fríggjadagur 17. desember 2010síða 1
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 173 · 17. desember 2010
19
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
LeikhúsjóL í havn
seinastu tíðina hava tey spælt leikin Millum skins
Og hold í sjónleikarhúsinum í havn. hetta eru
árligu Leikhúsjólini, tey kalla. Leikurin heldur fram
komandi dagarnar og verður sýndur hvørt kvøld
fram til 22. desember.
LEIKhúSjóL
sjónleikarhúsið í havn
17/12- 22/12 kl. 18
jóL á rás2
rás2 er í rættiligum jólahýri í hesum
døgum. Umframt vanligu sendingarnar,
sum eru nakað merktar av jólum, er eisini
serlig jólasending seinnapartar hvønn
gerandisdag. Og rás2 sendir eisini alt
komandi vikuskiftið. sent verður bæði
leygardagin og sunnudagin, og tá ber til
at hoyra góðan jólatónleik, vinna góðar
vinningar og hoyra prát við fólk.
jóL á RáS2
Leygardagin 18/12 kl. 14-20
sunnudagin 19/12 kl. 14-20
hannis aftUr í brennidepLinUM
færøernes Mellem- og realskole er ein vakran dagin í mai 1935 á útferð í Lamba fyri at
síggja og hoyra um útgrevsturin eftir norsku Løvu, sum fór á land nýggjársaftan 1707. á
útferðini hvørvir ein fjúrtan ára gamal drongur, og 75 ár seinni biður beiggi drongin hannis
Martinsson um at hjálpa sær við at fáa greiðu á málinum. hóast hannis ikki hevur nógv
álit á, at tað skal lukkast at finna fram til nakað so nógv ár seinni, tekur hann av. brátt er
hann fløktur inn í eina røð av ósvaraðum spurningum og deyða. nýggj krimisøga um hannis
Martinsson.
jógvan ISaKSEn
norska Løva
Læra at MáLa graffiti
fríggjadagin og leygardagin skipar Live art fyri tiltøkum í havn. talan er um ein sonevndan
graff tour í føroyum. úr danmark koma rasmus balstrøm og alexander Witting, sum skulu
undirvísa og mála. úr føroyum eru tað teitur kass abrahamsen, elsa helena Magnussen og
erik reidarsson klein, ið vera tey, sum vísa eitt listarligt graffiti verk. í hesum sambandi skipa
vit fyri einari graffiti verkstovu í tórshavn.
gRaFFITI vERKSTova
tórshavn
fríggjadagin 17/12 og leygardagin 18/12
Tey stóru
bresta
saman
Seinnu árini hava Manchester United
og Chelsea verið í hørðum stríði í
toppinum í enskum fótbólti, og bæði
liðini eru framvegis millum
tey fremstu. Nú bresta
tey saman til stórdyst í
London. Chelsea, sum
hevur snávað fleiri ferðir
seinastu vikurnar, skal
nú vísa, at felagið, sum
er enskur meistari í
løtuni, kann endurvinna
meistaraheitið í hesum
kappingarárinum.
Chelsea-
ManChester United
Premier League
Sunnudagin 19/12 kl.
16.00
Ein av bestu umtóktu føroysku
poppbólkunum í løtuni kunnu upplivast í
havn um vikuskiftið. Páll Finnur Páll spæla
bæði til tiltak í ítróttarhøllini á hálsi, og
teir hava eisnii framførslu á dansistaðnum
Rex í havn. Páll Finnur Páll hava seinasta
árið verið ein av populerastu live-bólkum í
Føroyum, og nú verður aftur møguleiki at
hoyra teir spæla í Føroyum.
PáLL FiNNUr PáLL
høllin á hálsi & Rex
Leygarkvøldið 18/12
PáLL FInnuR PáLL
úR aT gERa