mánadagur 20. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. desember 2010 · Nr. 174
10
Sosialurin
Jólablaðið
Snorri Brend
Danmark: Tann sum hevur gingið
eftir eini danskari handilsgøtu, skal
leita leingi eftir skeltum, ið boða frá
jólaútsølu.
Í fjør og fyrraári vóru fleiri slík
skelti at síggja, tí handlar høvdu
fullar goymslur og vóru illa fyri.
Nýtslan hjá fólki var so avmarkað,
at okkurt mátti gerast.
– Men í ár er munandi øðrvísi,
sigur Jens Birkeholm, stjóri í Dansk
Detail við danska blaðið Børsen.
Teirra greining vísir, at færri
hava jólaútsølu í ár. Og hjá teimum
sum hava slíkar útsølur, er meiri
talan um ein handilsliga avgerð,
heldur enn eina tvungna avgerð.
8,2 milliardir
Jólasølan í 2008 varð merkt av ein
um brádligum falli í nýtsluni.
Hetta førdi við sær, at fleiri
handlar stóðu við fullum goymslum
sum skuldu og máttu seljast skjót
ast tilber. Lættasti mátin at bøta
um hetta var at hava eina útsølu
undan jólum.
Kreppan fekk tí danir at hyggja
eftir handlum við teimum gulu
útsøluskeltunum.
– Á heysti 2008 lógu handlarnir
inni við stórum goymslum, tí eftir
spurningurin var minkaður. Tá sóu
vit á fyrsta sinni, at handlarnir
fluttu januarútsøluna fram til
undan jólum, vísir Jens Birkeholm
á.
Sama gongdin var í fjør, men her
var meiri talan um ein handilsliga
avgerð, í mun til 2008, tá handlarnir
ikki høvdu annað í at velja.
– Tað sama ger seg galdandi í ár,
hóast færri handlar gera tað. Tað
eru tó framvegis tey sum meta,
at tað er rætt fyri teirra konsept,
og royna at fáa pening í kassan á
henda hátt, sigur Dansk Detail.
Dansk Erhverv væntar í ár
ein jólahandil svarandi til 8,2 mia
krónur, í mun til 8 mia í fjør og 7,9
mia í 2008.
Enn vantar nakað í at røkka støð
ið frá 2006, sum var 9 mia krónur.
Óneyðugt við
útsølu á jólum
HANDIL Undanfarin ár hava danskir handlar havt útsølu áðrenn jól, fyri líkasum at fáa gongd í
jólasøluna. Í ár hevur hetta ikki verið neyðugt, tí danir eru aftur farnir at brúka pening.
Mær dámar serliga væl henda
jólasálmin. Sjálvt um boðskapurin
er tann sami, sum í nógvum øðr
um jólasangum og størri tón
leikaverkum, so er hann nærverandi
og skilligur, tí hann er føroyskur,
sigur Barbara á Tjaldrafløtti í
Havn.
Eg havi altíð hildið, eisini sum
barn, at sálmurin var meira við
komandi enn aðrir jólasangir. Sum
dømi kann nevnast, tá sungið
verður, at stormurin ýlir í gjáum,
so ímyndaði eg mær fjøllini og
gjáirnar á Borðoynni, sum eg sá
hvønn einasta dag.
Seinni í sálminum verður sungið
um Betlehem, har sólin upp rann
og at hon at Føroya smáttum vegin
fann. Aftur her verður sálmurin
nær verandi, tí tað snýr seg um
Føroyar.
Hinvegin kann man eisini siga,
at sálmurin er úttrykk fyri, at
Føroyar eru partur av alheiminum.
Betlehem er fjart, sjálvt um tað
er ein týðandi og kendur staður.
Men tá yrkjarin soleiðis beinleiðis
fær knýtt Betlehem og Føroyar
saman, so gevur tað meining uppá
ein annan og meiri gerandisligan
máta.
Tað gerandisliga sæst eisini
aftur í setninginum : “Jesus fer í
smáttuna inn, blíð orð hann við
gomul talar”. Her er ikki so øgiliga
nógv “glamour”, sjálvt um sálmurin
varðveitir tað tignaðarliga ella há
tíðarliga.
– So kann eg eisini leggja afturat,
at tá eg bleiv gift í Christianskirkjuni
millum jól og nýggjár fyri fleiri
árum síðan, høvdu vit valt at syngja
henda sálmin. Tað ger eisini, at
hann hevur serligan týdning, sigur
Barbara á Tjaldrafløtti.
Hetta er mín jólasangur
Barbara á Tjaldrafløtti: Nú ringja kirkjuklokkur so hátt
Nú ringja kirkjuklokkur so hátt
við himmalskum gleðiljóði:
Tað stundar móti jólanátt,
tá Jesus varð føddur hin góði.
2. Nú boðast friður víða um lond,
nú verður hin sjúki grøddur,
nú losna hørðu syndabond,
tí Jesus í nátt varð føddur.
3. Tó myrkur fyllir dalar og skørð,
og stormurin ýlir í gjáum,
so fjakkar Jesus enn á jørð
við sínum jólagávum.
4. Ei brim við strond, ei ísur í skor
kann Jesusi forða vegin;
hann stígur inn for fátæks mans borð,
har lítil er jólagleðin.
5. Ja, Jesus fer í smáttuna inn,
blíð orð hann við gomul talar,
hann klappar bleiku barnakinn,
av himni tá gleðin dalar.
6. Um sorgin veg til hjarta títt fann,
vár Jesus teg aldri gloymir,
og jólaboðið grøða kann
ta sótt, tú í barmi goymir.
7. Vit ung og gomul halda nú jól,
vár Jesus vil øllum hýsa,
hann er hin bjarta lívsins sól,
um allar ævir skal lýsa.
8. Í Betlehem tann sólin upp rann,
um heimin hon út mundi leita,
at Føroya smáttum veg hon fann,
tí tøkk vit tær, Jesus, veita.
9. Øll ung og gomul, samlist nú brátt
og lýðið á gleðiljóðið:
Tað var um halgu jólanátt,
at Jesus varð føddur hin góði.
Símun av Skarði.
Nú ringja kirkjuklokkur so hátt
MEINING
– Tá yrkjarin beinleiðis fær knýtt
Betlehem og Føroyar saman, so
gevur tað meining uppá ein annan
og meiri gerandisligan máta,
sigur Barbara á Tjaldrafløtti
Føroyingar keypa
sum ongatíð áður
– Kreppan sæst ikki aftur í tí
sum fólk brúka á jólum, vísir
ein kanning sum Kringvarpið
gjørdi í farnu viku.
Útvarpsmaðurin, Høgni Mohr
var týsdagin farin ein túr við
mikrofonini í SMS í Havn, her
hann hitti bæði handilsfólk
og tey keypandi.
Í innslagnum varð víst á, at
fleiri av handlunum hava selt
nærum eins nógv og í fjør.
Onkur teirra enntá meiri, enn
um somu tíð í fjør.
Fólk flest vóru eisini ójøvn
á máli, um tey brúka meiri
pening til jólagávur í ár, í
mun til undanfarin ár.
Samanumtikið kundi ein
staðfesta, at føroyingar
framvegis hava pening um
hendi. Og framvegis keypa
nógvar gávur undan jólum.
KEYPA
Hóast kreppu og arbeiðsloysi, siga handilsfólkini, at sølan í ár er á góðari leið her á landi
(Tilvildarlig mynd: Jens Kristian Vang )