Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-17, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. desember 2010síða 1

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 173 · 17. desember 2010 18 VIKUSKIFTI tIl arbeIðIs Á Gaddavegi 15 á Nesi búgva Pia og Snorri Jensen. Pia er dagrøktarmamma og ansar í løtuni fýra børnum, sum eru í aldrinum 1-3 ára gomul. Snorri, sum er útbúgvin elektrikari og maskinistur, siglir við standby skipi sum elektrikari. Hann er umborð í fýra vikur í senn – og síðan er hann heima í fýra vikur. Snorri hevur siglt at kalla øll árini, síðan tey komu saman fyri 21 árum síðan. Pia vaks upp á Toftum, og sum so nógvar aðrar ungar gentur úti á bygd, har fiskavirkið var, arbeiddi hon sum blaðung eitt skifti í fiski. Hetta kom henni eisini til góðar, tá hon og maðurin fluttu niður til Esbjerg at búgva árini 1993-1998. Tey fyrstu tvey árini í Danmark arbeiddi hon sum pedagoghjálpari og seinnu árini á einum saltfiskavirki í danska fiskivinnubýnum. Meðan tey búðu í Danmark, tók Snorri eisini sína útbúgving sum maskinistur. Heima í Føroyum hevði hann frammanundan tikið útbúgving sum elektrikari. Í 1998 fluttu Pia og Snorri so heimaftur til Føroya at búgva. Dagtrøktarmamma - Seinastu níggju árini havi eg arbeitt sum dagrøktarmamma undir kommunalu skipanini í Nes kommunu, og eg stórtrívist í hesum arbeiði. Í løtuni ansi eg fýra børnum, harav tvey eru eitt ára gomul, eitt er tvey ár – og hitt fjórða er trý ár. Hetta er stundum ógvuliga strævið, men tað gongur fínt, og mær dámar hetta serstakliga væl. Pia heldur, at eitt tað besta við at ansa børnum er, at hetta er eitt so gevandi arbeiði, sum hon tekur til. - Ja, hetta er eftir mínum tykki ógvuliga gevandi. Tú gevur børnunum nakað, og tey geva tær í minsta lagi tvífalt aftur. Pia og Snorri eiga sjálvi fýra børn, fýra gentur, sum eru ávikavist 7, 9, 15 og 17 ára gamlar. - Eg haldi, at tað er so ómetaliga áhugavert at arbeiða við børnum. Tey eru so ymisk, eingin er líka. Børnini eru sum vit vaksnu, har hvør á ymiskan hátt er nakað serstakt. Hon sigur, at sjálvandi kunnu børnini onkuntíð klandrast illa, men hetta er jú ein partur av tí heila – og ein liður í menningini. - Einaferð um vikuna eru vit í Spælistovuni saman við aðrari ella øðrum dagrøktarmannum, sum eisini hava síni børn við. Tá er stuttligt at síggja, hvussu væl ”truppurin” heldur saman. Tá klandrast ”míni” børn ikki sínámillum, men standa saman, um onnur klandrast við tey. Soleiðis forsvara hesi smáu børnini hvørt annað mótvegis hinum børnunum, sum eisini koma í Spælistovuna. Hetta er ordiliga stuttligt at síggja – og tað er so fitt, sigur Pia brosandi. Vanliga eru eini 9-10 børn í Spælistovuni í senn. Hon heldur, at hugskotið við Spælistovuni er gott, og hetta er eisini ein góður avvekslingur hjá børnum og dagrøktarmammum í dagliga arbeiðnum við børnum. Sterkur vilji Pia er 37 ára gomul, og hon dylur ikki fyrr, at hon í løtuni er eitt sindur errin av sær sjálvari. - Eg havi í nógv ár vigað alt ov nógv. Tað er júst eitt ár síðan, at mamma mín doyði, bert 56 ára gomul. Hon var sjúk. Mamma segði ofta við meg, at nú mátti eg taka meg saman. Hon eggjaði mær til at minka um vektina. Vit vóru sum eitt – ja, næstan sum systrar. Tað var ógvuliga ringt at missa mammu. Hon sigur, at mamman næstan dagliga bað hana koma við sær inn í Bónus á Glyvrum at keypa okkurt grønmeti, og sjálv keypti hon ofta víndrúur. - Tankin um sunnari matvanar búnaðist í mær, men tað tók sína tíð, áðrenn eg veruliga tók meg saman. Eg visti, at eg át ikki sunt, og eg motioneraði slett ikki. Mamma segði mangan, at eg skuldi ansa betri eftir, fara út og ganga ella renna. Men eg gjørdi einki av hesum. Men so hendi tað! - Í føðingardegnum hjá einum av børnum mínum, hin 21. apríl í ár, setti eg mær fyri, at eg onga kaku skuldi eta. Nú skuldi tað verða. Tað ljóðar ótrúligt, tá Pia sigur frá, og sært tú hesa vøkru kvinnu í dag, trýrt tú næstan ikki tínum egnu eygum. - Eg havi staðið uppskrivað til gastric bypass í eini tvey ár, men eri ikki sloppin framat. Mammu míni dámdi ikki hendan tankan, men ynskti, at eg heldur gjørdi nakað við tað sjálv. Og tað gjørdi eg, men ikki meðan hon enn var á lívi. Hevði hon sæð meg í dag, hevði hon ivaleyst verið errin saman við mær, sigur Pia aftur brosandi. Við egnari hjálp og ongari serstakari kostráðgeving vigar Pia í dag heili 42 kilo minni, enn hon gjørdi í vár. - Eg havi broytt kostvanar, eri meiri bevíst um tað, eg eti, og eg gangi ella renni sjey kilometrar um dagin. Hetta hevur verið mín ”heilivágur”, og eg stórtrívist við hesum. Alt er nógv lættari, og eg orki alt nógv betri. Dagurin er vorðin eitt vælsignilsi, sigur Pia. Hon leggur aftrat, at sjálvandi ”snýtir” hon onkuntíð og etur okkurt gott, men ikki á sama hátt sum áður. - Fyrr át eg og legði meg á sofuna. Haldi, at eg saktans kundi etið eitt heilt blikk av karamellum, um so var. Lívið gekk í stóran mun út upp á, hvat etast skuldi, og í nógvum førum át eg ósunt og fitandi. Nú eti eg fyri tað mesta sunt og motioneri dagliga. Hetta hevur verið mín uppskrift, og hetta hevur riggað – uttan skurðviðgerð og klókar kostvegleiðingar, sigur Pia Jensen. lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen Dagrøktarmamma sum gjørdist 42 kilo lættari - Tað er ógvuliga gevandi aT arbeiða við børnum. Tú gevur Teimum nakað, og Tey geva Tær í minsTa lagi tvífalt afTur. sTundum klandrast Tey illa, men heTTa er jú ein parTur av Tí heila – og ein liður í menningini, sigur Pia Jensen, sum seinasTu níggJu árini hevur verið dagrøktarmamma Fakta Navn: Pia Jensen Starv: Dagrøktarmamma Besta við starvinum: At geva – og fáa tvífalt Ringasta við starvinum: Strævið viðhvørt Starvstíð: 9 ár Starvsfólk: Arbeiði við hús Staður: Gaddavegur 15, Nes Leiðari: Katrin Poulsen Pia Jensen sigur, at fyrr kundi hon eta eitt heilt karamellublikk, um so var. Nú er hon bevíst um kost og motión – og vigar heili 42 kilo minni, enn hon gjørdi í vár