fríggjadagur 17. desember 2010síða 1
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 173 · 17. desember 2010
13
VIKUSKIFTI
SoSIalurIn hevur hITT TeIr
báðar FólKaTIngSlImIrnar
Høgna Hoydal og Edmund
JoEnsEn á ChrISTIanSborg
TIl KjaK um loySIng og
Samband í ljóSInum
av FíggjarKreppunI.
edmund joensen:
Kjak, kegl, var enn eina ferð
her fyri um málbrúkið í Kring
varp inum.
Skulu tey, sum lesa tíðindini,
sleppa at tosa sítt egna mál, sum
er føroyskt, tosa sítt bygdarmál?
Hvalbiarmál er líka føroyskt sum
Havnarmál ella Klaksvíksmál.
Ella skulu øll lesa og spyrja á
ríkismálinum, sum jú er danskt?
Tvætl. Óneyðugt kegl. Allir
føroyingar skilja øll føroysk mál
brigdi. Tey, sum siga seg ikki gera
tað, gera seg upp. Her krevjast
ongar broytingar. Lat vera sum
er.
Ein dialekt varð tó ongantíð
nevnd, sportsdialektin, ítróttar
málið.
Tað málbrigdið er vert at
steðga á við eina løtu, taka eitt
timeout. Allir føroyingar skilja,
sum júst nú staðfest, øll føroysk
málbrigdi. Allir føroyingar skilja
danskt.
Men eg ivist í, at allir føroy
ingar skilja ítróttarmálið.
Tá til dømis eitt lið er flúgv
andi, er ikki endiliga talan um
eitt flogbóltslið. Ella eitt lið, sum
er á veg av landinum í flogfari.
Eitt fótbóltslið til dømis kann
vera flúgvandi. Éisini telvarar
flúgva, tá væl stendur til og
rætt er flutt, og luftin tikin úr
mótleikaranum.
Fáa teir einki at eta, neyðars
menn, spurdi ein gomul kona.
Hon hevði nakrar ferðir hoyrt í
radiolurtinum, at fótbólts spæl
arar vóru svangir, tá teir skuldu í
eldin í enn einum oddabraki.
Nógvir útlendingar eru í før
oyskum handbólti. Tí eru nøkur
lið farin at spæla indianarabólt
Og so allir hasir bóltarnir.
Adidas vann kappingina um
bóltin til seinastu heims meistara
kapping í fótbólti, tí eingin annar
kláraði at gera ein rundan bólt,
sum ikki var til rundbólt. Hinir
bóltarnir vóru antin ov langir, ov
høgir ella diagonalir.
Tey, sum vita alt grundleggj
andi, sum vert er at vita um
fótbólt, og tað er ikki so lítið,
vita sjálvandi, at tann, sum
vinnur ein dyst, fær trý stig fyri
tað á kontuna, eitur tað vist.
Men viðhvørt verður tosað um
seksstiga, ella seksstigs dystir,
fyri ikki at svíkja ítróttar
forvirringin um eintal og fleirtal.
Lítil, ja, eingin munur er á
eintali og fleirtali á ítróttar
málin um.
EB/Streymur eitur ikki
so, men EB/Streymar, tí EB/
Streymsverjan eitur EB/Streyma
verjan, EB/Streymsliðið er EB/
Streymaliðið, teir eru jú 11 í
senn.
Kyndilsmenn eru Kyndla
menn og Kyndilskvinnur er
Kyndla kvinnur.
Víkingsálopið er Víkinga
álopið ella bara Gíálopið, tá heilt
væl stendur til.
Eingin hugsar um mál, tá mál
er skorað.
Men sportsdialektin hevur
sjálvandi sama rætt sum øll
onnur málbrigdi á málstrikuni.
Tí føroyskt er við at gerast
eitt rættiliga monotont mál. Tí
er harðliga brúk fyri øllum, sum
kann peppa málið upp, meðan
bendingar hvørva, og eintal er
fleirtal og øvugt, sum best ber til
eftir behag.
Yvirskipaða málið hjá før
oyska málinum er vónandi at
hava málið livandi. Og málið er
livandi, tí hvør hevur sítt mál.
Tað ræður ikki um á hvørjum
bygdarmáli tíðindini eru, men
um tíðindini eru verd at lurta
eftir. Og tað er eitt heilt annað og
nógv størri mál, sum ikki hevur
so stóran áhuga sum oy fyri ei.
Kanska er setursføroyskt bara
eitt málbrigdi, ein dialekt, eitt
bygdarmál.
Lollipop er ein sleikisneis. Ein
spritubiti er ikki ein sleikisneis,
ikki soleiðis at skilja, men pinna
matur.
Og tá stjórnarskipanin kemur
um hálva aðru øld ella so, verður
hon í trimum útgávum, minst:
Vit, fólkið í Føroyum....
Okur, fólkið í Føroyum....
Vitttttt, fólkið í Føroyum....
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Hvat er main?
Hon, ið roykir, meðan hon er við
barn, kann gera barni sínum main.
Tubbaksráðið
Pedellurin fingið sáttmála?
NSÍ leingir við lyklaleikarar
Sportal.fo
Hvør?
Endaspurturin vann dystin
Dimma
Skera tað út í papp
Einki skil á Dimmalætting
Norðlýsið
Norðurkoreansku
rakettirnar røkka langt
Suðurkoreanskur trolari
sokkin á suðurpóli
Dimma
Hvørjum skal eg siga takk..
... at intim rakikremið Below Your
Belt til mannin og kvinnuna,
sum Hans Fróði hevur skapt..
Vikublaðið
Spennandi kvinnumóti í vetur
Klæðir í neðra og hár og
make-up í erva!
Vikublaðið
Ssshh – varisliga!
Mótmæla harðliga flyting
av Vinnuháskúlanum
portal.fo
Ungir tjóvar?
Tóku slikkipinnar og ein pengakassa
Vágaportalurin
Bara hann ikki er tómur...
Avtala gjørd um Fulla leitibrunnin
vestan fyri Hetland
portal.fo
ranga
í
strúpan
Sprokforvirringir
Søgulig søga!
Tað var ikki smávegis søga, sum sosialurin kundi
bjóða lesarum sínum í ítróttinum mánadagin.
Í grein um hondbóltsdystin millum Kyndil og
h71 skrivar blaðið, at “Erlendur Patursson vardi
málið hjá Kyndli”. nú er altso okkurt hent, sum
vit á vikuskiftisredaktiónini ikki hava fingið við.
Legendariski politikarin, sum fór fyri nógvum
árum síðani, í málinum hjá Kyndli. sosialurin
heldur seg enn tá vita, at Erlendur stóð seg
væl í málinum: “hann varð serliga eyðsýndur,
tí hann vardi fyri fleiri brotskøstum”. ja, okkum
nýtist kanska ikki at siga, at málmaðurin,
talan er um, eitur Erlendur johannesen ...
Í suðurkorea duga øll at halda jól – ja, sjálvt postmenninir! Í hesum døgum síggja postmenn í
seoul soleiðis út, tá ið teir strúka avstað á skutarum við postinum. upplagt, at keðiligi postbúnin í
desember verður útskiftur við jólamansklæði. hvør vil ikki hava rútkonvoluttar frá jólamanninum?
Hugskot til Posta
Flúgvandi máling
her ræður um at ansa sær. Flúgvandi, flótandi máling
kann verða vandamikil – í øllum førum, um mann
sendur undir henni. Men hinvegin onkur hevði sikkurt
trongt til at fingið nakrar litir á sína persónligheit.