mánadagur 20. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. desember · Nr. 174
10
Sosialurin
Varðin, Framherji og
Samherji vilja leiga
Vilmund Jacobsen
Anfinn Olsen, reiðari hjá
Fram herja, váttar, at tað eru
somu partar, sum fyrr í heyst
sam ráddust um at yvirtaka
parta brøvini í Faroe Seafood,
sum nú eru í samráðingum
við búgvið eftir felagið um
at leiga seks ísfiskatrolarar
og nøkur virkir, sum eru í
trota búnum.
- Men vit vita, hvussu tað
gekst seinast, og tí tori eg
ein ki at siga, fyrr enn alt er
liðugt.
Reiðarin vísir á, at tá talan
er um eitt trotabúgv, sum
Faroe Seafood og Faroe Fish
II eru, er hetta ikki sum at
sam ráðast undir vanligum
handils ligum umstøðum.
- Tað eru so nógv áhuga-
mál í einum slíkum búgvi, og
tí tori eg einki at siga ella at
trúg va, fyrr enn endaligur
sátt máli er undirskrivaður,
og øll viðurskifti eru greið,
sig ur hann.
Einki er liðugt
Anfinn Olsen heldur seg tí
orðini um, at einki er liðugt,
fyrr enn alt er liðugt.
- Men vit hava nú í eina
tíð arbeitt við hesi ætlan,
sum vit vóna røkkur á mál.
Spurdur, um talan verð-
ur um leigu av skipum og
nøkrum virkjum við for-
keyps rætti, sigur reiðarin, at
tað dugir hann í løtuni slett
ikki at meta um.
- Vit eru umleið somu
part ar, sum fyrr í heyst vóru
áhugaðir í at keypa parta-
brøv ini í Faroe Seafood. Nú
mu gu vit so síggja, hvussu
langt vit náa í hesum sam-
ráð ingum
um
leigu
av
skip unum í Faroe Fish II
og nøkrum virkjum, sigur
Anfinn Olsen, reiðari.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
L a n d i n g a r m i ð s t ø ð i n
Kongshavn fer at landa fýra
ísfiskatrolarar í morgin.
Skipini eru partrolararnir,
Jaspis
og
Ametyst
og
Polarhav og Stjørnan.
Sum
skilst,
hevur
upsaveiðan hjá skipunum
ikki verið lakari hendan
túrin, enn hon annars hevur
verið í seinastuni.
Greitt
er
ikki,
hvat
skipini hava, tá tey koma
inn at landa í morgin, men
fríggjakvøldið høvdu Jaspis
ogh Ametyst umeið 600
kassar – og í gjár høvdu
Polarhav og Stjørnan umleið
250 kør tilsamans.
Sosialurin fer at venda
aftur til landingartølini, tá
skipini hava lagt veiðin upp.
vilmund@sosialurin.fo
LEIGUSÁTTMÁLI - Tað eru so nógv áhugamál í einum
slíkum búgvi, og tí tori eg einki at siga ella at trúgva, fyrr
enn endaligur sáttmáli er undirskrivaður, og øll viðurskifti
eru greið, sigur Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja
Fýra trolarar landa í morgin
FISKIVINNA Hóast fleiri av skipunum, sum plagdu at landa í Saltangará, liggja í
løtuni, verður tó fitt av virksemi á landingarmiðstøðini Kongshavn í morgin
Partrolararnir, Jaspis og Ametyst, sum eru í
felag num Faroe Fish I, landa í Saltangará í
morgin. Tað gera Polarhav og Stjørnan eisini
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit eru umleið somu partar, sum fyrr í heyst vóru
áhugaðir í at keypa partabrøvini í Faroe Seafood, sigur
Anfinn Olsen, reiðari, sum váttar, at teir eru ”aktørurin”,
ið er umrøddur sum leigari av skipum og virkjum
Nú er greitt, at ”aktørurin”, sum nevndur hevur verið í sambandi við leigu av skipum og virkjum hjá
Faroe Seafood, eru somu feløg, sum vóru áhugaði í at keypa partabrøvini í Faroe Seafood
Mynd: Vilmund Jacobsen
... vit vita, hvussu tað
gekst seinast, og tí tori
eg einki at siga, fyrr enn
alt er liðugt...
ANFINN OLSEN