Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. desember 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 20. desember · Nr. 174 Sosialurin Vilmund Jacobsen Fríggjadagin, tá Skifti rætt­ ar fundur var um samtakið Faroe Seafood, kom fram, at ein leigusáttmáli lá klár ur til und ir skrivingar mill um ein “ak tør” í føroysku fiski vinnu­ ni og trotabúgvið eftir Faroe Sea food. Sáttmálin snýr seg um, at aktørurin vil leiga teir seks ísfiskatrolararnar í dóttirfelagnum Faroe Fish II, eins og aktørurin ei si­ ni ynskir at leiga nøkur av fiska virkj unum í trota bún­ um. Nakrar treytir Eyðfinnur Jacobsen, bú stjóri, sigur, at partarnir í prin sippi­ num eru samdir um leigu­ sátt mál an, sum kortini ikki er vorðin virkin enn. ­ Enn eru nakrar treytir, sum skulu uppfyllast, og eitt nú skulu ávís viðurskifti í sátt málanum góðkennast av Fiskimálaráðnum. Flestu veð havarar aftanfyri trota­ búgv ini hava eisini givið sítt við mæli, men enn vantar onk ur góðkenning. Bústjórin sigur, at teir hava undirskrivað leigu av­ talu na vegna trotabúgvini. ­ Men vit hava treytað okk um, at nøkur viðurskifti koma upp á pláss, og tað er ikki óvanligt, at ein enda­ lig avtala verður broytt samsvarandi hesum. Eyðfinnur Jacobsen held­ ur, at tað gongur framá at koma undir land við eini av­ talu, sum kann bera á mál. Skip og virkir Tey seks skipini, sum eru í Faroe Fish II, eru Stelkur, Bak ur, Heykur, Falkur, Rókur og Lerkur. Hetta felag er farið á húsagang, og tað eru hesi skip ini, sum nevndi aktørur vil leiga saman við nøkrum virkj um. Eyðfinnur Jacobsen vil fram veg is ikki siga, hvør ak­ tør ur in er, og bústjórin vil held ur ikki siga, hvussu nógv fiska virkir talan er um, sum aktør ur in hevur áhuga í at leiga. ­ Men talan er um nøkur virk ir, sigur bústjórin. Vilmund Jacobsen Tað er ikki vist, at so stórur part ur av Faroe Seafood endi­ liga fer um eina tvingsilssølu, tá samanum kemur. Eyðfinnur Jacobsen, ein av bústjórunum, sigur, at finn ast keyparar til ognirnar fyri ein prís, sum búgvið og veð havarar kunnu góðtaka, verða hesar seldar í fríari sølu og noyðast soleiðis ikki um eina tvingsilssølu. ­ Okkara uppgáva er at av vikla búgvini og realisera ognir nar, sigur bústjórin. Fríggjadagin kom fram, at ítøki ligt uppskot er um leigu av skipum og virkjum, sum vóru partir av Faroe Seafood. Nógv bendir tí á, at tey seks skipini í Faroe Fish II, ikki verða liggjandi leingi, eins og nøkur av virkjunum ko ma uppaftur at koyra, áðr­ e nn langt um líður. Partrolararnir, Jaspis og Ame tyst, sum eru í felagnum Faroe Fish I, eru til fiskiskap, og djúpvatnstrolarin Edna er heldur ikki farin av knóra­ num. Higartil hevur land ing­ ar mið støðin Kongshavn í Saltangará, sum er dóttir­ felag hjá Faroe Seafood, eisini land að fisk og tey fólk, sum a rbeiða har, eru framvegis í st arvi. Men nú seks av ís fiska­ trolar unum, sum burturav land aðu í Saltangará, liggja, er virksemið hjá Kongshavn nógv merkt av hesum. vilmund@sosialurin.fo Ognirnar hjá trotabúnum skulu seljast - Tær ognir hjá Faroe Seafood, sum kunnu seljast fyri ein prís, sum búgvið og veðhavarar góðtaka, fara ikki á tvingsilssølu, sigur Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri Gongur framá við leigusáttmálanum - Vit eru í prinsippinum samdir um eina leiguavtalu av seks skipum og nøkrum virkjum, men enn er avtalan ikki vorðin virkin, tí nakrar treytir skulu uppfyllast, sigur Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri … flestu veðhavarar aftanfyri trotabúgvini hava givið sítt viðmæli… EYÐFINNUR JACOBSEN Virksemi hjá landingarmiðstøðini Kongshavn er nógv minni, nú seks av ísfiskatrolarunum, sum løgdu fiskin upp í Saltangará, liggja. Men tað er ikki vist, at hesi skip koma at liggja so leingi Mynd: Vilmund Jacobsen Skipini, sum eru við í leiguavtaluni, eru Bakur, Stelkur (mynd), Heykur, Falkur, Rókur og Lerkur Mynd: Vilmund Jacobsen