Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 1

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 173 · 17. desember 2010 12 VIKUSKIFTI klárt at spæla á. Tá vit so koma til staðið, er tað eitt keyboard og ikki eitt klaver, sum stendur har. Fyrireikararnir orsaka manga ferðir, biðja meg koma við í ein bil og koyra so til ein klaverhandil, har eg bara skal peika á tað klaverið, eg ynski at spæla á, tí so vilja teir keypa tað. Eg slapp ikki undan, men tað vóru fólk uttan serliga nógvar pengar, so eg royn di at finna tað bíligasta, sum tey høvdu, fortelur Dánjal á Neystabø. Lívið sum landastrok Russiska ævintýrið vardi tveir mánaðir. Dán jal vendi aftur til Groningen og Hol lands. - Eg gjørdi meg lidnan við lesnaðin og flutti so saman við fýra bulgarum í eini harraleys hús, greiðir Dánjal frá. Í Hollandi er tað soleiðis, at standa eisini hús tóm, so kann ein og hvør flyta inn í tey. Tað var júst tað, Dánjal og teir fýra gypsitónleikararnir gjørdu. - Vit høvdu einki. Tá vit gjørdu mat var tað í so stórum mongdum, at vit ótu tað sama í eina viku. Har var heldur eing in hiti og vit høvdu kuldastig inni í húsi num. Eg minnist, at eg svav í jakka, ull int ari troyggju og húgvu, greiðir Dán jal frá. Húsið sjálvt var heldur einki tespi- ligt. Fult við rottum millum annað. - Einaferð fangaðu vit eina rottu inni í ovinum. Og so tendraðu vit bara ovn in og grillaðu rottuna har inni, for- tel ur Dánjal meðan hann flennur. Tað vísti seg nevniliga ikki at vera so snilt, tí langt aftan á stinkaði tað av brendari rottu. - Vit kunnu heldur ikki gera mat í ovninum, tí alt, sum kom út aftur, smakkaði av rottu, sigur Dánjal, sum annars bara vandi – allan dagin, frá morg ni til myrkurs – saman við teimum fýra bulgarunum. Sambært Dánjali var talan um nakrar einastandandi góðar tó n leikarar, sum hann lærdi nógv av. Ein dagin, meðan Dánjal búði og livdi soleiðis, kom unnustan, Hansina, á vitjan úr Keypmannahavn. - Hon varð skelkað og kundi ikki búgva har saman við okkum. Vit máttu fin na okkum eitt hotell. Og tað er be- stemt ikki tí, at hon er snobbutt, ger Dánjal greitt. Konsert fyri 3500 fólkum Eftir at hava verið í læru hjá bulgarunum í eitt hálvt ár, sum Dánjal tekur til, valdi hann at fara aftur til Malmö og gera seg lidn an á konservatoriinum. 1. januar í 2007 var Dánjal liðugur og er í dag út- búgv in Master of Education in Music. Síðani hevur Dánjal á Neystabø giv- ið út fløguna »The Palace«, sum fekk sera góð ummæli, bæði í Føroyum og uttan lands. Hann hevur eisini verið á fleiri konsertferðum í Týsklandi við bólki sínum. - Eg minnist fyrstu konsertferðina í Týsklandi. Til eina konsert komu trý fólk. Tað var tað. Men vit spældu sjálv- andi, tey komu upp á pallin og tað var stutt ligt, greiðir Dánjal frá, sum nú spæl ir undir heldur øðrvísi umstøðum. Herfyri var hann í München við bólki sínum og spældi fyri 3500 fólk um. Konsertin sjálv var í einum sirkus bygn- ingi og sambært Dánjali, var back stage- høli teirra fjósið, sum fílarnir plag du at brúka. - Eg fekk næstan kensluna av at vera ein poppstjørna við so nógvum fólkum í salinum. Tað er eisini stuttligt at vita, at nú koma fólk til konsertir okkara. Men tað gera tey ikki av tilvild. Vit hava arbeitt nógv fyri tí og hava havt fleiri konsertferðir í Týsklandi, sigur Dán jal á Neystabø. Stóra konsertin í München var part- ur av eini konsertferð í Týsklandi og Eystur ríki, sum fevndi um tvær vikur og tíggju konsertir. Konsertferðin varð gjørd í samband við, at »The Palace« kom út í Týsklandi í ár. Og í sambandi við útgávuna á týska marknaðinum, sum er remastrað í mun til uppruna fløgu na, bleiv Dánjal við »The Palace« inn still aður til eina Danish Music Awards virðirsløn fyri besta danska World Album, sum hann tó ikki vann. Nýggja fløgu um eitt ár Tað eru tvey ár síðani, at »The Palace« kom á føroyska marknaðin. Ein fløga, sum í stuttum snúi seg um synd, satan, sam felagið og kærleika. Í ár hevur Dánjal fingið tríggjar mán aðar s tarvsløn frá Mentanargrunni Land sins. Løn, sum skal brúkast til at skapa nýggj løg, sum kann leiða okk- um – og Dánjal – á nýggj ævintýr. Tí arbeiðir hann nú við eini nýggjari fløgu. Men løgini koma ikki av sær sjálv um. Tað krevur arbeiði. - Og tað krevur eisini, at eg taki meg sjálv an seriøst. At eg royni at skapa mær ein gerandisdag, har eg eisini má siga nei til ávís ting, tí eg eri til arbeiðis. Hetta sjálvt um eg kanska eri heima ella siti á eini café og lesi. Onkran morg un kann tað eisini vera trupult at koyra genturnar í vøggustovu, um tær ikki hava hug og eg annars eri heima, tí eg skal lesa ella spæla. Tá skal eg duga at siga við meg sjálvan, at tað er mítt Fakta Dánjal á Neystabø er føddur 6. juni 1979. Hann er sonur Helenu Dam á Neystabø og Kristjan á Neystabø, og hevur systrarnar Katrin og Ása. Býr í dag Amager í Keypmannahavn saman við unnustuni Hansina, sum hann hevur døttrarnar Gylta og Poula saman við. Er útbúgvin Master of Education in Music frá konservatoriinum í Malmö í Svøríki. Arbeiðir í løtuni við at gera nýggj løg til næstu fløguna, sum ætlandi kemur út um eitt ár. Hevur konsert á Tjóðpalli Føroya 2. jólakvøld saman við Gypsi Train og Yggdrasil, og skal á konsertferð í Týsklandi við bólki sínum í vár. MYND: Rólant Waag Dam