekstiárun- um. - Eg veit, hvat hetta er fyri seyður langt aftur í tíðina. So, hvørt vit fletta, verður seðil settur á hvørt krovið, og síðan verða krovini sýnað, so hvørt tey torna. Gerst kjøtið grønligt á liti og snykar, hava vit ein góðan brund, sum brundar glærfiti, sigur Petur Skeel Skarðsá, røktingarmaður. Seyðaroyndir og almennar sømdir: Tað veldst um, hvør tú ert - Eg hevði nokk ikki væntað nakran serligan stuðul, men tá ið tú sært, hvussu ítrótturin og onnur slíkt tiltøk verða stuðlað – næstan av hvørjum Hanusi og Janusi - vóru vónirnar um, at onkur fór at vísa mínum arbeiði áhuga, ikki heilt ongar.Í dag kann Petur Skeel ásanna, at hesar umsóknir saman við frágreiðing um,hvat hann tekst við, als ongan áhuga høvdu 15 14 Nr. 35 - 20. februar 2002 Fyrrapartin í gjár hevði sólin hug at kaga fram, og nú kavin er komin yvir landið, er ikki so heilt óvanligt at síggja børn uttandura. Børn úr Innistovu á Norðasta Horni, vóru tá farin ein túr oman í bøin at skreiða KAVI Orð: Ingrid Bjarnastein Niclas Djurhuus Myndir: Jens Kr. Vang Húgvur, vøttir, kavadraktir, reyðir kjálkar, róp og flenn. Hetta var at síggja og hoyra úti á Norðasta Horni tá Tyrnir, Sarita og Villiam, sum øll eru fimm ára gom- ul, saman við hinum børn- unum í barnagarðinum Innistovu á Norðasta Horni høvdu leitað sær oman í bøin at spæla. Børnini í Innistovu eru millum 3 og 6 ára gomul. Við sletum, rumpisletum, presendingum og øðrum fóru tey oman og niðan, oman og niðan, og øll vóru við. Tey sóu út til at stutt- leika sær óført í nógva kav- anum. Eina lítla løtu seinni komu nøkur børn og ein pedagogur afturat. Við sær í taskuni høvdu tey heitt kakao og smákøkur til tey køldu børnini, ið ynsktu at fáa okkurt heitt og gott at verma seg við. – Tað er stuttligt, og kalt at skreiða, sigur Tyrnir. – Vit hava ikki verið her so leingi enn, men vit hava skreiða ofta oman. Fyri at vísa hvussu tey gjørdu, breiddu tey eina presending á bøin. Øll børnini vórðu rópt niðan og sett á presendingina, sum so varð togað fyrsta pettið, men síðani kláraði at fara víðari sjálv. Tá kom rættiligt lív í. Sólin skein víðari, børn- ini skreiðaðu og stuttleik- aðu sær víðari, og Sosial- urin leitaði sær aftur í heita blaðhúsið á Argjum. Út- sendu vóru heilt avgjørt ikki ílatin til at skreiða í bønum, eins og tey lítlu børnini. Heitt kakao í kavanum C M Y K 14 Ert tú áhugaður í nýggjum avbjóðingum á eini nýggjari deild í menning - Byggideildini hjá Landsverkfrøðinginum? Byggideildin varðar av øllum almennum byggiarbeiðum - vegabygging, havnabygging og húsabygging - frá prosjekteringsbyrjan til avhending og garantisýn. Deildin varð stovnað fyri umleið einum ári síðani, og tann, ið verður settur, fer at luttaka í eini framhaldandi menning av deildini. Arbeiðsuppgávur Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna eitt nú um: • prosjektstýring • byggileiðslu • samskifti við stýrir, ráðgevar, arbeiðstakarar og aðrar áhugabólkar • útbjóðing • sáttmálar við ráðgevar og arbeiðstakarar • prosjektgransking Førleikakrøv Sóknast verður eftir royndum byggiverkfrøðingi við góðum samstarvsevnum, sum hevur hug at fremja sínar hugsjónir í verki. Starvið er sera sjálvstøðugt. Royndir innan eitt ella fleiri av nevndu virkisøkjum gevur fyrimun, men er eingin treyt. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars vera sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Verkfrøðingafelag. Arbeitt verður skiftistíð, og møguleikar eru fyri eftirútbúgving. Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Umsóknir Umsókn við lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda í brævbjálva merktur “verkfrøðingur til byggideildina”, til Landsverkfrøðingin Postboks 78 110 Tórshavn og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. mars 2002. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Tinghúsvegi 5 Postboks 78 FO-110 Tórshavn lv@lv.fo Tlf. +298 311333 Fax +298 314986 Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Kristiani Rasmussen á tel. 311333 (e-postur: kristian@lv.fo) Verkfrøðingur LANDSVERKFRØÐINGURIN