mikudagur 20. februar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 • mikudagur • 20. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Jógvan Martin Olsen
heldur ikki, at tað
hevði borið til at
fingið eina betri
leikskrá, enn hana,
sum í gjár kom fram
burtur úr ferðini til
Týsklands
EM UNDANKAPPING
Jóannes Hansen
Føroyska landsliðið hevur
fingið so góðar treytir at
avgreiða
komandi
EM
undankappingina
undir,
sum tað á nakran hátt ber
til. Hetta er niðurstøðan,
eftir at fundurin millum
FSF-umboðini og umboð-
ini fyri tey londini, sum
Føroyar eru í EM undan-
kappingarbólki saman við,
var liðugur á middegi í gjár.
Ísak
Mikladal,
aðal-
skrivari í FSF, var í Frank-
furt í gjár saman við Mort-
ani Poulsen. Aðalskrivarin
er sera væl nøgdur við tað,
sum FSF hevði fingið
burturúr:
– Eg havi sagt tað áður,
og tað varð enn eina ferð
staðfest. Flestu europeisku
fótbóltstjóðirnar kenna um-
støðurnar og karmarnar hjá
okkum. Tey vita, at hjá okk-
um ber tað bara til at spæla
á heimavølli frá mai og til
september. Einasta landið,
sum vit nú eru í bólki
saman við, og sum vit ikki
áður hava spælt ímóti, er
Týskaland. Í síðstu viku
tosaði eg við aðalskrivaran
í týska fótbóltssambandin-
um. At hann hevði skilt
okkara støðu, var sjón fyri
søgn á fundinum í dag,
segði ein sera væl nøgdur
Ísak Mikladal úr Frankfurt
á middegi í gjár.
Og tað er ikki so undar-
ligt, at Ísak Mikladal og
hinir, sum hava við før-
oyskan landsliðsfótbólt at
gera, eru væl nøgdir við
skránna. Í heyst eru tríggir
dystir á skránni. Føroyar
skulu 7. sept. spæla á
heimavølli ímóti Skotlandi.
Í oktober verður einasta
uttanlandsferðin við tveim-
um dystum. 12. okt. verður
spælt í Litava, og 16. okt.
verður stórdysturin á úti-
vølli ímóti Týsklandi.
Komandi ár verður bara
spælt í juni, august og sep-
tember. 7. juni skulu føroy-
ingar spæla á útivølli ímóti
Íslandi. 11. juni verður
heimadysturin ímóti Týsk-
landi. 20. august skal Ísland
vitja í Føroyum, 6. sept.
skulu Føroyar spæla í Skot-
landi, og síðsti dysturin
verður 10. september á
heimavølli ímóti Litava.
Jógvan Martin
tryggjar yvirgongdina
Jógvan Martin Olsen, sum
síðani 1996 hevur verið
hjálparvenjari hjá Allani
Simonsen, og sum hevði
ábyrgdina á Kypros fyrr í
hesum
mánaðinum,
er
eisini væl nøgdur. Jógvan
Martin er venjari hjá NSÍ.
Ísak Mikladal vónar, at tað
fer at bera til at fáa hjálpar-
venjaran at hjálpa nýggja
venjaranum, tá Skotland
kemur at vitja í september.
Jógvan Martin Olsen er
sum vera man eisini fegin
um lutakastið:
– Vit sleppa undan dyst-
um í mars og apríl. Tá vit
fara at spæla í heyst eiga
spælararnir at vera væl fyri,
og komandi ár verður bara
spælt í teimum mánaðun-
um, tá fótbólturin í Før-
oyum er upp á sítt hægsta.
At vit fýra dagar framman
undan
heimadystunum
ímóti Týsklandi og Litava
skulu spæla útidystir ímóti
ávikavist Íslandi og Skot-
landi hevur einki at siga.
Tað er bara ein tími at
flúgva, og umstøðurnar eru
kendar, staðfestir Jógvan
Martin Olsen.
FSF telvaði til UG
í Týsklandi
25 ára gamli maðurin
hevur tvey tey
seinastu árini verið í
feløgum, sum hava
spælt í bestu deildini í
Póllandi
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Í fyrradagin kom ein mál-
verji úr Póllandi og til
Toftir. Talan er ikki um tann
málverjan, sum tað fyri
einum fjúrtan døgum síðani
ljóðaði frá skuldi koma til
B68, men um ein annan
málverja.
Niclas Davidsen, for-
maður í B68, sigur, at
málverjin, sum teir í fyrstu
atløgu vóru í sambandi við,
gav avboð, tí hann hevði
fingið eitt gott tilboð frá
einum felag, sum er um-
boðað í bestu pólversku
deildini. Tá hesin málverjin
gav avboð, segði hann seg
vilja royna, at finna ein
annan málverja til B68. Tað
eydnaðist honum rættuliga
skjótt, og nú er hesin mað-
urin komin.
– Hann eitur Michal
Kokoszanek. Hann er ætt-
aður úr Poznam, og hann er
25 ára gamal. Í fjør spældi
hann í einum felag, sum
eitur Amica Wronki. Hetta
felagið er umboðað bæði í
bestu og næstbestu deildini.
Nýggi málverjin hjá okkum
var í 1. deildar hópinum.
Hann var viðhvørt á besta
liðnum, og tá hann ikki var
har, so spældi hann í næst-
bestu deildini. Í fyrraárið
vardi hann málið hjá einum
felag í bestu deildini, sum
eitur Lech Poznam, veit
B68 formaðurin at siga.
Kapping um plássið
Nýggi B68 málverjin, sum
er 188 cm høgur, hevur
spælt fleiri dystir á yngru
landsliðunum. Tí kundi
verið líkt til, at hann átti at
verið sjálvskrivaður á besta
liðnum hjá B68. Men hann
skal vísa nýggja venjaran-
um, Frank Skytte, hvør
dugur er í honum, áðrenn
hann fær fast pláss millum
stólparnar.
Veteranurin
Kjartan Nesá, sum burtur-
sæð frá onkum stuttum
tíðarbili hevur verið við,
síðani B68 í 1981 kom í
bestu deildina, hevur lagt
fulla orku í venjingarnar,
sum hava verið síðani mán-
aðarskiftið. Hann hevur
nógvar royndir og kennir
liðið og spælararnar út og
inn. So ein nýggjur og væl
yngri maður skal vísa, hvør
dugur er í honum, áðrenn
hann fær plássið millum
stólparnar. Saman við ein-
um øðrum gomlum B68
spælara, Ingolfi Petersen,
er Kjartan Nesá hjálpar
venjari hjá Frank Skytte.
B68 fer at spæla fyrsta
venjingardystin nú sunnu
dagin. Hann verður ímóti
Skála. Frank Skytte og
hansara menn skulu í venj-
ingarlegu á Svangaskarði
frá fríggjakvøldinum av, og
dysturin ímóti Skála verður
endin á venjingarleguni.
Tveir av spælarunum,
sum í fjør vóru fastir menn
á besta liðnum, eru skaddir.
Annar er Arnold Joensen.
Tað verður roknað við, at
hann verður tøkur aftur um
ikki so langa tíð. Hin er Jan
Petersen. Hann verður ikki
tøkur aftur tær fyrstu nógvu
vikurnar. Talan er um ein
skaða í hælinum. Jan skal
fyrsta dagin leggjast undir
skurð. Um alt gongur so
væl, sum tað kann, so fer
tað at bera til hjá Jan at fara
undir aftur venjingarnar
átta vikur eftir skurðvið-
gerðina. Tað vil við øðrum
orðum siga, at hann verður
ikki tøkur, tá fyrstu um-
førini í landskappingini
vera á skránni.
B68 hevur fingið málverja úr Póllandi
Jógvan Martin Olsen, virkandi landsliðsvenjari, er sera fegin
um lutakastið
19
18
Nr. 35 - 20. februar 2002
Bretland gjørdi
mánadagin innrás í
Spania, tá ein deild av
skotskum hermonn-
um fór á land á
sponsku suður-
strondin. Men inn-
rásin var eitt mistak
HERNAÐARVENJING
Árni Joensen
Teir 20 servandu skotsku
hermenninir úr Deild 45,
sum vanliga heldur til í
Aberdeen, lupu mánadagin
á land á suðursponsku
strondini
vápnaðir
við
maskinbyrsum og trimum
bumbuvarparum. Teir vóru
ikki meiri enn komnir nið-
an frá sjóvarmálanum, tá
teir varnaðust, at teir vóru
mitt í einum íbúðarøki.
Tað vísti seg, at teir vóru
komnir til býin La Linea,
sum er tætt við markið
millum Spania og Gibralt-
ar. Í mong ár var hetta
markið stongt og ógvuliga
væl vart, tí Spania krevur
framvegis at fáa Gibraltar,
sum onglendingar hersettu
í 1704.
Skotsku
hermenninir
vóru í ferð við at grava sær
skotgravir niðari á sand-
inum, tá nakrir løgreglu-
menn í La Linea komu at
fregnast eftir, hvat teir tók-
ust við. Tá løgreglumenn-
inir skiltu, hvussu vorðið
var, greiddu teir skotunum
frá, at teir høvdu mistikið
seg, tí Gibraltar var longur
suðuri.
Skotsku hermenninir, ið
sum vera man vóru illa við,
tóku vápnini og hina út-
gerðina og kvikaðu sær
burtur.
Bretska verjumálaráðið
hevur biðið borgarstjóran í
La Linea um umbering fyri
mistakið hjá hermonnun-
um, skrivar skotska blaðið
Daily Record.
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Minni
bygging
Virksemið
í
donsku
byggivinnuni minkaði
nógv seinasta ársfjórð-
ingin í fjør. Húsa- og
íbúðarbyggingin mink-
aði 12 prosent, sam-
stundis sum nýbygging
innan vinnulívið mink-
aði 18 prosent saman-
borið við seinasta árs-
fjórðingin í 2000.
Tann stóra minkingin í
húsa- og íbúðarbygg-
ingini kemur óvart á
bæði byggivinnuna og
myndugleikarnar,
tí
frammanundan var virk-
semið í hesum partinum
av
byggivinnuni
tað
minsta í tíggju ár.
Heims-
bankin
til Oslo
Leiðslan í Heimabank-
anum hevur gjørt av, at
ársfundurin hjá evro-
peisku deild bankans í ár
skal haldast í Oslo og
ikki í Stockholm sum
upprunaliga
ætlað.
Fundurin verður í døg-
unum frá 24. til 26. juni.
Norska uttanríkisráðið
verður vertur fyri fund-
inum, og norski menn-
ingarmálaráðharrin,
Hilda Frafjord Johnson,
verður ein av røðarun-
um.
Í fjør skuldi Evropa-
deildin hjá Heimsbank-
anum halda ársfund í
Barcelona, men fund-
urin varð avlýstur, tí
fyrireikararnir bóru ótta
fyri, at mótmælisfólk
fóru at skipa fyri ófriði.
Hví bankin nú hevur
valt at flyta fundin í ár úr
Stockholm til Oslo, vil
norska uttanríkisráðið
ikki siga nakað um, men
tað er ikki óhugsandi, at
leiðslan hevur ófriðin
undir toppfundinum hjá
ES í Gøteborg í fjør í
huga.
Í norska uttanríkisráð-
num siga tey, at mynd-
ugleikarnir fara at skipa
fyri teimum neyðugu
trygdartiltøkunum
í
sambandi við fundin í
summar.
Fasta
rentu
Norski Húsbankin mælir
nú húsaeigarum til at
taka lán við fastari rentu.
Samstundis egnir bankin
vð, at tað loysir seg at
taka lánið nú, tí tey, sum
bíða, fáa ikki somu lágu
rentuna. Húsbankin sig-
ur, at tey, sum taka lán í
gebruar, fáa rentuna 6,2
prosent. Bíða tey til
næsta mánað, skulu tey
rinda 6,4 prosent, og
bíða tey til apríl, verður
rentan 6,5 prosent.
Úr Norðurlondum:
Fongsuls-
reglur
kannast
Leiðslan í norsku løg-
regluni umhugsar í løt-
uni, um hon skal end-
urskoða reglurnar, sum
siga, hvussu hon skal
ansa eftir teimum, sum
verða sett í varðhaldið
beint eftir handtøku.
Upprunin til málið er
ein tilburður í varðhald-
inum á løgreglustøðini
í Hamar seinastu leyg-
arnátt. Har doyði ein 19
ára gamal maður, sum
l ø g r e g l u m e n n i n i r
høvdu lagt í ein kliva at
sova rúsin av sær.
Einstakir politikarar
hava tikið málið upp og
kravt, at løgreglan fær
greiðari reglur at ar-
beiða eftir í tílíkum før-
um. Sambært galdandi
reglum skal løgreglan
boðsenda lækna, um
hon heldur tað vera
neyðugt, men í orða-
skiftinum seinastu dag-
arnar er komið fram, at
tað kann vera trupult
hjá løgreglumonnunum
at meta um, nær teir
eiga at senda boð eftir
læknanum.
Mótmæla
ferðaætlan
Tað vakti stóran ans, tá
danska stjórnin herfyri
gjørdi av at lata bretska
tokfelagið Arriva fáa
rættindni til fleiri tok-
leiðir í Mið- og Vest-
urjútlandi.
Sambært
stjórnini var tilboðið
hjá bretska felagnum
betri enn tilboðið hjá
almenna danska tokfe-
lagnum DSB.
Arriva hevur lovað, at
fólk skulu fáa minst
líka gott ferðasamband
sum tað, DSB hevur,
men nú vísir tað seg, at
hetta lyftið fer neyvan
at halda. Arriva hevur
lagt eitt uppskot um
ferðaætlan, men fólk í
Mið- og Vesturjútlandi
eru alt annað enn nøgd.
Sagt verður, at ferð-
irnar verða væl færri
enn í dag, og harafturat
er ferðaætlanin sera
óheppin fyri tey, sum
koyra við toki til ar-
beiðis ella í skúla.
Eisini vinnulívið fýlist
á uppskotið.
Arriva hevur fleiri
tokleiðir í Bretlandi og
Hollandi, og í seinast-
uni er komið fram, at
felagið hevur sera trup-
ult við at halda sínar
ferðaætlanir. Nú bera
mong í Jútlandi ótta fyi,
at tað saa skal henda
har.
Amerikanski forsetin,
George W. Bush, kom
í gjár til Suðurkorea
eftir at hava verið í
Japan. Har lovaði
hann, at USA fer at
varðveita sína
hermegi í Asia
USA OG ASIA
Árni Joensen
Tað var í einari røðu í
japanska tjóðartinginum, at
George W. Bush, forseti
boðaði frá, at USA ætlar at
varðveita sína hermegi í
Asia. Hann gjørdi sam-
stundis greitt, at USA fer at
verja Suðurkorea ímóti
øllum ágangi, og at stjórn
hansara fer at fullføra ætl-
anina um eina rakettverju-
skipan.
Bush greiddi japansku
politikarunum frá, at hann
er til reiðar at nýta ameri-
kanska megi til at hjálpa
londum
sum Avstralia,
Thailandi og Filipsoyggj-
unum. Amerikanskir her-
menn komu herfyri til
Filipsoyggjarnar. Sambært
stjórnini
í
Washington
skulu hermenninir hjálpa
stjórnarherinum í bardag-
anum ímóti yvirgangs-
monnum, sum verða hildnir
at hava samband við fe-
lagsskapin al-Qaeda hjá
Osama bin Laden.
- USA eigur at vera í hes-
um partinum av heiminum.
Vit hava ongantíð verið so
sannførdir um hetta sum
nú, segði Bush í japanska
tjóðartinginum.
Hann segði seg ikki ivast
í, at Japan fer at koma burt-
ur úr teimum búskaparligu
trupulleikunum, sum land-
ið hevur at dragast við. Júst
búskapurin var eitt av
høvuðsevnunum í samráð-
ingunum millum Bush og
japanska forsætisráðharran,
Junichito Koizumi.
Í gjár kom Bush til suð-
urkoreanska høvuðsstaðin
Seoul. Har høvdu myndug-
leikarnir skipað fyri sera
umfatandi trygdartiltøkum,
tí nógvir suðurkoreanar
hava mótmælt, at Bush
herfyri tengdi grannalandið
Norðurkorea at Iran og
Irak.
Úr Suðurkorea fer Bush
til Kina, sum er seinasta
landið, hann vitjar á Asia-
ferðini.
George W. Bush, forseti á røðarapallinum í japanska tjóðartinginum
Mynd: Reuters
USA verður verandi í Asia
Skotsk innrás í Spania
C
M
Y
K
18