mikudagur 20. februar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 35 - 20. februar 2002
Nr. 35 - 20. februar 2002
17
Teir, sum velja sær
eitt lívsstarv á
sjónum, verða ikki
púra blankir, fyrstu
ferð teir stíga á
skipsdekk, tó at
einstakir av teimum
hava verið onkran
túrin
TVØROYRI/HVALBA
Áki Bertholdsen
Tað skerst ikki burtur, at
hjá summum næmingum er
skúlagongdin ein pínsla.
Og yvirhøvur munnu held-
ur ikki allar lærugreinar
tykjast næmingunum líka
spennandi.
Men so 10. flokkur á
Tvøroyri møtir serliga væl
upp í einari lærugrein.
Í alt ár hava 16 næmingar
í 10. flokki á Tvøroyri havt
sjóvinnu sum sergrein og
tað hevur verið ein læru-
grein, sum hevur havt
stóran áhuga, tí næming-
unum dámar væl at sleppa
burturúr dagligu skúla-
gongdini í eina tíð.
- Vit kunnu ikki siga
annað enn at uppmøtingin
er góð, sigur Sofus Strøm,
ið saman við Páll Michel-
sen undirvísir teimum í
sjóvinnu.
Ì 10. flokki á Tvøroyri
kunnu næmingarnir velja
ímillum tríggjar breytir,
køk, hondarbeiðið og sjó-
vinnu
Sjóvinnubreytina valdu
16 næmingar, alt drongir.
- Hóast mørkini ímillum
manfólkaarbeiði og konu-
fólkaarbeiðið er við at
kámast, hava ongar gentur
valt sjóvinnuna, siga lærar-
arnir.
Hetta er fyrstu ferð, at tey
hava sjóvinnu á Tvøroyri,
men royndin hevur hilnast
væl. Næmingarnir hava
sjóvinnu hvønn mikudag í
seks tímar og hjá teimum er
tað eisini ein stuttleiki at
sleppa út úr skúlatovuni til
at royna okkurt heilt annað.
- Endamálið við sjó-
vinnubreytini er at fyrireika
næmingarnar til sjólívið, so
at teir, sum velja sær lívs-
starv á sjónum, skulu ikki
standa púra blankir, fyrstu
ferð, teir stíga á skipsdekk,
antin teir so fara við trolara,
ella við línubáti.
Tó skal sigast, at ein-
stakir av drongjunum hava
longu verið onkran túrin til
skips.
Roynt mangt og hvat
Ímeðan næmingarnir hava
havt sjóvinnu, hava teir
roynt mangt og hvat.
Áðrenn teir komu á
trolvirkið, hava teir arbeitt
við línu og snellu, teir hava
gjørt línu og snelludergur
og teir hava lært at spleysa.
Teir hava eisini verið í
fjørðinum. Teir hava eisini
skorið flak og kjálkar, sum
teir so fóru til tey á køks-
breytini við og so vóru teir
við til at gera matin til og
fingu hann til døgverða.
Teir hava eisini lært at
sigla eftir kumpas og eftir
tólum og teir hava lært um
streym og teir hava verið á
ymsum virkjum. Teir hava
eisini lært, hvørji krøv
verða sett til trygdarútgerð
umboð á bátum.
- Hesar fýra mikudag-
arnar, har teir hava verið á
Berginum, hava teir lært
tað mest grundleggjandi
arbeiði við troli.
Nú, teir verða lidnir á
trolvirkinum, fara teir til
Klaksvíkar á trygdarskeið
og seinni aftur skulu teir á
radioskeið.
Fyrireika seg til sjólívið
Her eru teir á trolvirkinum Berginum í Hvalba. Helgi Eidesgaard, fremri og Hallur Thomsen skera burturúr og reinsa buktirnar
Her eru nakrir av
næmingunum í 10. flokki á
Tvøroyri, sum hava valt sær
sjóvinnu avmyndaðir á
trolvirkinum í Hvalba: Frá
vinstru eru teir Brian
Thomsen av Tvøroyri, Hallur
Thomsen úr Froðba
Tvøroyri, Michael Jespersen
úr Froðba, Helgi Eidesgaard
av Tvøroyri, Poul Eli
Bærendsen av Tvøroyri,
Marner Bech av Tvøroyri,
Harry Thomsen úr Hvalba,
Hilmar Sveinbjørnnsson úr
Nesi í Hvalba, Kaj Andre
Holm úr Hvalba, Hanus
Tausen úr Hvalba og
Magnus Berg úr Nesi í
Hvalba
Miðvingar fara í vár
at rógva út við stór-
um glastrevjabáti,
sum keyptur er úr
Kanada. Bara skrokk-
urin er komin úr
Kanada. Øll útgerðin
er sett í bátin í
Føroyum
ÚTRÓÐUR
Edvard Joensen
Miðvági: Glastrevjabáturin
Bøsdalafossur úr Miðvági
er komin úr Kanada, haðani
hann er keyptur brúktur.
Báturin er bíligari enn líkn-
andi bátar, sum fáast á
okkara leiðum. Báturin er
seks ára gamal. Væntandi
fara tveir mans at rógva út
við Bøsdalafossi.
Bøsdalafossur er 42 føtur
langur og fýra metrar breið-
ur.
Hann
hevur
stóra
maskinu. 220 hk, sum gera,
at hann undir vanligari sigl-
ing gongur 17 míl.
Tað er Sonfinnur Ellef-
sen, skipari í Miðvági, sum
hevur keypt bátin úr Kana-
da. Sonfinnur er skipari á
kanadiskum rækjuskipi og
kennir haðani hesar bátar-
nar, kanadiarar brúka til
útróður.
Hesir bátarnir av tí slag-
num, sum Bøsdalafossur er,
verða í Kanada vanliga
nýttir til at trola eftir rækj-
um við, eins og teir eisini
verða nógv nýttir til humm-
araveiðu við rúsum.
Teir eru væl innrættaðir
við
stórum,
rúmligum
dekki,
og
umstøðurnar
annars hjá manningini eru
góðar.
Bátarnir bera orð fyri at
roynast væl. Teir eru langir
og lágir, og liggja tí væl í
sjónum.
Bøsdalafossur
hevur
fingið sjey nýggjar snellur
ísettar í Miðvági. Tær eru
frá Oilwind. Fyribils verður
hann bara útgjørdur til
snellufiskiskap. Annars er
øll tann nautiska útgerðin
sett í bátin í Føroyum.
Nú
Bøsdalafossur
er
klárur til fiskiskap, stendur
hann eigaranum í knøppum
800.000,- krónum.
Bøsdalafossur kemur í
flotan
fyri
dekksbátin
Marnu, sum verður løgd.
Veiði- og fiskiloyvi verða
flutt yvir til Bøsdalafoss.
Keypt útróðrarbát
úr Kanada
Bøsdalafossur, sum er størri enn vanligu glastrevjabátarnir, føroyingar plaga at nýta, er keyptur úr Kanada. Træbáturin Marna,
sum sæst á myndini innan fyri Bøsdalafoss, verður tikin úr flotanum, og loyvini flutt yvir til nýggja bátin
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
17
16
Í Sosialinum 13. mars ver
Í
ður stórt inn-
legg um fiskivinnuna. Tað fer at snúgva
seg um okkara fiski-, ali- og sjóvinnu,
bæði á sjógvi og landi.
Umframt vanligu útbreiðsluna verður
Sosialurin hendan dagin eisini sendur
øllum reiðaríum og skipsmanningum
umframt at blaðið verður ókeypis at fáa
á Fiskivinnuráðstevnuni "Kappingarføri
og lønsemi hjá fiskivinnuni" sum Farec
á Hotel Fö
So útbreið
ður nógv
stø
Tí heita vit
á tykkum, sum selja/
umboða skipsútgerð og útgerð til
sjóvinnuna annars, um at lýsa í hesum
blaðnum, so hendan útgávan gerst
uppaftur meira áhugaverd.
Freistin fyri at fáa eina lýsing við er
mánadagin 4. mars.
Hetta er eitt gott høvi at kunna við-
skiftafó
ð, tit selja/
umboða og tær tænastur, tit veita innan
høvuðsvinnuna.
Tæ
ø
ða við,
eru v
ær til okkum
og fá
ærri upplýsingar.
Ringið til Sosialin 311820 og tosi við
Finnbjørg Nattestad
Marknaðardeildin
finnbjørg@sosialurin.fo