Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 1

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 173 · 17. desember 2010 6 VIKUSKIFTI Prædikumenninir hóttu við helvitis ævinliga eldi, um tú ikki trúði ávísum tingum, skrivar tú eisini. Hvussu tá? Tá ein vaksin sigur við eitt barn, at tann, sum ikki trýr onkrum ávísum, skal brenna í helviti í allar ævir, so kennist tað sum ein verulig hóttan. Tí børn trúgva tí, sum vaksin siga. Eg fat aði boð skapin heilt bókstaviliga sum »trúgv ella brenn«. Myndin av eldslog­ anum í helviti gjørdist heilt verulig í huganum. Tað var líka veruligt, sum vissi tann vaksni hevði sagt: Tað er eldur í hús­ inum – far út! Men einum brennandi húsi kanst tú renna út úr. At sleppa und an helviti var ikki so lætt. Lykilin til at sleppa undan helviti var at trúgva nøkr um, sum var yvirnáttúrligt. Sum – ið hvussu er reint logiskt – ikki bar til. Sum mann ikki kann trúgva uttan so, at mann setir sítt egna vit og skil til viks. Tað var ikki minst hetta, sum ør­ kyml aði meg illa. Trúði tú so ikki tí »yvirnáttúrliga«? Eg spurdi meg sjálvan, um eg trúði bíbil søgunum. Trúði eg veruliga, at øll heimsins djórasløg vóru í ørkini hjá Nóa? Trúði eg, at Jesus gekk á vatn­ inum? At hann reis upp frá deyðum? Trúði eg, at Jónas var inni í hvalinum í tríggjar dagar? Nei. Eg trúði ikki uppá jólamannin, og eg trúði heldur ikki hes­ um søgunum. Tær bóru jú ikki til. Trúði eg at Jesus var deyður fyri mínar syndir? Eg visti ikki. Eg skilti tað ikki. Men samstundis fekk eg at vita, at eg skuldi hava eina ræðuliga revsing í allar ævir, um eg ikki trúði hesum. Tú skrivar eisini, at ræðslan fyri tí æviga eldsloganum, grátinum og tanna gríslinum, sum tú kundi enda í, ør kyml aði teg illa. Hvussu ørkymlaði tað teg? Eg royndi – sjálvsagt – at tvinga meg til at trúgva tí, sum mann skuldi trúgva, fyri at sleppa undan helviti. Men so ivað ist eg í, um hetta ikki bara enn betur vísti, at eg ikki trúði tí. Tá tú ROYNIR at trúgva onkrum, er orsøkin so ikki, at tú IKKI trýr tí? Leiðararnir hugsaðu neyvan, at tosið um fortapilsið var ein hóttan, men eg upplivdi tað sum eina hóttan. Og tað sum ørkymlaði var, at hetta var ein hóttan, sum tað var trupult at sleppa undan. Eg visti ongantíð, um eg var á veg til himmals ella til helvitis. Men ivin um hvørt eg trúði ella ikki gjørdi, at eg óttaðist tað ringasta. Tað gjørdi tað ikki betur, at alt hevði skund. Eg hevði ikki góða tíð fyri tað, um eg var ein drongur, tí tað var als ikki vist, at alt hetta bleiv avgjørt, tá eg doyði. Tað varð á Zarepta eisini tosað um »burturrykking«. Also at øll tey »frelstu« brádliga ein dag skuldu verða rykt burtur úr heiminum og upp til Gud. Eingin visti nær. Vit vistu bert, at Jesus – »sum tjóvur á nátt« – skuldi koma eftir teimum, sum trúðu. Hvussu hoyra tit um »burturrykking«? Á tveimum legum las leiðarin á mín­ um liði fyri okkum bókina »Aðru ferð« hjá Victor Danielsen. Hon lýsir lívið í eini føroyskari bygd eftir »burtur rykk­ ingina«. Tey frelstu eru tikin burtur, og eftir ganga tey, sum ikki hava trúð, desperat og bíða eftir fortapilsinum. Í hvønn mun broytist tín gudsmynd av hesum? Myndin av Gudi bleiv púra skeiklað. Tað var tað ringasta við øllum hesum. Eg hevði havt eina hugmynd av Gudi sum ein fittan, gamlan abba, sum var góður við børn og tryggur at vera hjá. Gud var tann góði og illimaður tann óndi. Men á Zarepta broyttist myndin av Gudi. Nú var Gud brádliga ein óndur maður, sum sendi lítlar dreingir til helvitis at brenna, um teir ikki trúðu tí, sum stendur í Bíbliuni... Gud var í veruleikanum nógv verri enn Illimaður. Tað var Gud – ikki Illi­ maður! – sum straffaði tey, sum ikki trúðu. Illimaður brendi bara tey, sum Gud vildi hava skuldu brennast. Hvør er tín hugsan um átrúnað í dag? Í bókini skrivi eg nógv positivt um kristin dóm. Tí hann hevur verið og er vissuliga ein góð kraft. Hann gevur summ um menniskjum eina óskiljandi, indi viduella styrki. Tað kenni eg sjálvur til. Kristindómur hevur eisini havt stóran týdning fyri menning av tí kollektiva moralinum í mongum londum. Og teir mongu kristnu hjálparfelagsskapirnir tala eisini sítt greiða mál. Men hyggja vit at heimssøguni, so sæst, at fólk hava givið kristindóminum 1000 ymisk andlit. Og tað slepst ikki undan, at summi hava veri ljót. Sera nógvur óndskapur er framdur í kristin­ dómsins navni. Og tað hendir enn. Øll fana tisma kann blinda fólk – eisini krist ilig fanatisma. Amerikanski vísindamaðurin Steven Weinberg er ofta endurgivin fyri at siga, at »With or without religion, good people can behave well and bad people can do evil; but for good people to do evil – that takes religion.« Hyggja vit okkum í kring mugu vit ásanna, at ein ávísur sannleiki er í hes­ um. Men tað øvuta er eisini rætt: Reli­ gión kann broyta ónd fólk, og fáa tey at gera tað, sum er gott! Eftir mínum tykki eru vit farin av leið, tá vit hótta við helviti fyri at fáa fólk at gerast kristin. Tær ymisku politisku útgávurnar av kristindóminum haldi eg eisini lítið um. Og so er fanatisma altíð hættislig. Seinastu árini er ateisman við millum øðrum Richard Dawkins og Sam Harris blivin sjónligari í almenna kjakinum í vesturheiminum. Hvør er tín hugsan um teirra boðskap? Sum sagt: Fanatisma er hættislig – og anti­kristilig fanatisma er minst líka hættislig sum kristilig fanatisma. Eg havi lisið metsølubókina »The God Delusion« hjá Richard Dawkins. Hann hevur nógv góð argument, men eg taki als ikki undir við tí »totala« kritikk­ inum av religión, sum hann er tals­ maður fyri. Eg haldi eisini, at sekulariseringin fór alt ov langt, tá evropeiski dómstólurin í Strasbourg í fjør bannaði skúlum í Italia at hava crucifix á vegginum. Vandin er, at vit flyta okkum yvir í virðisloysi. Nihilismu. Sum onkur hevur sagt: Tá cruci fixini í Italia eru burturi, er bara tann tómi veggurin eftir... Menniskjum – ið hvussu er nógvum menn iskjum – tørvar átrúnað til at skipa tilveruna. Hvør er vandin við religión? Vandin kemur, tá vit lata eina religión taka fult ræði á okkum, og púra blint fylgja einum skrivaðum teksti. Tí tá siga vit samstundis frá okkum møguleikan at hugsa sjálv og opið at sannkenna nýggj ting. Tá ein religiøs fatan verður fullkomin – tá tann síðsti naglin verður settur í ta lidna, andaliga húsið ­ letur religiónin seg aftur um seg sjálva. Tá ert tú antin innanfyri ella uttanfyri. Tá verða ikki fleiri spurningar settir. Tá er eingin dialogur longur. Tá má veruleikin víkja fyri religiónini. Tá er ikki longur pláss fyri viti og skili og menniskjaligum kenslum. Og tá er tað, at religiónin kann gerast skaðilig. Hetta er ikki bara galdandi fyri reli giónir, men eisini fyri politiskar ideologiir. Tí taki eg eisini í bókini greiða frástøðu frá víðgongdari natio­ na lismu. Tann besta gøtan liggur millum virðisloysi øðrumegin og fanatismu hinu megin. Tað eru tey, sum seta spurn ingar – og sum altíð lata nýggj svar leiða til nýggjar spurningar – ið flyta verðina fram. Tey, sum halda seg hava funnið absolutt og endalig svar uppá alt, eru uppsteðgað. Og tað er líka mikið, um svarini eru politisk, filosofisk ella religiøs. Tað verður ofta tutlað í krókunum, men tú hoyrir sjáldan alment um átrúnaðar­ liga kúging av børnum. Hví? Eg veit ikki um »kúging« er tað rætta orðið, men tað skerst ikki burtur, at ein ávísur ágangur viðhvørt hevur verið. Og tað hevur kanska verið eitt tabu. Eg havi tosað við fleiri, sum hava kent tað sum eg – og síðani bókin kom út hava eisini nøkur skrivað til mín og sagt, at tey kenna seg aftur í míni lýsing. Og tað hevur ikki bara verið á Za­ repta. Ein maður hevur t.d. greitt mær frá, at hann bleiv hjartkiptur tá hann í barnagarðinum fekk at vita, at Gud ein dag skuldi lata eld regna av himli. Og ein kona hevur fortalt mær, at dóttirin bleiv óttafull tá ein lærari í skúlanum hevði sagt henni um helvitis logar. Hvussu koma vit hesum trupulleika til lívs? Eg haldi tað verða gott um hetta verður tikið fram, soleiðis at tey, sum hava ábyrgd ina av børnum, verða tilvitað um, at tey mugu fara varliga fram, tá tey tosa um slíkt. Tað er mítt einasta enda mál við at tosa um hetta. Sum tað fyrsta mugu vit sum vaksin ásanna, at vit ikki skilja hvat »ævig glatan« er fyri nakað. Vit mugu ikki fyri gykla børn unum, at vit vita tað. Vit mugu hava í huga, at nøkur børn eru meira við brekin enn onnur. Og vit mugu ansa eftir ikki at ræða tey við nøkr um, sum vit ikki ein gang skilja sjálv. Er tað tín fatan, at ein broyting hevur verið, síðani tú vart barn? Eg haldi, at fólk á hesum øki eru nógv meira pedagogiskt tilvitað í dag, enn tá eg var drongur. Eisini innan sam kom­ ur nar. Eg havi t.d. síðani bókin kom út tosað við leiðandi fólk úr Brøðra­ sam komuni, sum ikki á nakran hátt hava tik ið mær tað illa upp, sum eg havi skrivað, men tvørturímóti hava ásannað, at hetta hevur verið ein trupulleiki, sum arbeitt verður við. Tað er at fegnast um, tí tað er bara við at viðurkenna mistøk, at vit kunnu rætta mistøk. Børn eru opin, viðbrekin, følin og góðvarin. Tað eiga vit at hava í huga. Altíð og allastaðni. mynD: Jens Kristian Vang