fríggjadagur 17. desember 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. desember 2010 · Nr. 173
30
Sosialurin
Kunningar- og samskiftisfólkið er knýtt at Setursskrivstovuni,
sum er miðfyrisitingin á Fróðskaparsetrinum. Í løtuni eru 13
starvsfólk beinleiðis knýtt at Setursskrivstovuni.
Fremsta uppgávan hjá kunningar- og samskiftisfólkinum er
at samskipa og menna heimasíðuna hjá Setrinum. Aðrar
týðandi uppgávur eru at gera kunningartilfar, samskipa
starvsfólkatiltøk umframt arbeiða við vanligum kunningar-
og fyrisitingarmálum.
Høvuðsuppgávur:
• hava ritstjórnaliga ábyrgd av heimasíðuni
• samskipa arbeiðið við støðugt at dagføra innihald og snið
• gera mannagongdir sum góðskutryggja og menna
heimasíðuna
• samskipa kunningar- og lýsingarherferðir
• samskipa innanhýsis kunning og samskifti
• lýsa innanhýsis heimasíðupolitikk, reglur og
mannagongdir saman við heimasíðubólkinum
• læra starvsfólk at brúka heimasíðuskipanina
• gera brúkaravegleiðingar til heimasíðuna
• umsita brúkarar á heimasíðuni
Førleikakrøv:
Tú skalt hava bachelor- ella kandidatútbúgving ella samsvar-
andi útbúgving frá lærdum háskúla. Harumframt skalt tú
hava hollar royndir og vitan frá samskiftis- ella kunningar-
arbeiði.
Vit ímynda okkum, at tú:
• sum persónur er ágrýtin, miðvísur og hevur evni og hegni
til at arbeiða sjálvstøðugt
• dugir væl at samstarva í toymi, er ábyrgdarfullur og
álítandi
• dugir væl at skriva og skrivar rætt, serliga á føroyskum,
men eisini á enskum
• er framkomin teldubrúkari
• hevur góðan kunnleika til ymisk tekstviðgerðarforrit
• skal læra at brúka ritstjórnarliga partin av typo3-skipanini
(í minsta lagi svarandi til skeiðið “Redaktør udvidet”,
leinki: linkfactory.dk)
Tað er ein fyrimunur, um tú:
• skilir hvussu html virkar
• hevur gott skil fyri PR-arbeiði
• dugir at brúka forrit til at gera lýsingar, eitt nú í PhotoShop,
Illustrator
• hevur gott innlit í og áhuga fyri universitetsheiminum
Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast til:
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovuna
J.C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
FO-110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. januar
2011. Starvið verður sett 15. februar 2011 ella skjótast til ber.
Fleiri upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á
heimasíðuni www.setur.fo.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rúnu
Hjelm, fyrisitingarstjóra á runah@setur.fo ella á telefon
292504 ella Jóan Paula Joensen, rektara á jopajo@setur.fo
ella á telefon 292503.
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 · Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Kunningar- og samskiftisfólk
til Fróðskaparsetur Føroya
Søkt verður eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og miðvísum
kunningar- og samskiftisfólki til Fróðskaparsetur Føroya.
Fróðskaparsetur Føroya hevur sum høvuðsuppgávu at inna gransking og veita frálæru á hægsta altjóða stigi. Hesar deildir og skúlar, ið øll bjóða út
hægri útbúgvingar, hoyra undir Fróðskaparsetrið: Føroyamálsdeildin, Náttúruvísindadeildin, Søgu- og samfelagsdeildin, harundir Granskingardepilin
fyri Samfelagsmenning, Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin. Arbeitt verður framvegis við bygnaðarbroytingum. Samlaða nettoútreiðslujáttanin
fyri 2010 er 68 mió. kr. Umleið 100 starvsfólk arbeiða á Fróðskaparsetri Føroya. Tað eru umleið 540 fulltíðar lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.
søkir fólk