fríggjadagur 17. desember 2010síða 1
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 173 · 17. desember 2010
7
VIKUSKIFTI
Í skrivi, sum leiðslan á Zarepta hevur
sent Sosialinum, og sum verður prentað
niðanfyri, verður víst á týdningin, sum
legurnar hava havt fyri føroysk børn.
Leguarbeiðið, sum Zarepta stendur
fyri, byrjaði í 1965 við Áir. Í 1967 varð
hús bygt í Vatnsoyrum, og hevur ar
beiðið hildið fram har síðan tá – undir
karmum, sum eru nógv broyttir.
Leiðslan á Zarepta viður
kennir eisini, at har
menn iksju eru uppií, er
eisini ófullkomileiki,
og mistøk verða
gjørd – tað er eisini
galdandi fyri Zarepta.
– Vit eru signað av at hava nógvar
skilagóðar leiðarar, sum gera eitt stórt
og gott, sjálvboðið arbeiði, men hóast
hetta er tað eisini onkuntíð komið fyri,
at leiðarar ikki hava borið seg vísiliga og
rætt at, tá ið teir hava tosað við børnini.
Vit harmast um slíkan óvísan og óbúnan
framferðarhátt, ið summi hava verið útsett
fyri á legunum. Hetta er nakað, ið vit
taka í álvara og sum vit støðugt viðgera
og rætta, sigur leiðslan á Zarepta.
– Samstundis er eisini greitt, at hóast
boðskapurin um frelsu við trúgv
á Kristus verður kunngjørdur við
kærleika og vísdómi, so hendir tað
tó, at fólk fáa ástoyt av honum.
Ásannandi hetta, leggja vit okkum støðugt
eftir at upplýsa og læra leiðararnar um,
hvussu teir eiga at fara at mótvegis
børnunum, ið verða send á legurnar.
– Hetta inniber ikki, at vit hava broytt
boðskapin, men at vit leggja okkum
eftir at bera hann fram á ein slíkan
hátt, at hann er so nær kærleiksfulla
andanum í Bíbliuni, sum gjørligt, skriva
John í Skemmuni, Jens Bech og John
Færø vegna leiðsluna á Zarepta.
Harmast óvísa framferð
– Vit eru signað aV at haVa nógvar skilagóðar leiðarar, men hóast hetta
er tað eisini onkuntíð komið fyri, at leiðarar ikki haVa borið seg vísiliga
og rætt at, tá ið teir haVa tosað Við børnini, sigur leiðslan í Zarepta
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
Leguarbeiðið, sum Zarepta stendur fyri, byrjaði í 1965 við Áir. Í 1967
varð hús bygt í Vatnsoyrum, og hevur arbeiðið hildið fram har síðan
tá – undir karmum, sum eru nógv broyttir.
Mong minnast hesar legur við gleði, tá tey komu til trúgv á Jesus og
á nógvar góðar upplivingar saman við børnum ymsastaðni úr landinum,
og eru tey takksom fyri, at hetta arbeiði kann halda fram.
Tey seinastu mongu árini er gjørt eitt miðvíst arbeiði at skipa og
betra um legurnar. Longu tíðliga vóru vegleiðingar gjørdar til leiðararnar
á legunum. Síðan fyrst í 90-unum eru hesar vegleiðingar støðugt
útbygdar og nýggjar eisini gjørdar. Hesar verða gjøgnumgingnar við
leiðarunum við hvørja einstaka legubyrjan.
Høvuðsendamálið við legunum er,
sum lýst í einari av vegleiðingunum:
• At vinna børn og ung fyri Kristus.
• At styrkja børn og ung í trúnni á Kristus.
• At fremja gott samanhald millum allar luttakarar á leguni.
• Spæl og likamsvenjing.
• At leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur:
vera ásettum reglum lýðin.
fremja siðiliga atferð.
virða náttúru-, mentannar- og tjóðskaparvirði.
Tað er eingin loyna, at leguarbeiðið frá byrjan hevur bygt á meginreglur
Bíbliunnar, og er ynski okkara framhaldandi at læra børnini og tey ungu
Orð Guds.
Vit trúgva, at Jesus Kristus er Sonur Guds, og at ein himmal er og
eitt fortapilsi. Vit trúgva, at Jesus Kristus doyði fyri menniskjuna, so
at hon ikki skuldi fortapast, men fáa ævigt lív. Hetta æviga lívið gerst
okkara, tá ið vit trúgva á Jesus Kristus.
Í ljósinum av hesum veruleikum hava vit legur í Zarepta, og neyvan
er nakar ivi um, at øll foreldur, ið senda síni børn á hesar legur, kenna
endamálið við teimum.
Eitt av endamálunum við arbeiðinum í Zarepta er eisini at læra
børnini og tey ungu alt tað, ið gott er – í náttúru og samskifti manna
millum.
Eitt brot í einari vegleiðing viðger hetta:
Tað er umráðandi, at alt sum vit tosa við børnini er gott og gagnligt.
Hitt góða elvir til góðar hugsanir og ein sunnan hugsunnarhátt, sum
síðan ávirkar orð og gerðir tess. – Legg teg tí eftir at læra leguluttakaran
»alt sum sámiligt er, … alt sum reint er, … alt sum væl verður talað um,
eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður« (Fil. 4:8).
Men vituligt er, at har sum menniskju eru uppií, er eisini ófullkomileiki,
og mistøk verða gjørd. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri Zarepta.
Vit eru signað av at hava nógvar skilagóðar leiðarar, sum gera eitt
stórt og gott, sjálvboðið arbeiði, men hóast hetta er tað eisini onkuntíð
komið fyri, at leiðarar ikki hava borið seg vísiliga og rætt at, tá ið
teir hava tosað við børnini. Vit harmast um slíkan óvísan og óbúnan
framferðarhátt, ið summi hava verið útsett fyri á legunum. Hetta er
nakað, ið vit taka í álvara og sum vit støðugt viðgera og rætta.
Samstundis er eisini greitt, at hóast boðskapurin um frelsu við trúgv
á Kristus verður kunngjørdur við kærleika og vísdómi, so hendir tað tó,
at fólk fáa ástoyt av honum.
Ásannandi hetta, leggja vit okkum støðugt eftir at upplýsa og læra
leiðararnar um, hvussu teir eiga at fara at mótvegis børnunum, ið verða
send á legurnar. – Hetta inniber ikki, at vit hava broytt boðskapin, men
at vit leggja okkum eftir at bera hann fram á ein slíkan hátt, at hann er
so nær kærleiksfulla andanum í Bíbliuni, sum gjørligt.
Brot úr áðurnevndu vegleiðing viðgera hesi viðurskifti:
Øll, sum arbeiða í Zarepta, eiga at virða tey mørk, sum er ein manna-
rættur hjá øllum menniskjum, við ikki at gera seg inn á nakran, hvørki
likamliga ella sálarliga.
Farið varisliga við viðkvomu barnasálunum, sum tykkum eru litnar í
hendur. – Kensluliga eru børn løtt at ávirka og at ræða.
Verið umhugsin, hvussu tit tosa við barnið um frelsuna. Tað er
umráðandi, at tit á ein einfaldan hátt greiða frá øllum tí grundleggjandi
frelsuni viðvíkjandi, soleiðis, at barnið sjálvt skilur, at tí tørvar at verða
frelst.
Latið okkum minnast til, at uppgáva okkara er at sáa Orð Guds og
at vatna. Síðan er tað uppgáva Harrans at lata Orð Sítt bera ávøkst
(1.Kor. 3:6).
Eftir boði Harrans Jesusar og í ljósinum av tí signing, ið legurnar í
Zarepta hava verið fyri mong í landi okkara, er tað sannføring okkara,
at vit eiga at halda fram við at boða evangeliið fyri børnunum og
teimum ungu.
Vegna leiðsluna í Zarepta,
John í Skemmuni,
Jens Bech og John Færø
LEGurnAr í ZArEptA