Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 1

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 173 · 17. desember 2010 11 VIKUSKIFTI samrøða Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Einferð var tað ein drongur, sum saman við vinmonnum sínum hevði gjørt bólkin Snarljós. Tíggju ára gaml ir spældu teir í B36-húsinum í Gundadali í Havn. Trý løg vóru á skrán ni. »I Just Called To Say I Love You« hjá Stevie Wonder, »Winds of Change« hjá Scorpions og »Á Gud, tað er hart at spæla fótbólt« hjá Black Birds. Teir, sum mannaðu Snarljós vóru Hall ur Johannesen, Halgir Arge, Bjarni Skaal- um, Bárður Olsen og Dánjal. Sum við so mongum øðrum ævin- týr um byrjaði tað í smáum. Men tað gingu ikki nógv ár, so var B36-húsið og Snar ljós skift út við bólkin Hanky Stuff og tónleikakapping í Danmark. – Vit spældu til DM í Rock og komu í 1/8-partsfinalurnar. Tá vit spældu brendi anleggið saman og soleiðis ruku vit úr kappingini. Vit fingu at vita, at vit kundu koma aftur og spæla seinni, men kapp ingin koyrdi víðari og vit vóru úti, greið ir Dánjal á Neystabø frá, sum tá var 16 ára gamal. Søgusigarin Í dag er Dánjal 31 ára gamal. Síðani hann og vinmenninir í Hanky Stuff – og ikki Hunky Staff, sum fyrireikararnir av DM í Rock av misgávum kallaðu teir – hevur tónleikurin hálað Dánjal kring knøtttin. Tónleikurin hevur giv ið honum upplivingar og leitt hann gjøg- num mong ævintýr. Hetta fortaldi Dánjal mær eftir eina konsert í í Keypmannahavn í nov em- ber. Tað var í samband við eitt mentan- ar til tak, at Dánjal á Neystabø spældi á Hovedbiblioteket inni í býnum. Mill um sangirnar fortaldi hann eina rúgvu og hevði fleiri viðmerkingar til pallborðsfundin, sum hevði verið áðr- enn konsertina. Dánjal hevði nógv upp á hjarta, tað var eyðsæð. Tí fór eg til hann eftir konsertina og spurdi, hví vit ikki høvdu hoyrt meira um hann sum per són í almenna rúminum. Frágreiðingin var rímiliga lang og torgreið. Stutta svarið var, at Dán jal metti, at hann dugir ov illa at markn- að ar føra seg sjálvan. Helst er tað nakað um tað. Hinvegin dugir hann sum fáur at siga søgur, og søgan um ævintýrini hjá Dánjali byrjar her. FBI handtók Dánjal Dánjal var á tónleikaskúla í Seattle í USA í átta mánaðir, eftir at hann meiri ella minni varð tveittur úr 10. flok ki. Har fekk Dánjal eyguni upp fyri jazz- tón leiki num, sum síðani hevur fylgt honum. Tað var eisini í Seattle, at Dánjal rendi seg inn í løgregluna, sum hevði ill gruna um, at 16 ára gamli Dánjal á Neysta bø, var ein rúsevnissmuglari úr Sveits. Tað ljóðar ótrú ligt, men sambært Dánjali sjálvum, er søg an sonn. Hann var í klørnum hjá FBI, sum hevði hann undir illgruna fyri smugla rúsevni. »De amerikanske slipsemænd var stålsatte og overbeviste om, at de havde fundet deres mand. Men til sidst lykkedes det Dánjal at føre doku- men ta tion for sandheden. At han var i Seattle for at spille jazz«, skrivaði danska blaðið Politiken, sum hevði gjørt samrøðu við Dánjal á Neystabø, áðr enn eina konsert í marsmánaði í fjør. Johnny Boy byrjaði Ævintýraferðina Síðani kom Tangz-tíðin. Rókur Jákupsson Jacobsen, Hallur Johannesen, Rói Christiansen, Halgir Arge og Dánjal mannaðu væl umtókta bólkin, hvørs hæddarpunkt var triðja plássið í Prix Føroyum í 2001. - Vit høvdu nógv nøvn. Funny Boys og Happy Friends kallaðu vit okkum onkun tíð, men vit broyttu navn alt eftir hvat høvi var. Til onkra kvøldsetu á Stundentaskúlanum itu vit Kv-ølsetan og til ein føðingardag, brúktu vit navnið Hap-ib-birthday, fortelur Dánj- al, meðan hann flennir eftir fleiri øðr- um meiri og minni kreativum nøvnum. Síðani kom Tangz-tíðin. Rókur Jákups son Jacobsen, Hallur Johannesen, Rói Christiansen, Halgir Arge og Dán- jal mannaðu væl umtókta bólkin, hvørs hædd ar punkt var triðja plássið á Prix Før oy um í 2001. Eitt lag, fólk minnast Tangz fyri, er countrysangurin »Johnny Boy«. Nak- að, sum fólk flest ikki vita av, at tann sang urin – óbeinleiðis – var byrjanin til Ævintýraferðina. - Í øllum førum var tað fyrsti sang- urin, Búi og eg skrivaðu saman, fortelur Dán jal á Neystabø. Sostatt byrjaði ævin týrið um Ævintýraferðina við tvei m um ungum havnarmonnum, sum gjør di eitt countrylag til bólkin Tangz, sum annars mest spældi progressivan rock tón leik. Spældur á russiska MTV Eftir lokið studentsprógv flutti Dánjal til Göteborg í Svørríki, har hann byrjaði á tónlistaskúla. Har var hann í eitt ár, áðr enn hann flutti til Malmö og byrjaði á konservatoriinum har. Steðgurin í Malmö gjørdist tó heldur ikki langur, og Dánjal gjørdist skiftisnæmingur í Gron ingen í Hollandi. - Tað var eitt feitt stað. Eg hevði ein fastan klaverlærara, restin vóru gesta- lær arar, sum komu beinleiðis úr jazz- um hvørvinum í New York, undir vís tu okkum í eina viku og fóru so av stað aftur. Tað var øgiliga spennandi, men mín ar ambitiónir lógu ikki júst har, greið ir Dánjal á Neystabø frá. Hann spældi kortini eina rúgvu av tónleiki hetta tíðarskeiðið. Millum ann að saman við nøkrum fólkum, sum mann aðu ein poppbólk. - Bólkurin var ikki tað stóra í Hollandi. Men av onkrari orsøk vóru tey ógvuliga væl umtókt í Russlandi, og tey spældu løg hjá okkum á MTV har, fortelur Dánjal á Neystabø, sum fór við hesum bólkinum til Russlands at spæla. Í Murmansk í Russlandi ikki bara undir helt Dánjal við tónleikinum, hann byr jaði eisini at undirvísa. - Eg var 24 ára gamal, fekk mat, eitt stað at sova og eitt sindur av dag- pengum. Næmingarnir, sum vóru 20 ár og lítið yngri enn eg, vóru sera ar- beiðs samir og vandu 16 tímar dagliga. Tey spældu klassiskt og vóru ótrúliga dugnalig. Nógv betri enn eg. Tey dugdu bara ikki at spæla jazz, men tað kundi eg læra tey, samstundis sum eg lærdi eina rúgvu av teimum. Hetta var ein spenn an di tíð, greiðir Dánjal á Neysta- bø hugtikin frá. Einaferð – eisini meðan Dánjal var í Russ landi – skuldi hann spæla konsert við einum hollendskum bólki. Ikki tí, hann kom til Russlands við, men einum øðr um. Tá tey komu til hotellið, har tey skuldu spæla, rendi Dánjal seg í ein tru- pul leika. - Eg hevði sagt, at eg spældi klaver og bað um, at eitt tílíkt skuldi standa Ævintýrini hjá Dánjali Tónleikurin hevur leitt Dánjal á neysTabø gjøgnum nógv ævintýr kring heimin og givið honum eitt óTal av upplivingum. Frá at vera í klørnum hjá Fbi í usa, til at vera partur av hollendskum poppbólki, sum varð spældur á russiska mTV og at liva sum landastrok í HollanDi saman við Fýra bulgarum, ið hann steikti eina roTTu saman við